Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hesir plankar blivi seldir á auctión fyri í alt 601 Ríkisdálarar. Hetta er viðurin, sum kom úr Russlandi, og sum Royndin bleiv smíðað úr. Umframt viðin úr lastini, vóru lutir av skipinum seldir, sum skrivað stendur: den store Mast af skibet, Bougsprydet, den store Bramraae, Klyverbommen, 2 Luger, og nógv annað. Eitt lítið men…? Men her eitt lítið – men. Og tað er, at Auctiónsprotokollin er ikki førd heilt, sum hon átti at verið. Vanliga finna vit listar, har keypararnir eru nevndir, hvat og hvussu nógv teir hava keypt. Men hesir listar mangla í hesum føri. – Tí ber ikki til at siga avgjørt, at Poul Poulsen Nolsøe hevur keypt hendan viðin og onnur ting. Men, eftir sum hinar báðar forkláringarnar um Royndina ikki eru haldgóðar, so er hetta nýggja keldutilfarið, sum eg her havi lagt fram, grundarlag undir higartil bestu forkláring. Góðtaka vit sum hypotesu, at P. Poulsen Nolsøe hevur keypt hendan viðin, ella ein góðan part av honum, so er greitt, at ger tað møguligt at byggja eitt nýtt skip úr nýgjum viði. Eitt annað, sum týðiliga vísir, at sjálvt vrakið av skipinum Sally & Polly ikki hevði nakað stórt virði er, at á auctiónini bleiv vrakið, ella »Vraget af Skibet, hele Skibet selv,« selt fyri gott 10 Ríkisdálar. Smápengar í mun til lastina av viði. Hvussu fekk Nolsøe plankarnar suður til Vágs? Frásagnir eru um, at vrakið bleiv sleipað suður til Vágs. Men hvussu passar tað nú við mína forkláring um at tað ikki var viður úr vrakinum, sum bleiv brúktur til at smíða Royndina? Hugsast kann at plankarnir blivu surraðir saman, og so sleipaðir suður. Men tað kann eisini hugsast, at Nolsøe eisini keypti sjálvt vrakið, og koyrdi plankarnar og viðin í lastina aftur, og á tann hátt brúkti skipsvrakið sum »emballagu« ella innpakking til at ferga plankar og við suður til Vágs, har tann nýggja, lítla skonnartin »Royndin« varð smíðað. Rolf Guttesen Nógv kegl og ymsar meiningar hava verið um upprunan til skipið, sum Poul Poulsen Nolsøe, vanliga kallaður Nólsoyar-Páll, lat smíða, umvæla ella umbyggja í Vági á Fløtuni Fríðu í 1804. Eg skal her í stuttari fyribils frágreiðing royna at leggja nakað nýtt aftrat. Nøkur siga, at eitt strandað skip í Hvalba, Sally & Polly, í 1804 bleiv umvælt og kom síðan at eita »Royndin«. Hin parturin sigur, at strandaða skipið bleiv sleipað úr Hvalba og suður til Vágs, og úr viðinum bleiv eitt nýtt, men minni skip smíðað. Til dømis skrivar H.J. Debes í Føroyasøgu síni, s. 60: »Teir keyptu á uppboði rovini av einum skipi, sum var farið á land í Hvalba, og sum var illa farið og tí givið upp sum vrak« Og Debes heldur fram við hesum orðum: »Burtur úr hesum vraki og øðrum vrakviði, sum teir savnaðu ymsastaðni í landinum, bygdu teir eitt nýtt skip.« Hetta er nakað tað sama, sum Jakob Jakobsen hevur skrivað næstan 100 ár fyrr. Hann skrivar s. 47: »Tað eydnaðist honum at keypa tað brotna skipið firi lágan prís, og burtur úr hesun skipsrovun, sum hann førdi suður til Vágs, gjørdi hann eitt nítt skip.« Hina meiningina – at Royndin bara var eitt umvælt skip – havi eg mest hoyrt munnliga. Men eg minnist eina lýsing í bløðunum fyri mongum árum síðani, har maðurin, ið lat skipið Vón smíða á Tórshavnar skipasmiðju í 1940, Símun Simonsen, segði frá, at Vón var fyrsta havgangandi skip, sum var bygt í Føroyum í nýggjari tíð. Nakað tað sama er at lesa í minningarritinum hjá Skipasmiðjuni frá 1986. Báðar tær vanligu frágreiðingarnar eru ómøguligar. Royndin var ikki ein umvæld Sally & Polly. Tí Sally & Polly var ein stór brigg, meira enn 60 commercelestir, ella umleið 120 BRT. Royndin var lítil skonnart uppá 9 commercelestir, ella 18 BRT. So hasin møguleikin er útilokaður. Hvørki sama skip ella sami skrokkur. Men hin forkláringin, at Royndin var smíðað úr viðinum frá einum vraki, gongur heldur ikki. Stutt og gott tí at tað ikki er gjørligt at taka eitt træskip sundur, planka fyri planka. Eg vil meina, at naglarnir og spíkarnir sita so fast, at tað er nærum ógjørligt at taka teir úr aftur, uttan at gera plankarnar óbrúkiligar. Sally & Polly hevði nakað í lastinum, sum eingin søgufrøðingur hevur kannað. Skipið, sum strandaði í Hvalba, var komið úr St. Petersborg í Russlandi við eini last av timbri og jarni. 25. december passeraði tað Bornholm. 1. januar fór tað um Skagen og tá var illveður, og longu tá »drak det en stor Deel Vand«. Ódnin helt á, og teir koyrdu dekslastina fyri borð, mest timbur. 2. januar tók ein sjógvur báðar bátarnar á dekkinum. Í 3 vikur leikar ódnin á, teir pumpa konstant, seglini skrædna, og teir eru útlúgvaðir. Men 19. januar síggja teir land, og koma inn á Hvalba. Fyrst kasta teir ankar, men uppgeva síðan at halda skipinum flótandi. Tann 21. januar kappa teir ankartogið, og seta skipið upp á sandin í Hvalba. Tá verður farmurin bjargaður upp á turt og lagdur í stáplar inni á landi. Og hetta er mest viður, plankar og brettir, men eisini nakað av jarni. Eitt skjal á Landsskjalasavninum hevur hesa uppstilling: »Royndin« hjá Nólsoyar-Pálli bleiv bygd úr nýggjum viði – og var hvørki eitt umvælt vrak ella bygt úr »second-hand« viði úr einum vraki. KJAK Plankar, sum blivu bjargaðir úr lastini á Sally & Polly stk. Slag Longd, ft Beidd, tm Tjúgd, tm Rdl, avr 488 Plankar 20 12 3 203 73 Do 18 12 3 27 722 Do 20 9 2½ 241 5 Do 18 9 2½ 7 23 Do 16 12 3 8 174 Do 16 9 2½ 44 63 Do 14 12 3 17 174 Do 14 9 2½ 36 29 Do 14 12 3 6 68 Do 14 9 2½ 11