Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Vit mugu virðis- meta tað íkast, sum útlendsk ítróttarfólk geva ítróttarlívinum og nærumhvørvinum úti um landið og ikki bara fokusera uppá, at tey stjala arbeiði frá føroyingum, vísir formaðurin í HSF, Eivind Jacobsen, á ÚTLENDSK ÍTRÓTTARFÓLK Stefan í Skorini Stórur vandi er fyri, at allur ítróttur framyvir verður miðsavnaður í Havn, um ikki ítróttarfeløgini fáa lagaligari treytir frá lands- ins myndugleikum í sam- bandi við løn til útlendsk ítróttarfólk. Tað heldur formaðurin í Hondbólts- sambandi Føroya, Eivind Jacobsen. Nevndin í hondbóltssam- bandinum var týsdagin á fundi við løgmann um støð- una hjá útlendskum ítrótt- arfólkum. Nevndin sigur í tíðindaskrivi, at tað hon hevur fingið eitt slag av lyfti um, at endurnýggjan av arbeiðsloyvum hjá hes- um fólkum verður viðgjørt eftir somu treytum, sum vórðu praktiseraðar fyri jól. Hetta fegnast formaður hondbóltssambandsins sjálvandi um, men hann fýlist á framferðina hjá tí politiska myndugleikanum á hesum økinum. – Tað eru ov nógv fólk, ið hava sovið í tímanum í hesum málinum. Vit vistu longu fyri hálvum ári síð- ani, at henda støðan fór at taka seg upp og hava roynt at gjørt vart við trupul- leikan, men eingin hevur latið við seg koma, sigur Eivind Jacobsen, formaður í HSF, og tá sipar hann bæði til politikarar og til hondbóltsfeløgini, sum ikki hava gjørt nóg væl vart við seg í hesum máli. – Málið er farið ígjøgn- um uttan at fólk hava givið sær far um fylgjurnar av tí framferð, sum Innlendis- málaráðið nú praktiserar. Politikarar og feløgini hava ikki mótmælt nóg harðliga, og vit kundu væl sloppið undan tí roki, sum nú er íkomið, heldur hann. Miðsavning Hóast Hondbóltssamband- ið hevur fingið eitt lyfti um, at endurnýggjan av arbeiðs- loyvum nú skal vera eftir teimum somu treytunum, sum tá loyvini vórðu givin, so er HSF langt frá nøgt við verandi støðu. Ætlanin er, at eitt ítróttar- felag skal binda seg at lata einum íðkara í minsta lagi 52 % av einum arbeiðs- mannaløn, og síðani kann íðkarin í mesta lagi arbeiða fyri 48 % av eini arbeiðs- mannaløn við síðuna av ítróttinum. Hetta fer at hava sera stórar avleiðingar fyri ítróttarvirksemi, serliga úti á bygd, har vinnulívið ofta stuðlar ítróttarfeløgum við at geva útlendskum ítróttar- fólki arbeiði á staðnum. Hetta fer ikki at bera til í framtíðini, tí at íðkarin bert kann hava eitt hálvtíðar- starv við síðuna av ítrótt- inum. – Vit halda, at tað er órímiligt at krevja, at ítróttarfeløgini skulu rinda ein so stóran part av inntøk- uni hjá einum leikara. Veru- leikin er tann, at nógv útlendsk ítróttarfólk ongar pengar fáa frá feløgunum fyri at spæla, men bert eitt arbeiði á staðnum, vísir formaðurin á. Eivind Jacobsen ber stóran ótta fyri, at henda regla fer at hava við sær, at nærum alt ítróttarvirksemi á hægri støði verður savnað í miðstaðarøkinum. Havn- arfeløgini eru nógv sterkari fíggjarliga enn feløgini á bygd, sum ikki fara at hava nakran møguleika at bjóða teimum av. Endin er, at allir teir dugnaligastu bygda- menninir enda í havna- feløgum, sum vit eisini síggja innan fótbóltin. – Vit kunnu taka Vág sum eitt gott dømi. Høllin í Vági er full eini 10-15 ferð- ir um árið, tí at fólk á staðn- um vilja síggja kvinnuliðið hjá VB. Treytin fyri hesum er, at teir útlendingar, sum mangan eru tær berandi kreftirnar á liðnum, fáa eitt arbeiði á staðnum. Vit mugu hyggja eftir tí íkasti, sum útlendsk ítróttarfólk geva ítróttarlívinum og nærumhvørvinum úti um landið og ikki bara fokus- era uppá, at tey stjala ar- beiði frá føroyingum, vísir Eivind Jacobsen á. Lagaligari treytir Um ítróttarfeløgini ikki fáa lagaligari treytir enn tað, sum er í uppskoti beint nú, er vandi fyri, at ítróttar- feløgini úti á bygd ikki kunnu fylgja við longur. Landsstýrið hevur boðað frá, at tað fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal orða nakrar greiðar reglur fyri arbeiðsloyvi til útlendingar í Føroyum. Miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt at seta í verk tann 1. januar. Enn er ógreitt hvussu hesar reglur fara at síggja út, men um innlendis- málaráðið ikki broytir støðu kann væntast, at tær nýggju reglurnar verða tær somu, sum hava verið praktiseraðar seinastu mán- aðirnar. Formaðurin í Hondbólts- sambandinum vónar, at ítrótturin fær lagaligari treytir at ganga undir, so at ítróttarvirksemið kann halda fram og mennast, sum tað hevur gjørt sein- astu árini – við góðari hjálp frá dugnaligum útlendskum ítróttarfólki. Nr. 161 • hósdagur • 26. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Formaðurin í HSF: Ítrótturin verður miðsavnaður Nevndin í HSF hevur í dag verið í Tinganesi á fundi við løgmann um útlendingamálið. Á fundinum fekk HSF upplýst at teir útlending- ar, sum í dag hava ar- beiðsloyvið, fáa ar- beiðsloyvið endurnýggja eftir somu treytum, sum verandi arbeiðsloyvið eru givin. HSF fegnast um tann skáan sum nú er givin teimum leikarum, ið nú eru í landnum. Eisini bleiv upplýst, at nýggir leikarar, ið koma til landið, koma eftir teimum treytum, ið lands- stýri hevur avtala við Udlendingestyrelsen. Tað hevur við sær, at ítróttar- feløg eru noydd at gjalda uml. kr 9.000,00 til møguligar nýggjar leikar- ar um mánaðin í løn. HSF metur at gjaldið fyri útlendskir leikarar er ov nógv, og at feløgini ikki megna at gjalda hendan kostnaðin. HSF fer tí at royna at ávirka tað politisku skipanina til at broyta hesar treytir. Tórshavn t. 24/08-04, Hondbóltsamband Føroya Tíðindaskriv frá Hondbóltsam- bandinum Daniel Rapa hjá VÍF er ein teirra, sum hevur lyft støðið í føroysku hondbóltskappingini. Tað er hetta íkastið til ítróttarlívið og nærumhvørvið, sum vit skulu taka við í metingarnar, tá talan er um útlendsk ítróttarfólk, heldur Eivind Jacobsen, formaður í HSF Savnsmynd Formaðurin í HSF hevur verið á fundi við løgmann og fingið eitt slag av lyfti um, at tey arbeiðsloyvi, sum longu eru latin útlendingum, verða endurnýggjað eftir somu treytum. Óvist er hvussu leingi landsstýrið fer at halda fast við tann leistin Savnsmynd 19 18 Nr. 161 - 26. august 2004 Saab 9-7X Fyrst í komandi ári kemur ein nýggjur Saab 9-7X á amerik- anska marknaðin. Bil- urin, ið verður bygdur yvir ein GM-platt- form, verður fram- leiddur í USA og kem- ur seinni á evropeiska marknaðin Kelda: Motor Magasinet Toyota / Mitsubishi starvsfólk Tá Mitsubishi verk- smiðjan í Okazaki í Japan letur aftur síðst í 2005, verða 400 av starvsfólkunum sett í starv hjá Toyota. Verk- smiðjan er tætt við Toyota City Kelda: Motor Magasinet Skoda Fabia facelift Í september kemur ein nakað broyttur Skoda Fabia á marknaðin. Størstu broytingarnar eru t.d. nýggir kúfang- arar og tokulyktir. Inn- an eru eisini fleiri designbroytingar og møguleiki fyri at velja inntrekk í fleiri litum www.semler.dk Tá Mercedes-Benz A fyrstu ferð kom á marknaðin í 1997, sum tann fyrst lítli Mercedes, fekk hann eina alt annað enn góða byrjan. Men tey seinnu árini hevur sølan verið góð, og í september kemur ein heilt nýggjur A-klassi á marknaðin BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mercedes-Benz koma á marknaðin við nýggjum A- klassa, sum nú er ein størri bilur enn forgangarin og fæst nú við bæði 3 og 5 hurðum. Bilurin er 23 cm longri og 4,5 cm breiðari við 14,5 longri aksilfrá- støðu. Eins og forgangarin hev- ur hesin dupultan botn, soleiðis at við ein frontalan samanstoyt, verður motor- urin trýstur inn undir bilin. Hetta gevur eina trygd sum í størri bilum. Ein annar fyrimunur er at nógv av tí sum annars tekur pláss í kabinuni verður goymt undir dúrkinum. Við heilt nýggjum hjólu- upphangum og elektromek- aniskari servostýring er tal- an um ein bil við sera góðum koyrieginleikum. Úgávurnar við bensin- motorum eru hesar: A 150 við 1,5 litur og 95 hk, A 170 við 1,7 litur og 116 hk, A 200 við 2,0 litur og 136 hk. Í 2005 kemur ein A 200 turbo við 193 hk. CDI dies- elútgávurnar eru hesar: A 160, A 180 og A 200, sum allir hava 2,0 litur motor við ávikavist 82, 109, og 140 hk. Bilurin kemur á marknað- in í september, og donsku prísirnir byrja við 323.000. Mercedes-Benz við nýggjum A-klassa Mercedes-Benz A 150 Motorurin 1,5 ltur bensin 95 hk 0-100 km/t 1,2 sek Bensinnýtsla 16,1 km/l Dekkstødd 185/65-15 Stødd og vekt Longd 384,0 cm Breidd 176,0 cm Hædd 159,0 cm Eginvekt 1.195 kg Viðførisrúm 430 litrar Mercedes-Benz koma á marknaðin við nýggjum A- klassa, sum nú er ein størri bilur enn forgangarin Í nýggju útgávuni er tað fyrstu ferð A-klassin eisini fæst við 3 hurðum Mercedes-Benz A við 5 hurðum Mercedes-Benz innan. Kvaliteturin í kabinuni er nú tann sami sum í størru Mercedes bilunum C M Y K 18