týsdagur 1. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
LESTRARBLAÐIÐ 2016
Kvinnur
Menn
Samlað
2004/05
980
657
1637
2005/06
1010
727
1737
2006/07
1082
712
1794
2007/08
1097
752
1849
2008/09
1206
842
2048
2009/10
1240
929
2169
2010/11
1304
1010
2314
2011/12
1273
1041
2314
2012/13
1342
1046
2388
2013/14
1332
961
2293
2014/15
1355
975
2330
Tølini eru gjørd við støði í lestarstuðlinum - øll á miðnámsútbúgvingunumm, ið hava fingið stuðul
í skúlaárinum, eru tald við.
Afturat miðnámsskúlalesandi á studenta-, handils-, fiskivinnu- og teknisku skúlunum eru lesandi á
Heilsuskúlanum, maskinistar og lesandi á sjóvinnuútbúgvingini við í uppgerðini.
Kelda: Studni – februar 2016
Lesandi á miðnámsskúlunum í Føroyum
býtt á kyn og skúlaár
0
500
1000
1500
2000
2500
3000
2004/05 2005/06 2006/07 2007/08 2008/09 2009/10 2010/11 2011/12 2012/13 2013/14 2014/15
Kvinnur
Menn
Samlað
Kvinnur
Menn
Samlað
2004/05
541
365
906
2005/06
526
391
917
2006/07
567
362
929
2007/08
593
358
951
2008/09
681
411
1092
2009/10
699
429
1128
2010/11
756
484
1240
2011/12
967
657
1624
2012/13
921
620
1541
2013/14
971
678
1649
2014/15
896
626
1522
Tølini eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin
í skúlaárinum, eru tald við.
Lesandi á hægri útbúgvingum uttanlands
býtt á kyn og skúlaár
0
200
400
600
800
1000
1200
1400
1600
1800
2004/05 2005/06 2006/07 2007/08 2008/09 2009/10 2010/11 2011/12 2012/13 2013/14 2014/15
Kvinnur
Menn
Samlað
Fleiri kvinnur enn menn taka miðnáms
útbúgving, fleiri kvinnur enn menn taka
hægri útbúgving og fleiri kvinnur enn
menn lesa uttanlands. Tað eru høvuðs
niðurstøðurnar úr hagtølunum hjá Studna
um, hvussu nógvir føroyingar taka hægri
útbúgving í Føroyum og uttanlands og
miðnámsskúlaútbúgving í Føroyum.
Færri menn taka hægri
útbúgving í Føroyum
Ongantíð hava so nógvar kvinnur tikið
hægri útbúgving í Føroyum sum skúlaárið
2014/2015, tá 442 kvinnur numu sær hægri
útbúgving í Føroyum.
Talið á monnum er hinvegin støðugt
lækkað síðani 2011/12, tá 507 menn tóku
hægri útbúgving í Føroyum. Í ár er talið 462,
sum er tað lægsta síðani 2009/10.
Frá skúlaárinum 2004/05 til 2008/09
vóru umleið líka nógvar kvinnur sum
menn, sum tóku eina hægri útbúgving í
Føroyum, og árini 2006/07 til 2008/09 vóru
tað fleiri kvinnur enn menn. Í 2009/10
hækkaði talið á mannfóki nógv úr 338 í
2008/09 til 401 í 2009/10 og aftur til 493 í
2010/2011, meðan talið á kvinnum minkaði
eitt vet. Aftur í 2012/13 vaks talið á monnum
í hægri útbúgving í Føroyum nógv, úr 507
til 580. Tað árið tóku heili 175 fleiri menn
enn kvinnur hægri útbúgving í Føroyum.
Síðani er talið á monnum tó follið, meðan
talið á kvinnum er støðugt hækkað, úr 346
í 2009/10 til 442 í 2014/2015. Nú eru einans
20 færri kvinnur, sum taka eina hægri
útbúgving í Føroyum enn menn, men tað
er fyrst og fremst av tí, at talið á monnum
er lækkað nógv seinatu árini.
Samlaða talið á lesandi er voksið nógv,
úr 561 í 2004/05 til 904 í 2014/2015. Metárið
var 2012/13, tá 985 lesandi tóku eina hægri
útbúgving í Føroyum.
Kvinnurnar lesa uttanlands
Um tølini fyri hægri lestur í Føroyum og
uttanlands verða samanborin, sæst, at
kvinnurnar í nógv størri mun enn menn
fara uttanlands at lesa. Fleiri enn dupult so
nógvar kvinnur nema sær hægri útbúgving
uttanlands í mun til í Føroyum, meðan tað
einans er ein triðingur fleiri menn, ið lesa
uttanlands. So meðan fleiri menn enn
kvinnur lesa í Føroyum, so lesa nógv fleiri
kvinnur enn menn uttanlands.
Lutfallið millum tey, ið lesa í Føroyum
og uttanlands er nærum óbroytt seinastu 10
árini. Meðan tað í 2004/05 vóru 38 prosent,
ið lósu í Føroyum, var talið í 2014/2015 37
prosent. Talið á føroyingum, ið hava tikið
útbúgving uttanlands er støðugt hækkað.
Skúlaárið 2004/2005 lósu 906 føroyingar
uttanlands, 541 kvinnur og 365 menn,
meðan tað í 2014/15 vóru 1522 føroyingar, ið
lósu uttanlands, 896 kvinnur og 626 menn.
Lutfallið millum menn og kvinnur er
nakað tað sama. Meðan tað síðani 2009/10
hava verið fleiri mannfólk í hægri lestri í
Føroyum, hava tað øll 10 árini verið fleiri
konufólk, ið hava tikið hægri útbúgving í
útlandinum.
Talið á føroyingum, ið lesa í útlandinum
gjørdi eitt veruligt lop í 2011/2012, tá talið
vaks úr 1240 upp í 1624 lesandi. Talið á bæði
kvinnum og monnum vaks hetta árið. Í
2013/14 vóru tað flest lesandi í útlandinum,
1649 fólk, 971 kvinnur og 678 menn.
Tey allarflestu lesa enn í Danmark og
síðani 2011/12 er tey vorðin alsamt færri,
sum lesa aðrastaðni enn í Danmark. Tey
vóru 256 í 2011/12, meðan tey eru 182 í 2014/15.
Tilsamans tóku 1.338 kvinnur og 1.088
menn hægri útbúgving skúlaáríð 2014/15.
Í 2004/05 vóru tølini 829 kvinnur og 638
menn. Í 2004/05 tóku 1.467 føroyingar hægri
útbúgving og 2014/15 var talið hækkað upp
í 2.426.
Talið á lesandi á miðnámsskúlunum
í Føroyum er eisini vaksandi, og tað
hava ongantíð verið so nógvar kvinnur
á miðnámsskúla sum nú. Í 2004/05 lósu
980 kvinnur á miðnámsskúla, meðan tað
2014/2015 vóru 1355. Talið á monnum er
eisini væl hægri enn í 2004/05, men er
lækkað nakað í í 2013/14 og 2014/15. Talið á
kvinnum á miðnámsútbúgving veksur tó
skjótari enn talið á monnum, so munurin
millum kynini veksur.
Kelda til tølini er Studni. Øll, ið hava
fingiðstuðul í skúlaárinum, eru tald við.
Kvinnur
Menn
Samlað
2004/05
288
273
561
2005/06
289
304
593
2006/07
316
273
589
2007/08
314
284
598
2008/09
367
338
705
2009/10
346
401
747
2010/11
380
493
873
2011/12
396
507
903
2012/13
405
580
985
2013/14
416
495
911
2014/15
442
462
904
Tølini eru gjørd við støði í lestarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðul
í skúlaárinum, eru tald við.
Kelda: Studni – februar 2016
Lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum
býtt á kyn og skúlaár
0
200
400
600
800
1000
1200
2004/05 2005/06 2006/07 2007/08 2008/09 2009/10 2010/11 2011/12 2012/13 2013/14 2014/15
Kvinnur
Menn
Samlað
KVINNUR HAVA STØRRI LESTRARHUG