Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2004 21 Nú fer Ljósið í gongd Umleið 80 leiðarar skulu til, fyri at Ljósið skal kunna taka sær av teimum um 700, sum hvønn vetur gera fimleik í felagnum FIMLEIKUR Tíðindaskriv Komandi leygardag 28. august er árliga innmeld- ingin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum. Aftur í ár gleða vit okkum at taka ímóti so nógvum íðkarum sum gjør- ligt, men við vánaligu høl- isviðurskiftunum (bæði ítróttar- og umsitingarliga) vaksa vit um virksemið við størsta varsemi. Nýggi sprotin í ár er amboðslið 4- 6 ár fyri bæði gentur og dreingir, og er felagið spent at vita, hvussu hetta fer at roynast. Væl umtókta dream-team, ið koyrdi á fyrsta sinni í fjør, verður aftur við sindur broyttari skrá, og vóna vit bæði at síggja kend andlit og nýggjar treystar týpur. Eitt stútt limatal á 700 fólk, 7 ymisk »heim« og 80 leiðarar! Vit hava havt 700 limir í longri tíð, og royna vit at fjálga um teir sum frægast. Tað krevur nevniliga fýrs (80!) leiðarar og útvið trýss (60!) hallartímar um vik- una at taka sær av teimum 34 liðunum, ið aftur í ár eru at finna sjey ymsa staðni í býnum. Tað er neyvan neyðugt at siga, at hetta er einki stuttligt, so tað lata vit fara, men ein tøkk fer upp- eftir á hvørjum ári, tá tað hevur eydnast at fáa leiðar- ar og innivist til øll liðini. Tað er jú klassiska søgan um Ágrýtnu Ásu, ið sjálv ger fimleik, men eisini er leiðari niðri í Nonnuskúl- anum frá kl. 4-5, og skal møta í Eysturskúlanum kl. 5, tí har íðkar SK-liðið og Gud náði tann, ið kemur ov seint! Tíbetur fær hon pápa sín at fara fyrr frá arbeiði hvønn hósdag, so hann kann koyra hana, tí hon tímir heldur ikki so væl at fara valsandi um allan býin við eini gjørð! Men fyrst og fremst verður hon ikki alt ov sein, og hon forklárar støðuna fyri leiðaranum, sum sigur, tað er OK, um hon skundar sær hvørja(!) ferð, - hon skilur alt ov væl støðuna, tí einaferð var hon í júst somu støðu. Ja, sosiali arvurin í Ljósinum er eisini eitt sindur av eini byrðu ... Komandi ár Umframt kappingarfim- leikin fyri rútmu- og am- boðslið og vanliga fimleik- in, ið endar við árligari framsýning 5. mars, er Fimleikafagnaðurin aftur á skránni, og verður hann í Norðurlandahúsinum í nov- ember. Evnið hesaferð er »bíbliusøgur«, og spenn- andi verður at síggja, hvussu ymsu feløgini loysa uppgávuna úr lagdi - iva- leyst fer nógv fjølbroytt og dygdargott at spyrjast burtur úr hesum stóra evni. Fyri kappingarliðini verður komandi ár eisini eitt sindur spennandi, tí Ljósið hevur í samstarvi við HF leigað seg inn í høli hjá Kaj Andreassen í royndini at bøta um venjingarumstøð- urnar. Við hesum fæst fyrst og fremst møguleiki at venja á røttum fimleika- gólvi, umframt at amboðini standa óforfjónað frammi til tess at stimbra hugin og fatanina av kappingarum- hvørvi. Tað er oyggjaleika- ár, og tá plagar eisini at verða vant miðvísari og vónar felagið eisini onkurs- vegna at njóta gott av hesum. Á rútmusíðuni er tað árliga stórkappingin, sum felagið setur sínar stóru vónir til, og er málið at klára tað minst líka gott sum í fjør. Umboð fyri felagið hava fyrr í summar saman við øðrum góðum fimleikafólki verið í Bulg- aria til HM í estetiskum fimleiki. Hetta var íblástr- arferð burturav, tí tann tradisjonelli fimleikurin, vit kenna frá Danmørk, hevur ligið sjóvarfallið av sær, og aðrir impulsir seta dagsskránna. Kanska verð- ur hetta at síggja til kom- andi SK, - og enn stuttligari um tað eisini sást vet av hesum nýggja ráki á al- mennu liðunum í vetur. Livst so spyrst, - og vit gleða okkum til komandi fimleikaár! Fimleikurin byrjar nú av álvara kring landið, og eisini í Ljósinum eru tey til reiðar at fara undir nýggja vetrarhálvu Komandi sunnudag verður kappast í FM í býarkoyring í Havn SÚKKLING Tíðindaskriv Kappingin verður sunnu- morgunin klokkan 8.30 uttanfyri Føroya Tele uppi á Hálsi, og kappingin verður fyri allar aldurs- bólkar. Hetta er triðja og sein- asta FM-kappingin hjá unglingum og vaksnum í ár, tó hava børn enn eina einkultstartskapping til góðar. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá unglinginum Torkil Veyhe í ár, og roknast kann tí við, at hann aftur fer at gera um seg sunnu- morgunin. Hjá teimum vaksnu hava Esmar Joen- sen og Eli Christiansen fyrr staðið seg væl í hesum slagi av súkklukapping- um! Esmar hevur fyrr vunnið á bæði Boga Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen, og Eli gjørd- ist nr. 2 á Ólavsøku, frammanfyri Esmar. Torført verður allarhest hjá Christian Guttesen, sum síðsta leygardag gjørdist nr. 2 í FM í Landavegskoyring, at gera seg galdandi sunnudagin. Hetta tí at vinstri armur framvegis er vavdur inn í gips. Býarkoyring er ein meira tekniskt súkklu- grein, og tí fær hann allar- helst trupulleikar í øllum svingunum. Á hvørjum ári verður kappast í trimum FM- kappingum, og kappast verður í somu kappingum sum kappast verður í á Oyggjaleikum. Kappast verður í: • Einkultstarti (30 km) • Landavegkoyrg (uml. 100 km) • Býarkoyring (50 min. pluss eitt umfar) Kappast verður altso hjá gentum, dreingjum, kvinnum og monnum. Bólkarnir eru hesir: Bólkur I: 1996 til 1998 Bólkur II: 1993 til 1995 Bólkur III: 1990 til 1992 Ungdómur: 1987 til 1989 Vaksin: 1986 og eldri Hetta er sum sagt seinasta FM-kapping hjá ungling- um og vaksnum í ár, men um hálvan september fara átta súkklarar (unglingar og vaksnir) til Ísland at kappast móti íslendingum - Tour de Iceland! Føroysku súkklararnir fara sjálvandi at royna at endurtaka bragdið frá í fjør, tá føroysku súkklarar- nir vunnu "landsdystin" móti Íslandi. Tá eru fýra kappingar á skránni. FM í býarkoyring 21 20 Nr. 161 - 26. august 2004 Torkil Veyhe í rætta essinum Verkfallið hevur onga ávirkan Leygardagin var FM í Landavegskoyring á skránni. Unglingar koyrdu 91 km og teir vaksnu 111 km. Í kappingini hjá ung- lingum megnaði Tork- il Veyhe at ogna sær enn eitt gullheiðurs- merki, og hjá teimum vaksnu megnaði Gunnar Dahl-Olsen aftur at enda ovast á sigurspallinum SÚKKLING Tíðindaskriv Tórshavnar Súkklufelag skipar á hvørjum ári fyri trimum FM kappingum. Tað bleiv kappast í einkult- starti síðsta vikuskifti, og leygardagin stóð Landa- vegskoyring á skránni. Leiðin gekk av Toftum, uppum Eiðisskarð, og síðan á mál í høvuðsstaðnum, har málið var við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Meðan unglingarnir koyrdu gjøgnum Kaldbaks- tunnilin og síðan beint á mál í Havn, so gekk leiðin hjá teimum vaksnu eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Men komnir til Havnar skuldu teir vaksnu eisini koyra ein ávísan tein trígjar ferðir. Hesin teinur gekk niðan eftir Ringvegnum, niðan Sundsvegnum, oman eftir Vegnum Langa, og síð- an á mál við Hvítanesvegin. Rólig byrjan Tað var mótvindur inn eftir Skalafjørðinum, og tí fylgdist allir líka til Funn- ings. Men so skuldu súkkl- ararnir verðuliga royna seg, tí nú gekk leiðin niðan móti Eiðisskarði. Menn møddust og ein og ein fullu teir frá sum perlur av snóri. Fyrstir niðan gjørdust Eli Christiansen, Torkil Veyhe og Gunnar Dahl-Olsen. Ein hørð brekka, men hetta sá ikki út til at røra unga og sterka súkklaran Torkil Veyhe. Hesir høvdu nú vunnið sær eitt hol aftur til hinar, og tí bleiv koyrt av øllum kreftum oman móti Eiðis bygd, og víðari suður gjøgnum Sundalagið. Teir øktu og øktu aftur til Christian Guttesen og Sverra M. Edvinsson, men Christian og Sverri góvu ikki skarvin yvir, og megn- aðu tí løtu seinni at koyra útbrótararnar innaftur. Hetta hendi tá komið var til Norðskála. Enn ein brekka Hesir fylgdust nú suður gjøgnum Sundalagið. Menn fóru at troyttast og við Kollafjørð misti Eli hinar, og so var onki at gera hjá honum. Ein knæskaði argaði, og Eli valdi tí at gevast. Torkil Veyhe helt fram gjøgnum bergholið, og Christian, Sverri og Gunnar hildu leiðina fram móti enn einari avbjóðing. Kreftirnar vóru nú við at ganga undan hjá Sverra, og hann megnaði tí ikki at fylgjast við Christian og Gunnar niðan úr Kolla- fjarðadali. Brekkur tykjast ikki at vera nøkur hindring hjá Gunnari, og hann hevði tí ongar trupulleikar við at koyra undan Christian í hesari strævnu brekku. Nú koyrdu allir hvør í sínum lag, og so var at fáa sum mest burturúr. Gunnar koyrdi nú tað hann var mentur undan Christian og Sverra, og tá avtornaði vann Gunnar við umleið seks minuttum á nummar tvey, ið gjørdist Christian. Góðar seks min- uttir seinni kom ein troyttur Sverri á mál. Christian Guttesen úr Norðdepli hevur ment seg sera nógv í ár, og verður hugsað um, at hann gjøgn- umførdi teir 111 km við brotnum armi og kortini eydnaðist at vinna sær eitt annaðpláss, so er hetta eitt sera gott avrik av unga norðoyinginum. Góð úrslit hjá unglingunum Hjá unglingum gjørdist Bergur Johansen nummar tvey, og Sigmund Olsson nummar trý. Torkil var sum sagt í essinum, megnaði at fylgjast við teimum vaksnu uppum Eiðisskarð og allan vegin til Kollafjørð, og tí gjørdist sigurin hjá honum rættiliga sannførandi. Hann vann við ikki minni enn 12 minuttum á Bergi. Hálvan áttanda minutt seinni kom Sigmund á mál. Hesir ungu knassar koyrdu heilar 91 km við einari sera góðari meðal- ferð, og er hetta eitt megnar avrik hjá so ungum súkkl- arum. Ein FM kapping er nú eftir. Tað er FM í Býarkoyr- ing. Hon verður komandi vikuskifti. Tá sleppa børn eisini at kappast. Kappast verður uppi á Hálsi, og startur og mál verður uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele á Hálsi. Lýst verður í fjølmiðlunum nær kapp- ingin verður. Henrik Larsen óttast ikki, at verkfallið hjá danska leikarafel- agnum hevur ávirkað dystarvenjingina hjá teimum føroysku landsliðsleikarunum stórvegis VERKFALL Stefan í Skorini – Tað hevur ongan stórvegis týdning fyri okkara fyrireik- ingar, at danska lands- kappingin hevur ligið still. So avgjørdur er landsliðs- venjarin, Henrik Larsen, tá hann varð spurdur, um verk- fallið ikki fór at ávirka fyri- reikingarnar hjá landsliðn- um til komandi dystirnar ímóti Sveis og Frankaríki. Hann leggur dent á, at teir flestu leikararnir eru í góð- ari kropsligari venjing, og tí fer verkfallið ikki at nerva leikararnar nakað serligt. Mikudagin frættist, at teir stríðandi partarnir hava lagt stríðsøksina til viks og eru farnir aftur til samráðingar- borðið. Hetta hevur við sær, at danska landskappingin verður tikin uppaftur longu komandi vikuskiftið. Formliga hava partarnir útsett verkfallið til 6. sep- tember. Tað vil siga, at um eingin semja er fingin í lag til ta tíð, so heldur verkfallið fram eftir hesa dagfesting. Treytin fyri, at verkfallið ikki verður tikið uppaftur er, at DBU kann góðkenna ta semju, sum leikarafelagið og divisiónsfelagið hava samrátt seg fram til. Óvist er hví glið brádliga kom á samráðingarnar mikunáttina, men týsdagin royndu fýra venjarar í bestu deildini seg sum semings- menn, og hetta hevur eftir øllum at døma givið úrslit. Felags venjing Landsliðsvenjarin Henrik Larsen hevði annars ætlanir um at savna allar landsliðs- leikararnar, sum eru staddir í Keypmannahavn, til eina felags venjing fyri at halda monnum í gongd. Hetta verður nú óneyðugt. Tað er eingin ivi um, at hetta kemur væl við hjá bæði landsliðsvenjaranum og hjá leikarunum, sum hava stórar uppgávur á landsliðnum fyri framman. Úrslit, FM í landavegkoyring Unglingar, 91 km: Nr. Navn Tíð 1 Torkil Veyhe 2 t 46 min. 21 sek 2 Bergur Johansen 2.59.03 3 Sigmund Olsson 3.06.28 Menn, 111 km: Nr. Navn Tíð 1 Gunnar Dahl-Olsen 3 t 23 min. 19 sek. 2 Christian Guttesen 3.29.57 3 Sverri M. Edvinsson 3.35.24 4 Evald Rasmussen 4.57.00 5 Eli Christiansen Útgingin Henrik Larsen óttast ikki, at verkfallið hevur ávirkað dystarvenjingina stórvegis Savnsmynd C M Y K 20