týsdagur 1. mars 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
LESTRARBLAÐIÐ 2016
Hallur av Rana
Við Marknagilsvegin í Havn tekur nýggi
bygningurin skap, sum í framtíðini skal
húsa samanløgdu skúlunum Føroya
Studentaskúli
og
HF-skeið,
Føroya
Handilsskúla
og
Tekniski
Skúlan
í
Tórshavn. Hundraðtals av næmingum fara
at hava sína dagliga gongd í skúlanum, ið
verður størsti skúli í landinum.
Talan er um nýggjar tíðir í føroyska
skúlaverkinum, og tað varð sligið fast fyri
nøkrum vikum síðani, tá tíðindi bórust, at
nýggi skúlin hevði fingið sítt egna navn.
Skúlin, ið fram til tá gekk undir heitinum
Markangilsdepilin, fekk nýggja heitið
Glasir.
Men tað er bara byrjanin. Bogi Bech
Jensen, fyrsti rektarin á Glasi, hevur
nevniliga víðfevnandi ætlanir fyri størsta
skúlan í landinum.
– Tað verður nakað til tey bókligu, tað
verður nakað til tey handaligu, tað verður
nakað til tey, ið bera brek, tað verður nakað
til miðnám, tað verður nakað til víðari
lestur. Glasir fer at hava okkurt til øll, sigur
rektarin, tá hann stutt skal lýsa framtíðina
hjá skúlanum.
Tríggir verða ein
Tá flutt verður inn í nýggja skúlan,
verður tað samstundis eisini endin á
Studentaskúlanum, Handilsskúlanum og
Tekniska skúla. Skúlarnir, ið higartil hava
bjóðað ymiskar útbúgvingar, verða lagdir
saman og tað skapar nýggja møguleikar,
sambært Boga Bech Jensen.
– Út um tær útbúgvingar, ið skúlarnir
longu bjóða, so vænta vit at gagnnýta
teir eyka møguleikarnar, ið tað gevur,
tá skúlarnir við teirra lærarum, vitan og
førleikum, verða lagdir saman. Við betri
og størri umhvørvi nýtast vit ikki longur
at avmarka okkum til eina ella tríggjar
útbúgvingar, ið skulu passa til øll.
– Framyvir verður munandi lættari
at seta saman praktiskar og bókligar
útbúgvingar, og kunnu bjóða útbúgvingar,
ið leggja størri dent á t.d. íverksetan
og kreativitet. Okkurt líknandi EUX
útbúgvingina í Danmark, ið er ein
spennandi útbúgving, har handverkara
útbúgvingin
verður
sett
saman
við
studentaskúlaprógvi. Ein slík útbúgving
tekur eini fýra til fimm ár.
Hóast skúlastjórin harvið leggur upp
til broytingar, ið líkast einari kollvelting
av føroyska skúlaskipanini, so kann einki
gerast uttan vælsignilsi frá teimum hægru
maktunum.
– Vit hava ymiskar ætlanir, men um
vit ynskja at byrja nakað nýtt, so mugu
vit grundgeva væl fyri tí. Lógin leggur
upp til, at nýggjar útbúgvingar kunnu
setast á stovn, men tað er treytað av, at
landsstýriskvinnan í mentamálum tekur
undir við tí.
Alternativ til Fróðskaparsetrið
Hóast teir tríggir skúlarnir, ið nú verða
til Glasir, mestsum einans hava bjóðað
handaligar útbúgvingar og útbúgvingar
á
miðnámsstøði,
so
hevur
Føroya
Handilsskúli síðstu árini bjóða ymiskar
hægri útbúgvingar.
Tað er ein leistur, ið rektarin á Glasi,
hevur í hyggju at halda fram og enntá
víðka til at fevna um fleiri útbúgvingar.
–
Glasir
er
ikki
avmarkað
til
miðnámsútbúgvingar. Vit eru ein skúli, ið
millum annað bjóða miðnámsútbúgvingar.
Ætlanin er framyvir at gera meira burturúr
hægri lesnaði, so at Glasir kann gerast eitt
alternativ til Fróðskaparsetrið, tá fólk
ynskja at taka eina hægri útbúgving.
Tað trýtur heldur ikki við møguleikum,
tá rektarin verður spurdur um hvørjar
útbúgvingar hann hevur í huga.
–
Tað
eru
fleiri
møguleikar,
tá
tosað verður um hægri lestur. Føroya
Handilsskúla, Glasir, hevur síðani í summar
bjóða Marknaðarførslubúskap, og vit
hava júst kunngjørt Fíggjarbúskap sum
nýggjastu útbúgvingina.
– Síðani eru tað eisini tær meira
praktisku hægri útbúgvingarnar. Har bjóða
vit frammanundan Framleiðslutøkni og
Byggitøkni. Harumframt eru tað parttíðar
útbúgvingarnar, ið vit bjóða. Harímillum
er HD, ið vit hava bjóðað í nógv ár, sera
vælumtókt og er tilsamans 120 ECTS.
Undirtøkan fyri okkara leiðara útbúgving,
ið er á diplom støði, er eisini sera góð.
Mugu hugsa nýtt
Í ein stóran mun verður byrja av nýggjum,
tá bygningurin á Marknagili stendur
klárur til skúlaársbyrjan. Tað gevur eisini
møguleikar at hugsa nýtt og øðrvísi.
– Vit ynskja at hugsa stórt og nýtt.
Hvørjar útbúgvingar kunnu vit millum
annað bjóða innan list, íverksetan og
høvuðsvinnuna? Við politiskari vælvild
hava vit endaleysar møguleikar, og kunnu
seta útbúgvingar saman við praktiskari
læru, starvsvenjing og bókligari læru.
Møguleikarnir eru endaleysir, sigur Bogi
Bech Jensen.
Sum nakað heilt nýtt, so hevur Bogi
Bech Jensen ein dreym um at bjóða
masterútbúgvingar á nýggja skúlanum.
Har eru tað serliga eitt øki, ið hann metir at
Glasir kann veita nakað nýtt í.
– Vit ynskja at hugsa stórt og nýtt.
Hvørjar útbúgvingar kunnu vit bjóða
innan list, íverksetan, høvuðsvinnuna
o.s.fr? Við politiskari vælvild hava vit
endaleysar møguleikar, og kunnu seta
útbúgvingar saman við praktiskari
læru, starvsvenjing og bókligar læru.
Møguleikarnir eru endaleysir, sigur
Bogi Bech Jensen, rektari í Glasi.
GLASIR FER
OKKURT TIL