Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 LESTRARBLAÐIÐ 2016 Samanleggingin skapar ein betri skúla við spennandi og breiðari møguleikum, tá næmingurin skal samanseta sína útbúgving, sigur rektari. Les her, hvat samanleggingin hevur at siga fyri næmingin, og les eisini, um rektarin ræðist kappingina frá nýggja Glasir. Birgith Lassen Tað er ein breið veiftra av møguleikum, næmingarnir kunnu velja í millum, tá teir eftir summarfrítíðina byrja á nýsamanlagda miðnámsskúlanum á Kambsdali. Í august í fjør løgdu Studentarskúlin og Handilsskúlin á Kambsdali saman, og tað merkir, at næmingarnir kunnu velja millum seks breytir á einum og sama skúla. Eisini er vallærugreinaútboðið væl størri og møguleikin at fáa tað ein velur eisini betri. Ert tú t.d. á náttúrubreytini, kanst tú nú hava innovatión sum valfak. Tað hevur tú kunna valt fyrr, men tað er ongantíð upprættað á gamla studenta­ skúlan­um, meðan tað hevur verið vanlig læru­grein á handilsskúlanum. Og lesur tú á búskaparbreyt, er vandi ikki longur fyri, at tú ikki fært ta mál­læru­ greinina, tú ynskti tær. Júst hetta er ein av fyrstu fyrimununum vit síggja við samanleggingini, sigur Páll Isholm, sum er rektari á Miðnámi á Kambsdali. T.d. kom ofta fyri fyrr, at næmingar á gamla Handilsskúlanum ikki sloppu at hava týskt, tí tað ikki vóru nóg nógvir næmingar til at manna ein heilan skúlaflokk, sigur hann. Nú kunnu teir velja millum týskt, spanskt og franskt, og vera vísir í at fáa tað. Nógvir fyrimunir fyri næmingin Miðnámsskúlin á Kambsdali eitur Miðnám á Kambsdali, og har ganga júst nú 550 næmingar. Skalt tú ganga á Miðnámi á Kambsdali, skalt tú velja millum seks ymsar breytir. Har eru búskaparbreyt, hugbreyt, nátturubreyt, FHS yrkisnám, fyrireikingarbreyt og serbreyt. Tað kann tykjast fløkjasligt at skula velja millum hesar breytir, og kanska veitst tú ikki heilt, hvat nøvnini merkja. Hvussu fyrireikar tú teg so, til at taka eitt val? Eg skilji væl, at foreldur og onnur framvegis fløkjast í nýggju heitunum, men eg vóni at næmingar í framhaldsdeildunum vita, hvat er hvat. Á nýggju heimasíðuna okkara er eisini tilfar um møguleikarnar, sigur Páll Isholm, rektari. Eisini er eitt gott hugskot at tosa við núverandi næmingar á Kambsdali, og velur tú skeivt, so ber til at skifta lestrarbreyt fram til heystfrítíðina. Páll Isholm heldur, at samanleggingin hevur nógvar fyrimunir við sær. Bæði fyri lærarar og næmingar. Eitt nú nevnir hann, at vegleiðingin kann gerast enn betri, tí lestrarvegleiðararnir, ið áður sótu hvør sær, í dag samskipa allar kunningina um skúlan og valið av útbugving og lærugreinum. Eisini hevur ein størri og breiðari lærarahópur við sær, at fakliga umhvørvi og samstarvið á Kambsdal er styrkt, og fer at mennast meira í framtíðini skúlanum og undirvísingini til gagns. Eingin kapping frá Glasir Umframt at hava lagt skúlarnar saman, skal bygningurin eisini byggjast um og byggjast út. Í løtuni er ein rættuliga stór útbygging í gongd, sum vónandi fer at geva okkum møguleika at hýsa øllum næmingum á skúlanum. Eisini fer umbyggingin at hava við sær betri møguleikar til tær skapandi lærugreinirnar og sum heild skapa betri námsfrøðiligar arbeiðsmøguleikar, sigur Páll Isholm. Um- og útbyggingin er eisini ein týdningarmikil liður í samanleggingini av skúlunum. Bæði starvsfólkaøkið og inngongdin verða broytt og útbygd, so tey hóska til nýggja samanlagdar skúlan. Munnu tey ræðast kappingina frá nýggja miðnámsskúladeplinum í høvuðsstaðnum? – Nei, slett ikki. Vit ynskja bara at menna ein góðan skúlan og skapa rúm fyri spennandi avbjóðingum til allar næmingarnar. Vit skulu vera á akkurát sama støði, og kanska eitt sindur betri enn Glasir, sigur ein flennandi Páll Isholm at enda. KAMBSDALUR: SAMAN­ LEGGING­IN SKAPTI EIN BETRI SKÚLA FAKTABOKS Freist at søkja: 15. Mars 2016 Heimasíða: Kambsdalur.fo Skúlarnir løgdu saman í august 2015 Skúlin eitur nú Miðnám á Kambsdali Tað eru 6 lestrarbreytir FAKTABOKS Tú kanst velja millum hesar breytir: FHS yrkisnám Búskaparbreyt Hugbreyt Náttúrubreyt Fyrireikingarbreyt Serbreyt PÁLL ISHOLM BLEIV 1. AUGUST 2015 SETTUR SUM REKTARI Á MIÐNÁMI Á KAMBSDALI.