Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN SKÚLA­ LEIÐSLURNAR SKULU MENNAST SO TÆR KUNNU MENNA LÆRARARNAR Tað liggur í kortunum og í samgonguskjalinum, at skúlaleiðslurnar og lærarar skulu uppstigast Rigmor Dam Árni Gregersen Skúlaverkið og fólkaskúlin eru grundarlagið undir allari føroyskari menning. – Tí er tað so avgerandi, at vit fáa skúlaøkið uppá eitt hægri støði enn tað er í dag. Vit mugu syrgja fyri, at øll børn og ung fáa avbjóðingar, har tey eru. Rigmor Dam, lands­stýris­ kvinna við kenslumálum, hevur ein brennandi áhuga fyri føroyska fólkaskúlanum. Hon er sjálv útbúgvin lær­ ari og hevur greiðar mein­ ingar um, hvat skal gerast fyri at menna fólkaskúlan. – Fyrst skulu vit menna og uppstiga skúlaleiðslurnar, tí tað eru tær, sum skulu syrgja fyri, at skúlalærarnir fáa endurútbúgvingar, so tey kunnu geva bestu frálæruna, sigur hon. Rigmor Dam vísir á, at tað er neyðugt at menna lærarar, so tey kunnu fylgja við tí menn­ing, sum er á øllum økjum. – Sagt verður, at eftir sjey árum, so er talan um nýggja vitan á øllum økjum. Tí kanst tú ikki vænta, at ein, sum er útbúgvin lærari frá sjeyti- árunum, kann halda fram at vera ein góður lærari, fær hann ikki nýggja vitan. Tað sig­ur seg sjálvt. Leiðslurnar fyrst Tað er sjálvandi eitt stórt og tungt stig at taka at endur­ út­búgva allar skulalærar­nar. Tí hevur landsstýris­ kvinn­an sett sær fyri, fyrst at upp­stiga skúlaleiðslurnar. – Hetta kostar sjálvandi pen­ing, men ikki so nógv, at tað ikki ber til. Fyri at vit kunnu fáa eina betri lær­ ara­manning, so haldi eg, at vit fyrst og fremst skulu menna leiðslurnar, tí tað eru leiðslur­nar, sum so skulu menna lærarnar, sigur hon. Førleikamenningin er av­gerandi fyri, at samlaða støð­ið í fólkaskúlanum verð­ ur lyft upp. Ein partur av hesi upp­ stigan er at syrgja fyri, at lærar­nir til eina og hvørja tíð megna at geva næmingum av­bjóð­ingar, har teir eru. Rigmor Dam sigur eisini, at eftir hennara høvdi, so skulu skúlarnir eisini savn­ ast í hóskandi eindir við góð­ ari fakligari leiðslu. – Her hugsi eg ikki um tím­ar og tímatalvur, men um sjálva læringina. Eg sigi held­ur ikki, at skúlanir skulu gerast nógv størri, men at vit heldur skipa teir í hóskandi eindir. Ikki leggjast til kommunurnar Røddir hava verið frammi um, at skúlarnir skulu flytast til kommunurnar at taka sær av. Hesum tekur lands­stýris­ kvinnan ikki undir við. Í dag er tað soleiðis, at kommun­urnar syrgja fyri skúlunum og teimum am­ boð­um, sum skúlin hevur fyri neyðini, meðan landið hev­ur lærarnar undir sær og eis­ini lesiætlanir v.m. – Orsøkin til, at eg eri ímóti at leggja skúlarnar út til komm­unurnar, er fyrst og fremst, at eg haldi vit skulu hava en góðan og javnan fólka­skúla. Eitt gott tilboð til allar fólkaskúlanæmingar í Føroyum – uttan mun til, hvørj­ari kommunu tey búgva í, sigur hon. Hon sær eisini fegin, at eitt sindur meira autonomi kemur út í skúlarnar, tí lesi­ ætlanir og ávísingar annars eru deteilstýrandi. Føroya Lærarafelag er eitt sterkt fakfelag, sum lands­ stýris­kvinnan heldur nógv onn­ur fakfeløg kundu lært av. Tey duga sera væl at seta skúlan á dagsskránna, men tey eru eisini viðspælarar, sum duga sera væl at ítalu­ seta teir trupuleikar, sum eru at síggja á undir­vísingar­ økinum. Miðnám Landsstýriskvinnan við undir­vísing hevur eisini mið­ náms­skúlarnar undir sær. Í løtuni er tað mið­náms­skúlin Glasir, sum fyllir ómetaliga nógv. – Eg eri sera spent til skúlin verður tikin í brúk, tí eg vænti hetta veruliga fer at draga tey ungu til sín. Tað er vanliga soleiðis, at tey ungu fara har sum ung eru framman­undan og hesin skúlin fer at savna tey, sigur hon. Í sambandi við, at skúlin í Marknagili verður liðugur, so verður arbeitt við, hvat gerast skal við skúlarnar, sum nú fara at standa tómir. – Vit eru í samráðingum við Tórshavnar kommunu um eitt gerðabýti, har vit fáa Venjingar­skúlan og komm­ unan fær Handils­skúlan aftur­fyri. Tekniski skúlin verð­ur settur til sølu, men við­víkjandi bygningunum í Hoydølum er ongin avgerð tikin enn, sigur Rigmor Dam. Venjignarskúlin á Fræls­ inum í Havn er ætlaður at verða partur av einum kampus. – Vit mugu skapa eitt lestrar­umhvørvi í Føroyum. Tað fer at gera, at føroyingar fara at velja at lesa meira í Føroyum enn nú. Ikki tí tey ikki skulu fara uttanlands at lesa eisini, men tað er ein stórur fyrimunur um tey lesa meira enn nú í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan. Vinur og fíggingdi Landsstýriskvinnan er ógvu­ liga nógv upptikin av nýggju tøknini, sum ger, at tað ber til at lesa, so at siga hvar tú enn býrt. – Hetta er eisini ein av­bjóð­ing. Fólk kunnu í veru­leikanum sita heima, einsa­møll, og lesa, tí alt udnir­vísingar­tilfar í dag finst á netinum. Tað er ein stór­ur fyri­munur, men tað kann eisini kosta okkum sosialt, heldur hon. Millujm annað tí held­ ur hon, at tað er ómeta­liga avgerandi, at vit fáa eitt