Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2004 17 Nr. 161 • hósdagur • 26. august 2004 • 78. árg. Hósdagin 19. august handaði Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, ein nýggjan Toyota Yaris til Lauru Poulsen í Hoyvík. Bilurin var høvuðs- vinningur á lutaseðl- unum hjá Tórshavnar Ítróttarráð BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tá drigið varð um luta- seðlarnar hjá Tórshavnar Ítróttarrráð tann 3. august, var Laura Poulsen í Hoyvík tann hepni vinnarin av einum Toyota Yaris. Laura visti ikki av, at hon hevði vunnið bilin, fyrr enn umleið 10 dagar seinni, tá ein granni kom inn og spurdi, um tað var hon sum hevði vunnið bilin, sum var burturlutaður av Tórs- havnar Ítróttarráð. Nakrar smágentur seldu lutaseðlar í grannalagnum í Onnugøtu og Marinargøtu í Hoyvík, og Laura hevði keypt trýggjar seðlar. Eina viku framman und- an hevði hon verið hjá Reyni Service og spurt seg fyri, hvat ein nýggjur bilur kostaði, tí hon hevði ætlanir um at skifta bil. Tá visti hon ikki, at hon hevði vunnið ein bil til eitt virði av umleið 170.000 krónum. Laura hevur koyrt við Toyota síðan 1979, hesin er tann sætti í røðini. Laura Poulsen, Hoyvík: Visti ikki at hon hevði vunnið bilin Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, handar vinningin, ein Toyota Yaris, til Lauru Poulsen í Hoyvík, sum framman undan var ein trúgvur Toyota kundi Mynd: Álvur Haraldsen Tað er ikki óvanligt í dag, at bilar eru út- gjørdir við sonevnd- um »ferðpiloti«. Endamálið við ferð- pilotinum er at fáa bilin at seta ferðina upp til eina ávísa ásetta ferð og so at halda ferðini Í nøkrum av bilunum hjá Peugeot – teimum í 307 røðini - verður nú ein hentleiki afturat, nevniliga ein »Speed Limiter« ella ferðavmarkari, sum setur mark fyri, hvussu skjótt bilurin kann koyra. Í stuttum virkar ferðav- markarin soleiðis, at ein hámarksferð verður stillað inn, og tá ið ferðin á bilin- um verður skjótari enn hetta, fer spitarin at gera mótstøðu, hann verður trekari. Tað ber tó fram- vegis til at koyra skjótari, t.d. í neyðstøðu. Men so má bilførarin at traðka harðari á spitaran. Peugeot upplýs- ir, at kostnaðurin fyri henda eyka hentleika er um 1.000,- kr. Her kann verða lagt aft- urat at slík útgerð er í bil- inum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Henda hevur so tann møguleika afturat, at hámarksferðin verður ásett í einum talgildum landkorti, og við hjálp av einum GPS’ara verða sign- al send til eina stýring í bil- inum, sum ávirkar spitaran. Ráðið fyri Ferðslutrygd er við í einum granskingar- samstarvi saman við svium. Hetta umfatar fyribils, at eitt talgilt kort er gjørt fyri eina ávísa leið í Havn. Hetta kortið er gjørt í sam- starvi við Tórshavnar Kommunu. Sum dømi kann verða nevnt, at í kortinum er ásett, at hámarksferðin eftir Áarvegnum skal vera 30 km/t. og verður koyrt skjótari enn tað, verður spitarin trekur. Uttanfyri Havnina ber eisini til at nýta útgerðina við at stilla hámarksferðina inn manu- elt, og tá virkar útgerðin á sama hátt sum tann í nýggju Peugeot bilunum. kelda: www.rff.fo Nýggi Opel Astra, sum fyri stuttum kom á marknaðin, kemur skjótt eisini sum stationcar, ið verður tann rúmligasti í sínum klassa BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Opel Astra stationcar verð- ur tann rúmligasti í sínum klassa. Opel hava gjørt sær serligan ómak fyri at gera bilin rúmligan, eins og teir gjørdu við tann størra Vectra stationcar. Aksilfrástøðan er heilar nýggju cm longri enn á for- gangaranum. Hetta gevur munandi betur pláss í kab- inuni. Baksetrið kann flyt- ast 10,5 cm aftur og fram, hetta fyri at geva betur beinpláss aftan ella størri viðførisrúm. Við baksetrinum lagt niður verður vørurúmið heilar 2,75 m langt. Bilurin fæst við hesum motorum: 1,4 litur 16V við 90 hk, 1,6 litur 16V við 105 hk, 1,8 litur 16V við 125 hk, og tveimum 2,0 turbo við ávikavist 170 og 200 hk, alt bensinmotorar. Die- selmotorarnir eru: tveir 1,7 litur CDTi við 80 ella 100 hk, og tveir 1,9 litur CDTi við 120 og 150 hk. Viðførisrúmið er 530 litrar og 1.570 litrar við baksetrinum lagt niður. Peugeot 307 við ferðavmarkara Peugeot 307 fæst við ferðavmarkara Nýggi Opel Astra sum stationcar Astra sær gott út sum stationcar. Aksilfrástøðan er 9 cm longri enn á forgangaranum Viðførisrúmið er 530 litrar og 1.570 litrar við baksetrinum lagt niður. Baklúkan er stór og lessihæddin lág C M Y K 17 16 Lærlingur til el-heilsølu okkara pf Leif Mohr Hoyvíksvegur 53 Postboks 3100 FO-110 Tórshavn Tel 351220 Fax 351230 lm@lm.fo www.lm.fo team85 Søkt verður eftir einum lærlingi, at byrja skjótast gjørligt. tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving innan handil. Tað starvast umleið 50 fólk í samtakinum, og kemur tú at taka tær av alskyns uppgávum. Sum lærlingur hjá okkum fært tú gott innlit í nógv viðurskifti, so sum kundarøkt og samskifti, sølu av el-lutum, innkeyp og móttøku av vørum, sending og útkoyring av vørum og annað fyrifallandi arbeiði. Sum lærlingur lærir tú eisini at brúka allar hentleikar, ið hoyra til eina nútímans fyritøku, so sum internet, e-mail, okkara starvsfólkaskipan, EDV v.m. Vit kunnu eisini bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í menning.Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið. Harumframt eru góðir skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikar. Tað er ein fyrimunir um tú: · Hevur FHS, HH-útbúgving ella líknandi útbúgving. · Hevur kunnleika til teldur. · Kanst arbeiða sjálvstøðugt. · Hevur góð samstarvsevni. · Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi. um starvið við at venda sær til Leiv Holm (lh@lm.fo) ella Petur Sørensen (ps@lm.fo) á telefon 35 12 20. saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. skulu vera P/F Leif Mohr, postboks 3100, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 31. august 2004. Vit bjóða Krøv til umsøkjaran Meira fæst at vita Umsókn P/F Leif Mohr varð stovnað í 1935 og bjóða vit okkum fram sum heildarveitari innan el-útbúnaða. Við 69' ára royndum eru vit tann størsta og mest framkomna fyritøkan av sínum slag í Føroyum, og kunnu bjóða alla tað tænastu, sum nútíðin krevur av einari el-heilsølu. Harafturat kunnu vit við LM handlinum bjóða alt tað nýggjasta og dygdarbesta innan eltól og elútbúnað. P/F Leif Mohr hevur, við atknýttum feløgum, í dag 50 starvsfólk. PFLEIF MOHR