týsdagur 1. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
– Jú, longri tú ert útsett/-ur
fyri krabbaelvandi evnum,
og tess størri nøgdirnar
eru, jú størri er vandin fyri
krabbameini.
Tað sigur Lisa Sengeløv,
serlækni
og
yvirlækni,
dr, med., sum starvast á
oknologisku deildini á Herlev
Sjúkrahúsi.
– Tað er altíð skilagott at
fylgja arbeiðsvegleiðingum,
sum hava til endamáls at
byrgja upp fyri, at tú útsetir
teg fyri evnum, ið kunnu
vera krabbaelvandi. Tú eigur
at vísa ábyrgd, tá tú arbeiðir
við slíkum, og vert er at
minnast til, at fleiri hundrað
kemisk evni eru flokkaði
sum krabbaelvandi.
Vandin veksur
Serlæknin sigur, at millum
kend krabbaelvandi evni eru
eitt nú arsenikk, polyaro
matiskar
hydrokarbonir
(PAH), nikkul, ymiskt metal
støv,
radongass,
træ-og
leðurstøv, benzen, asbest og
kreosot, sum er fyribyrgjandi
og sóttreinsandi evni úr
tjøruolju.
– Lungnakrabbi er van
ligasti formur fyri krabba,
sum stends av arbeiðsum
hvørvinum, men vánaligt
arbeiðsumhvørvi kann eis
ini føra til krabba í luft-og
landrás, mergi, livur, húð og
lungnahinnu. Royking og
onnur krabbaelvandi evni,
sum kunnu vera í sama um
hvørvi, veksa um vandan fyri
krabbameini.
Lisa Sengeløv sigur, at ein
persónur, sum bæði hevur
roykt og arbeitt við asbesti,
kann vera í 50 ferðir størri
vanda fyri krabbameini enn
ein persónur, sum hvørki
hevur roykt ella hevur verið
í samband við asbest.
300 tilburðir
Norðurlendskar
krabba
meinsskrásetingar siga, at
trý prosent av krabbatil
burðunum millum menn og
0,1 prosent av tilburðunum
millum kvinnur kunnu við
vissu sigast at stava frá ar
beiðsumhvørvi.
– Hetta merkir, at stívliga
300 slíkir tilburðir eru í Dan
mark um árið, harav 125 til
burðir standast av asbesti. Tó
er møguligt, at veruliga talið
kanska er tvífalt so høgt, tí
fleiri evni eru undir illgruna
fyri at vera krabbaelvandi,
men tey endaligu prógvini
fyri hesum vanta. Aftrat hes
um kemur »friðarliga« slagið
av húðkrabba – basalcelle
karcinom – sum eisini kann
standast av ymiskum evnum
á arbeiðsplássum.
Fyrivarni takast
Serlæknin sigur, at eitt og
hvørt evni í arbeiðsum
hvørvinum, sum kann vera
ein møguligur vandi, eigur
at verða kortlagt.
– Tað er skilagott at fáa
staðfest, á hvønn hátt fólk
koma í vanda fyri ávísum
evnum,
hvussu
stórar
nøgdirnar
eru,
og
hvør
virknaðurin er. Á henda hátt
fæst eisini ein vitan um,
hvørji fyrivarni skulu tak
ast fyri at umgangast – ella
minka – um vandan fyri hes
um evnum.
Lisa Sengeløv sigur, at
øll, sum koma í samband
við krabbaelvandi evni –
ella, sum hava ábyrgdina av
handfaringini av slíkum –
skulu vísa ábyrgd fyri bæði
egnari heilsu og heilsuni hjá
øðrum.
Ynskir tú at vita meira
um krabbaelvandi evni, ber
til at seta teg í samband við
Kræftens
Bekæmpelse
–
ella Krabbameinsfelagið í
Føroyum.
vilmund@sosialurin.fo
Krabbaelvandi evni eru allastaðni
Neyvari ásetingar
um eiturevni
– Ein persónur, sum bæði hevur roykt og arbeitt við asbesti, kann vera í 50 ferðir
størri vanda fyri at fáa krabbamein enn ein persónur, sum hvørki hevur roykt
ella verið í samband við asbest, sigur serlæknin, Lisa Sengeløv
Norðurlandaráðið stríðist
eisini fyri, at meira fokus
verður sett á gerandisting
og vørur, sum kunnu bera
við sær skaðilig evna
frøðilig evni. Hetta eru
evni, sum kunnu hava
eina negativa ávirkan á
okkum menniskju – og
ikki minst á okkara børn.
Ráðið hevur funnist at ES
fyri sína seinu handfaring
av ætlaðum lógum og regl
um um heilsuskaðilig evni.
Norðurlandaráðið heldur,
at neyðugt er at arbeiða
skjótari
við
ásetingum
um,
hvussu
hormon
órógvandi
evni
kunnu
staðfestast.
Listin
yvir
skaðilig evni, sum eru at
finna í gerandisdegnum,
gerandisvørum og í leikum
hjá børnum, er óendaliga
langur.
Kelda: www.helse.dk
– Øll, sum koma í samband við krabbaelvandi evni – ella, sum hava ábyrgd av handfaringini av
slíkum – skulu vísa ábyrgd fyri bæði egnari heilsu og heilsuni hjá øðrum, sigur serlæknin
Lisa Sengeløv er serlækni og yvirlækni, dr, med., sum
starvast á oknologisku deildini á Herlev Sjúkrahúsi