Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tey, sum eiga hús miðskeiðis Havnini, skulu hava skyldu til at búgva í teimum. Tað halda fleiri og fleiri býráðslimir í Havn. Eitt aðalmál hjá býráð­ num er at fáa meiri lív í miðbýin í Havn, og í hesum sambandi halda tey, at ein tann fyrsta treytin er at syrgja fyri, at lív er teimum hús­um, sum eru miðskeiðis í Havnini. Ein av teimum býráðs­ lim­unum, sum hevur verið ídnast at tala fyri, at Tórs­ havnar Býráð rætt og slætt áleggur teimum, sum eiga hús mitt í Havnini, bústaðar­ skyldu, hevur verið Marin Katrina Frýdal, býráðs­limur fyri Tjóðveldi. Hon hevur reist spurn­ ingin fleiri ferðir í býráðnum, tí tað nívur hana, at alt fleiri og fleiri hús úti á Reyni, og aðrastaðni mitt í Havnini, verða seld múgvandi bygd­ ar­fólki, og múgvandi føroy­ ingum uttanlands, bara til at halda ólavsøku í, sum hon onkuntíð hevur málborið seg. Men av tí sama, at hesi húsini bara verða brúkt sum summarhús, standa tey myrk meginpartin av ár­ inum. Tí hevur hon roynt at fáa býráðið til, rætt og slætt at samtykkja at áleggja teimum bústaðarskyldu. Samstundis hevur hon strongt á, at tá ið býráðið selir hús, skal tað vera ein treyt, at tey bara verða seld til bústaðarendamál, tó kann veghæddin kunna brúkast til annað útvent virksemi. – At áseta bústaðarskyldu er eitt fløkt mál. Men býráðið kann altíð seta sum treyt, at hús, kommunan selur, skulu brúkast til bústaðir. – Býráðið steinsvevur ímeðan miðbýurin spakuliga av­toftast og endar sum ein spøkilsis býur, tí tey sum búgva í miðbýnum, verða færri og færri, sigur Marin Katrina Frýdal. – Tað sum ger gomlu Havn­ina til nakað serligt er nettupp tað, at fólk býr í bý­ num, leggur hon afturat. Mugu gera okkurt Men tað hevur hon ikki fingið undirtøku fyri – ikki fyrr­enn nú. Á býráðsfundi í Havn hós­kvøldið reisti hon enn einaferð spurningin, eftir at hon er kunnað um, at nú eru eini hús afturat mitt í Havnini seld einum føroy­ ingi uttanlands at hava til summarhús. Hon sigur, at sum reglur­ nar eru, hevur ongin gjørt nakað skeivt. Men hon held­ ur, at tað skeivt, at reglur­nar eru soleiðis, at tað yvirhøvur skal bera til. Og hon heitti á býráðs­limir um »vælsignaðar at gera nakað við hetta«, tí har má okkurt henda. Og á býráðsfundinum vóru tað fleiri býráðslimir, sum tóku undir við henni. Tróndur Sigurðsson, for­maður í byggi- og býar­ skipanar­nevndini, sigur, at hann hevur biðið um­sit­ing­ ina í býráðnum kanna, hvat krevst fyri at býráðið skal fáa heimild at álegga fólki bústaðarskyldu í miðbýnum í Havn. Í sama viðfangi skal um­sitingin eisini lýsa fyri­ munir og vansar í sam­band við at krav um bústaðar­ skyldu. – So fáa vit málið lýst bæði væl og virðiliga, tí at krevja bústaðarskyldu er lættari sagt enn gjørt sigur hann. Men hann leggur afturat, at í øllum førum er tað greitt, at tað er neyðugt, at Løg­ting­ ið samtykkir tað. Eisini hann heldur, at tað er neyðugt at fáa meiri lív í miðbýin, men hann heldur, at ein treyt er, at kommunan sjálv sleppur sær av við øll hús­ini, hon eigur. SLEPPA IKKI AT KEYPA HÚS AT HALDA ÓLAVSØKU Í Býráðslimir í Havn eru sinnaðir at forða fyri, at bygdarfólk og føroyingar uttanlands, sleppa at keypa hús í Havn til summarhús BÚSTAÐARSKYLDA FYRIMUNIR OG VANSAR Alsamt fleiri býráðslimir í Havn taka undir við at býráðið áleggur teimum, sum eiga hús í miðbýnum, at búgva í teimum og nú er umsitingin í ferð við at kanna fyrimunirnar og vansarnar við tí Myndir: Álvur Haraldsen