Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 ÓKEYPIS BLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM Tú kanst lesa meira um læru­ greinirnar og tøknibreytina á www.tsk.fo Visti tú, at við Gymnasialu Tøknibreytini eru nógvir møguleikar til hægri lesnað Á TØKNIBREYTINI fært tú 3 spennandi, stuttlig, øðrvísi og mennandi ár, sum geva tær førleika at fara undir nærum allar hægri útbúgvingar. Fá eru tey, ið eftir lokna fráfar­ ing arroynd vita akkurát, hvat tey kundu hugsað sær at lært og ar beitt við í framtíðini. Tí er tað skila gott við eini mið­ námsúbúgv ing, sum bæði gevur næminginum verksligar arbeiðs­ førleikar og atgongd til nógvar ymiskar hægri útbúgvingar, og sum harumframt gevur lærdóm, minnir og vinfólk fyri lívið. Eisini í mun til miðnámsútbúgv­ ingar eru møguleikarnir nógv­ ir, so aftur her má einstaki næming urin hugsa um ymsu val møguleikarnar og leita eftir tí breytini, sum hóskar júst henni ella honum. Ein av valmøguleiku­ num er Gymnasiala tøkni breytin. Á Tekniska Skúla í Klaksvík kun­ nu næmingar úr øllum Føroyum taka sær miðnámsprógv á tøkni­ breytini. Útbúgvingin tekur trý ár, og heimurin liggur víð opin hjá nýklaktu pisunum, sum hvørt ár verða latin í stríputu húgvu­ na, tá ið útbúgvingin er lokin. Prógvið frá tøknibreytini gevur, so at siga, pisunum frítt flog í mun til hægri útbúgving, men frálæruhátturin á skúlanum ge­ vur samstundis eisini næmin­ gunum verksligar førleikar, sum kunnu føra tey beint út á arbeiðs­ marknaðin. Hjá næmingum við prógvi frá tøknibreytini liggur ofta ser­ liga væl fyri at lesa víðari innan náttúruvísindaligu og tøkniligu lærugreinarnar. Herímillum tel­ jast nógvar útbúgvingar, sum bæði geva møguleika fyri góðum og væl løntum størvum ­ eitt nú sum lækni, tannlækni, KT­verk­ frøðingur, sjúkrarøktarfrøðing­ ur, farmaceutur, verkfrøðingur, lærari, arkitektur ella okkurt heilt annað. Men prógvið gevur eisini atgongd til nógvar aðrar útbúgvingar og er tí eisini gott, um næmingurin ikki framman­ undan hevur gjørt av, hvørja útbúgving hon ella hann kundi hugsað sær. Tey trý árini á tøknibreytini eru eisini í sær sjálvum ein av vinningunum við at velja júst ta miðnámsleiðina. Frálæran á tøknibreytini skilur seg nevni­ liga burturúr rúgvuni, tá ið vit tosa um miðnámsútbúgvingar. Her er stutt ímillum at tosa um tingini og at royna tey í verki. Frálæran er í stóran mun skipað sum verkætlanararbeiði, har næmingarnir sleppa at royna seg í bólkum og sum einstakling­ ar. Verkætlanirnar fara fram bæði sum kappingar við aðrar føroyskar miðnámsskúlar og sum innanhýsis verkætlanir, har bólkarnir leggja arbeiðið fram fyri hvørjum øðrum. Hesin frálæringarhátturin er við til at gera tey trý árini stuttlig og læru­ rík samstundis. Av tí, at næmingarnir arbeiða nógv í bólkum, læra tey hvønn an­ nan væl at kenna og nógv gerast vinfólk fyri lívið. Harumframt er Skúlaheimið og afturvend­ andi lektiukaféin við til at styrkja um samanhaldið tvørtur um ár gangirnar á breytini. Bólka­ arbeiðið gevur teimum eisini rík an lærdóm í mun til at arbeiða sam an við øðrum, og hetta kem­ ur teimum óivað til góðar seinni í lívinum, uttan mun til, um tey fara á hægri lærustovn ella út at arbeiða. Í báðum førum er tað ein týdningarmikil eginleiki at duga at samstarva við onnur. Alt hetta merkir samanlagt, at tøknibreytin er góð og stuttlig leið at fara á, tá ið fólkaskúlatíðin verður liðug um stutta tíð. Tað er onki óvanligt í at gerast liðug ella liðugur við fólkaskúlan utt an at vita við vissu, hvat tú skalt vera og gera í framtíðini. Hjá teim­ um flestu kemur tann vitanin meir ella minni av sær sjálvari, men ímeðan tú bíðar eftir henni, er tað skilagott at taka eina miðnámsútbúgving, ið letur all­ an heimin upp fyri tær eftir lokið prógv. Og hví so ikki eisini hava tað stuttligt ímeðan? Níggju ella tíggju ár á skúlabonki eru um at vera av. Tíðin er komin at siga fólkaskúla­ num farvæl og kasta seg víðari út í lívið, har endaleysa nógvar avgerðir skulu takast. +298 45 63 11 tsk.fo tsk@tsk.fo Tekniski Skúlin í Klaksvík FYLG DREYMINUM við prógvi frá Tøknibreytini Tað er skila­ gott at taka eina miðnámsútbúgv ing, ið letur allan heimin upp fyri tær eftir lokið prógv. Og hví so ikki eisini hava tað stuttligt ímeðan? Tøknibreytin letur heimin upp Skúlaheimið og afturvendandi lektiu kaféin er við til at styrkja um saman haldið tvørtur um árgangirnar á breytini