týsdagur 1. mars 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
LESTRARBLAÐIÐ 2016
Hóast SIT og HIT ikki varð sett á stovn fyrr
enn í 1993, so varð skúlin stovnaður longu
stovnaður í 1935, og flutti á verandi adressu
í 1976, og hevur verið har síðani.
Møguleikarnir fyri taka útbúgvingar
eru nógvir í skúlanum, ið blandar tí
handaligu og bókligu undirvísingina, so at
næmingarnir fáa roynt seg á fleiri økjum.
180 ársnæmingar í skúlanum
Sambært Rúni Heinesen, skúlastjóra, so
koma næmingar úr øllum landinum til
Klaksvíkar at ganga á skúlanum.
– Í løtuni hava vit 180 ársnæmingar í
skúlanum. Tað merkir, at vit hava nakað
omanfyri 250 næmingar og lærlingar
knýttar at skúlanum yvir eitt skúlaár, men
øll eru ikki samstundis í skúla.
Landið letur í løtuni byggja ein nýggja
skúladepil í Havnini, Glasir, ið eftir ætlar
fer at rúma eini rúgvu av útbúgvingum.
Skúlastjórin stúrir tó ikki fyri, at Tekniski
skúlin í Klaksvík fer at tapa kappingina
um næmingar móti skúladeplinum í
høvuðsstaðnum.
– Tá Eysturoyartunnilin og Glasir verða
liðug, fara tey at hava eina atdráttarmegi
fyri næmingar. Men tøknibreytin er bara
í Klaksvík, og sum nú er, so er úti við
helmingurin av næmingunum á breytini
havnarfólk, so vit falla ikki í fátt, sigur Rúni
Heinesen.
Velja tað handaliga
Lítil ivi er um, at styrkin hjá Tekniska
Skúlanum í Klaksvík er denturin, ið verður
lagdur á, at næmingarnir eisini skulu fáa
frálæru í tí handliga partinum av teirra
útbúgving.
– Her verður arbeitt handaligt við
lærugreinum, ið fólk ikki kenna frá fólka
skúlanum. Vit hava fleiri verkstøð, har
næmingarnir sjálvur kunnu royna seg fram
og framleiða ymiskt tilfar, sigur Hanna
Ziskason Hansen, deildarleiðari fyri HT
útbúgvingina.
Næmingarnir
velja
sjálvir
hvørja
linju tey ynski at ganga á, og kunnu tey
velja millum fýra linjur. Prosesslinjan, ið
eisini verður kallað matvøruframleiðsla,
timburlinjan, ellinjan og maskinlinjan.
Fyrstu tvey árini er undirvísingin, sum
á flest øðrum skúlum, mest bókliga, men
triðja árið skilur skúlin seg veruliga frá
øðrum skúlum.
– Tá fara næmingarnir nógv meira
í holt við tann handaliga partin av út
búgvingini, og er útbúgvingin tá í stóran
mun innrættað sum prosjektundirvísing.
Tað vil siga, at næmingarnir arbeiða við
verkætlanum gjøgnum alt árið, sigur
Hanna Ziskason Hansen.
Stórur áhugi hevur eisini verið fyri
tøknibreytini síðstu árini, og í ár byrjaðu
fimti næmingar á breytini.
– Talið av umsøkjarum setti met í fjør.
Vanliga er bara ein flokkur fyri hvønn
árgang, men vegna stóra talið av um
søkjarum, valdu vit at taka tveir flokkar inn
í fjør, sigur Hanna Ziskason Hansen,
Gera verkætlanir
kring alt landið
Aðrastaðni í bygninginum, longri burtur
frá teimum vanligu flokshølunum, eru
nøkur stór hølir, ið rúma undirvísing hjá
Yrkisnámi, ið er útbúgving fyri elektrikarar,
timburmenn og maskinmenn.
Sjúrður Sólstein er millum lærararnar
á timburdeildini hjá Yrkisnámi, og greiðir
hann frá, at verkætlanirnar hjá næmingun
um verða brúktar til dagligt um alt landið.
– Næmingarnir á deildini hava gjørt
eina rúgvu av brúm, ið eru settar upp kring
landið, umframt pallsetingar til sjónleikir,
húsini hjá Trølla-Pætur, hjallar, hjálpt
Edvard Fuglø við einum listaverki o.s.fr. Her
verða vanlig ting framleidd, ið verða brúkt
úti millum fólk til dagligt, sigur Sjúrður
Sólstein.
Umleið sjey næmingar taka í løtuni
sveinaroyndina sum timburmenn, meðan
tíggju aðrir næmingar eru á fyrsta ári í tim
burdeildini.
Matvøruútbúgvingin flytur
í summar í nýggj høli
Nýggja matvøruútbúgving hevur síðan
byrjan hildið til í sjómansskúlanum við
Garðaveg, men flytir í nýggj høli, tá skúla
gongdin byrjar aftur í august í ár.
Nýggi bygningurin, sum stendur í gerð,
skal umframt matvøruútbúgvingini eisini
hýsa Klaksvíkar HF-skeiðið. Hetta merkir,
at umleið 300 næmingar koma at ganga á
skúlanum við Borðoyarvík.
Tey, ið velja at byrja á Yrkisnámi innan
matvøru, kunnu eftir hálvum ári velja,
um tey útbúgva seg sum m.a. gastronom,
gastronhjálpari ella innan føðslu- og
kostøkið.
Í hesum døgum eru allir næmingarnir
í starvsvenjing úti á hotellum, matstovum
og ymsum stovnum, har køksarbeiði og
matgerð er.
SKÚLIN VIÐ TEIM
HANDALIGU
ÚTBÚGVINGUNUM
Eitt steinkast frá kenda húkinum, ið bjóðar fólkum vælkomnum til
Klaksvíkar, liggur Tekniski skúli Klaksvík, har fleiri hundraðtals næmingar
úr øllum landinum hava havt sína dagliga gongd í fleiri ártíggjund.