týsdagur 1. mars 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
ÓKEYPIS BLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
– Tað er ein stórur tørvur á leiðarum
og leiðsluútbúgvingar í Føroyum. Tey
flestu, ið eru komin í eitt leiðarastarv í
Føroyum, hava lítlan og ongan møguleika
at steðga á, og flyta uttanlands at taka
eina útbúgving. Á tí økinum síggja vit
góðar møguleikar at fara í samstarv
við Fróðskaparsetur Føroya ella onnur
universitet og bjóða masterútbúgvingar
í leiðslu.
Eitt samstarv við Fróðskaparsetur
Føroya um hægri útbúgvingar er eisini
ein møguleiki, ið aktivt verður arbeitt við.
– Vit arbeiða frammanundan við
ymiskum øðrum, millum annað bú
skaparútbúgvingar, har samstarv er
millum okkum og Fróðskaparsetrið. Har
royna vit at fáa greiðu á, hvat vit kunnu
veita nýggju útbúgvingini á Setrinum,
sigur rektarin.
– Pedagogikum er eisini nakað, ið
hugt verður eftir. Tað er eitt fak, ið flestu
av okkara lærarum hava tørv á, tí tá tey
byrja at undirvísa, kenna tey sítt egna
fak, men hava ikki nakra serliga vitan um
undirvísing. Tí er neyðugt hjá teimum
at taka pedagogikum, ið er grundað á
donsk viðurskiftir. Okkara ynski er, at
tann útbúgvingin verður føroysk. Á
tann hátt fáa lærararnir undirvísing í
eini útbúgving, ið tekur støði í føroyskum
viðurskiftum.
Ein akademisk
handverkaraútbúgving
Seinastu tíðina hevur nógv kjak staðist
um, at boðskapurin um, at ein hægri
útbúgving er besta leiðin fyri tey
ungu, møguliga hevur verið skeivur.
Í Norðurlondum er nevniliga stórur
eftirspurningurin eftir handverkarum
í dag, meðan arbeiðsloysi er millum
akademikarar, og í Føroyum kann ein
handverkari í dag tjena líka nógv sum
flestu akademikarar.
Á Glasi verða handverkara og tær
bókligu útbúgvingarnar savnaðar í sama
bygning, og um rektarin fær stuðul til
tess, so nýtist fólk í framtíðini ikki longur
at velja millum útbúgvingarnar.
– Eg hevði ynskt, at man sá fleiri
møguleikar við handverkaraútbúgving
ini. Sum nú er, so síggja nógv ung
hana sum nakað endaligt, og sum eina
útbúgving
tengd
at
konjunkturum
í samfelagnum. Tað ber til at gera
hana meira lokkandi, um man veitir
møguleikar
fyri
víðari
læru
og
spesialisering.
– Í Sveis er til dømis møguligt at seta
saman eina handverka útbúgving við
verkfrøðilíknandi fakum. Soleiðis fáa
handverkarar møguleikan fyri víðari
spesialisering og skeiðum restina av
teirra lívi, og harvið gerst útbúgvingin
ikki so endalig, sigur Bogi Bech Jensen.
Skal fevna øll
Sum nakað nýtt, so fer Glasir í summar
at bjóða eitt nýtt slag av útbúgvingum
til teirra, ið bera brek. Á tann hátt
ynskir skúlin at hjálpa teimum út á
arbeiðsmarknaðin, við at geva teimum
prógv upp á ymiskar førleikar.
– Talan er um nakrar útbúgvingar, ið
kallast Open College Network, ið er stíla
til fólk við serligum tørvi ella teimum,
ið bera brek. Tað handlar um at veita
teimum nakrar førleikar, ið tey kunnu
brúka í samfelagnum. Vit hava longu
fingið fígging til vega og taka móti níggju
næmingum, ið kunnu velja millum bilar,
timbur ella klædnadeild.
– Onkur kann til dømis læra at skifta
dekk, og so fáa prógv upp á tað. Eg veit,
at um veturin hava bilasølur so nógv at
gera við at skifta dekk, at tey ikki fáa
tíð til nógv annað. Við hesum kunnu vit
útbúgva fólk til ta uppgávuna, og so fáa
tey eitt veruligt arbeiði í samfelagnum,
og ikki bara eitt fiktivt eitt.
Nýggju karmarnir fara eisini at lætta
um hjá teimum næmingum, ið hava sína
dagligu gongd í skúlanum, men stríðast
við lesnaðinum.
– Vit kunnu í nógv størri mun hjálpa
orðblindum. Tá vit hava ein so stóran
skúla, ber til at taka tey úr teimum stóru
fakunum, so sum føroyskt og enskt, og
taka tey í ein klassa fyri seg. Tað ger man
aðrastaðni, og tað vísir seg at vera betri.
Inklusión er góð, men onkuntíð hava fólk
tørv á eitt sindur av hjálp. Hetta er eitt
øki, ið vit eru eftirbátar á, men mín vón
er, at Glasir megnar at lofta teimum, ið
stríðast við hesum, so at tey fáa neyðugu
hjálpina, sigur Bogi Bech Jensen.
AT HAVA
ØLL