týsdagur 1. mars 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26
BÚSTAÐARSKYLDA
Áki Bertholdsen
Tað verður neyðugt at bøta
munandi um parkerings
viðurskiftini í Havnini.
Tað halda fleiri býráðs
limir í Havn.
Sum tað sæst í hinari
greinini, er á síðununum,
eru tað alsamt fleiri bý
ráðslimir, sum stúra fyri
lagnuni hjá miðbýnum í
Havn.
Í
hesum
sambandi
halda fleiri býráðslimir, at
tað er neyðugt at áleggja
teimum, sum eiga hús mitt
í Havn, at búgva í teimum,
so at tey ikki standa tóm.
Men býráðslimir eru
eisini samdir um, at bú
staðarskyldan loysir bara
ein part av trupulleik
anum.
Ein tann størsti trupul
leikin í Havn, eru nevniliga
tey út lagi vánaligu parker
ingsviðurskiftini.
Herfyri fortaldi Elin
Lindenskov, forkvinna í
Teknisku Nevnd í býráð
num, fyri Sosialinum, at
tað er ein spurningur, bý
ráðið arbeiðir við. Eitt nú
skulu tey, sum búgva í
miðbýnum kunna keypa
parkeringsloyvi til ein bil
á ávísum økjum, so nær
húsunum, sum gjørligt, so
at bilurin kann standa í
friði, uttan at fáa bót.
Men annars verður ar
beitt við at seta eina skipan
við gjaldsparkering í verk,
umframt at arbeitt verður
við øðrum tiltøkum.
Ein fortreyt
Annars
halda
summir
býráðslimir, at eitt par
keringshús í miðbýnum er
eitt krav fyri at skapa meiri
trivnað í miðbýnum
Jógvan Arge, býráðs
limur fyri Tjóðveldi, mælir
býráðnum frá at gera
umstøðurnar hjá bileig
arum so tvørligar, at tað
styggir teir burtur.
Hann stúrir fyri, at
verða tey tiltøk, forkvinn
an í Teknisku nevnd nevn
ir, verður tað tann beri
ruðuleiki, og at ongin fer at
tora í nánd av miðbýnum
við bili.
– Tá ið vit fáa nóg
mikið av parkeringspláss
um, verður óneyðugt við
serligum parkeringskort
um til tey, sum búgva í
miðbýnum, og tað verður
eisini óneyðugt at parkera
ólógligt.
Hann heldur, at nú er
einki at bíða við at gera eitt
rættililgt parkeringshús í
miðbýnum.
– Tað er eitt tak, sum
langt síðani skuldi verið
tikið, men sum má takast
nú, sigur hann.
Hann leggur seg ikki so
fast upp á, hvar eitt parker
ingshús kundi verið, men
hann heldur at Skálatrøð
er ein møguleiki.
Sjálvt eitt parkerings
hús ber tað til at byggja
soleiðis, at tað er eitt prýði
fyri býin, sigur Jógvan
Arge.
Lætt atkomiligt
Elin Lindenskov sigur, at
at arbeitt verður við par
keringsviðurskiftunum og
leggur afturat, at Konga
brúgvin er eisini ein møgu
leiki at leggja eitt par
keringshús á.
Men hon leggur dent á,
at tá ið hugsað verður um
ferðslu, er eisini neyðugt at
hugsa um at gera miðbýin
lættari atkomuligan hjá
fólki á súkklu og til gongu,
umframt at tað skal vera
lætt at brúka bussarnar.
Gera vit tað, kunnu vit
eisini hugsa um at leggja
størri parkeringspláss nak
að uttanfyri býin.
– Og tey, sum búgva
í miðbýnum skulu fáa
parkeringskort, sum gevur
teimum loyvi at parkera á
ávísum støðum, men tað
krevur eitt sindur av fyri
reiking, áðrenn tað kemur
hartil.
Tróndur
Sigurðsson
formaður í byggi- og býar
skipanarnevndini, heldur,
at tað er eitt, býráðið kundi
gjørt í morgin, var at tikið
básarnar í Tórsgøtu og í
Tróndargøtu burtur, og
loyvt parkering í aðrari
síðuni á vegnum.
– Tað kostar ikki eina
krónu, men hevði bøtt um
trupulleikan, sigur hann.
Men yvirhøvur heldur
hann, at býráðið eigur at
hava fleiri parkeringspláss
til taks, áðrenn talan kann
vera um at hækka bøtur
nar, sigur hann.
Helena Dam á Neystabø,
forkvinna
í
Mentanar
nevndini, ásannar, at tey,
sum búgva í miðbýnum, og
eiga bil, verða stygd burtur,
tí básar eru málaðir í øllum
gøtunum, eisini teimum
smærru síðuvegunum. Og
har hava parkeringsvørð
arnir funnu sær eitt gott
mið, tí út á fyrrapartin
hava tey øll, sum búgva
í miðbýnum, fingið par
keringsbót.
– Býrt tú í miðbýnum,
ber ikki til at hava bil, og
tað er ein stórur trupul
leiki, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Ein tann størsta hóttanin ímóti lívi og trivnaði
í miðbýnum í Havn, er, at umstøðurnar at
slepp av við bilin, eru so vánaligar
Parkeringshús mitt
í Havn er eitt krav
– Kommunan liggur á
øðrum hvørjum húsið mitt
í Havnini og tað er ógvuliga
óheppið, at tey ikki verða
seld, so at lív og virksemi
fæst í tey.
Hann heldur enntá, at
vit eiga ikki at ræðast fyri
at taka tey ljótastu húsini
niður, og at byggja spildur
nýggj, nútímans íbúðarhús
uppaftur.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri, sigur, at hann hevur
ivast í at krevja bústaðar
skyldu. Hann sigur, at hetta,
at hús eru keypt til summ
arhús, hevur verið eitt fyri
brigdi, sum mest hevur gjørt
seg galdandi úti á Reyni.
– Men nú her hetta
farið at breiða seg longur
niðan í býin, og tí er tað av
gjørt viðkomandi at taka
spurningin um bústaðar
skyldu upp, heldur borgar
stjórin.
– Nú haldi eg, at vit eiga
at rópa varskó, heldur hann.
Tí vónar hann at fáa upp
ritið frá umsitingini sum
skjótast, so at býráðið kann
seta eina bústaðarskyldu í
gildi.
Annfinn
Brekkstein
ásannar, at hann hevur verið
ímóti bústaðarskyldu, men
soleiðis sum gongdin hevur
verið eiga vit at taka málið
uppaftur við tí endamáli at
seta eina bústaðarskyldu í
gildi, og tað er eisini Helena
Dam á Neystabø samd í.
– Vit í býráðnum hava
sterkt umboð í Løgtinginum,
so eg ivist ikki í, at vit fara at
fáa loyvi til tað, segði hann,
kanska eitt sindur við skálk
inum aftanfyri oyrað, men
við týðiligari tilsiping til
Heðin Mortensen, sum eisini
er løgtingsmaður.
aki@sosialurin.fo
Tá ið Jógvan Arge, býráðs
limur, í aðrari grein her á
síðunum vísir á, at tað ber
eisini til at byggja parker
ingshús, sum eru eitt prýði
fyri býin, sipaði hann til
hetta stóra parkerings
húsið í Vejle í Danmark,
og sum varð tikið í brúk í
2005, og sum myndirnar
eru av.
Tað er í seks hæddum
og har er pláss fyri 270 bil
um.
Tað kostaði 32,9 milli
ónir, og tað er eingin annar
enn Tróndur Patursson,
listamaður,
sum
hevur
prýtt tað við síni ser
merktari glaslist, og húsið
ber eisini navnið, Tróndur,
eftir honum.
– Hetta er eitt parker
inghús, sum er víðagitið
um
alt
Evropa,
segði
Jógvan Arge.
aki@sosialurin.fo
Eitt prýði fyri býin