Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 LESTRARBLAÐIÐ 2016 Hallur av Rana Í fleiri ártíggjund var Kina eitt land, ið flestu føroyingar høvdu lítla og onga vitan um, uttan tað, ið bar til at lesa í fjølmiðlunum. Eins og onnur kommunistiskt lond, so var Kina í stóran mun avbyrgt frá restini av verðini. Nógv er tó broytt síðstu tretivu árini. Jarntjaldið í Evropa er fallið, og hóast bambustjaldið enn kann brúkast sum eitt teoretiskt heiti fyri munin í stjórnar­ skipanum, so er Kina alt annað enn eitt lukkað land í dag. Seinastu hálva øldina hevur politiskan leiðslan nevniliga leidd vegin fyri einum ekplosivum búskaparvøkstri, ið hevur gjørt Kina til eitt av heimsins førandi londum í 21. øld, og hava latið landsins mørk víð opin fyri útlendingum og útlendskum fyritøkum. Tryggleikin og avbjóðingin førdi til Kina Eisini føroyingar hava seinastu árini leita meira og meira til Kina, harímillum fleiri lesandi, ið hava fingið eyguni upp fyri lestrarmøguleikunum handan bambus­ tjaldið. Ein teirra er 23 ára gamla Gunnhild Hansen úr Hoyvík, ið lesur í kinesiska býnum Ningbo. Tað var aftaná loknan lestur á Fróðskaparsetri Føroya, at hugurin var til okkurt øðrvísi. – Eg hevði hug at royna okkurt annað enn Danmark og Bretland, eg visti bara ikki heilt hvat tað skuldi vera. Tvær av mínum vinkonum lósu tó longu í Kina á Nottingham University í Ningbo, meðan ein triðja tosaði um at fara undir lesnað har. – Tá gjørdist valið nokk so lætt, tí eg eri soleiðis skrúva saman sum persónur, at mær dámar tryggleika, men kortini eina avbjóðing. Vinkonurnar vóru tryggleikin, meðan avbjóðingin var eitt nýtt land við fremmandari mentan, sigur Gunnhild Hansen um avgerðina at lesa í Kina. Lesa í milliónabýi Ningbo kann trygt sigast at vera nakað heilt annað enn Tórshavn og Keyp­manna­ havn. Ningbo er ein av elstu býunum í Kina og var ein av handilsbýnum á kenda Silkivegnum. Sjey milliónir fólk búgva í sjálvum býnum, meðan umleið fimm milliónir fólk aftrat búgva í økinum kring býnum. Um tað kortini er ov lítið fyri onkran, so tekur tað einans tríggjar tímar við toki til fólkaríkasta býin í Kina, Shanghai. Millum hesi tólv milliónirnar er eitt lestrarfylki á átta føroyingar, ið hava valt Ningbo sum teirra heimbý, meðan tey nema sær eina útbúgving. – Átta føroyingar lesa á universitetinum, harav fimm eru í holt við teirra bachelor, meðan trý taka teirra master útbúgving. Vit búgva allir átta føroyingar í sama bygningi í er á sjálvum kampus, harav fýra okkara hava eina íbúð saman, har føroyingarnir vanliga hittast, eta saman ella gera ymiskt annað. So frítíðin verður nógv brúkt saman við hinum føroyingunum, og tosi eg helst meira føroyskt enn enskt í gerandisdegnum, sigur Gunnhild Hansen. Einki høvuðbrýggj av kostnaðinum Nottingham University í Ningbo er ein partur av Nottingham University í Onglandi Tað inniber, at næmingarnir fáa eina útbúgving eftir enskum leisti, men inniber tað eisini, at tað er eitt rímiligt stórt gjald, ið næmingarnir skulu rinda fyri sjálva útbúgvingina. SU stuðlar vanliga slíkum lesnaði við eini upphædd upp til 80.000 krónur, men um SU ikki rindar allar 80.000 krónurnar, kann Studni stuðla við restini. Sostatt ber til at fáa 800.000 krónur í stuðul til sjálvt skúlagjaldið frá SU og Studna. Tað er tó ikki nokk, tí ein ensk master útbúgving, sum Gunnhild Hansen tekur, liggur vanliga um eini 90.000 krónur. Hóast tað er nógvur peningur, so letur tað seg væl gera, tí allar aðrar útreiðslur eru munandi lægri í Kina enn í Danmark, Onglandi og Føroyum, sigur Gunnhild Hansen. – Tann master útbúgvingin, ið eg taki kostar tilsamans 94.000 krónur. Vanliga kann SU stuðla upp til 80.000 krónur, men valdi í okkara føri at stuðla við umleið 45.000 krónum, meðan Studni stuðlaði við umleið 34.000 krónur, so vit fingu umleið 80.000 krónur í stuðli. – Tað vil siga, at eg má rinda 14.000 krónur sjálv. Tað kann ljóða nógv, men aftrat tí, so havi eg bara fastar útreiðslur fyri alt árið upp á 13.000 krónur aftrat. Tað umfatar tryggingin, skjøl í samband við mítt uppihald og leigu fyri alt árið. – So til samans meti eg, at eg gjøgnum árið rindi 27.000 krónur sjálv í øllum útreiðslum minus mat. Tað vil siga skúlagjald, leigu, el og vatn og annað. Fyri at seta tað í ein størri samanhang, so er tað er tað sama, sum nógv rinda í depositum, EITT FØROYSKT HANDAN BAMBU – Míni ráð eru, at øll áttu leita sær longri vekk at lesa. Vekk frá Danmark, Føroyum og Onglandi, vekk frá teimum enskttalandi londunum, og til eitt land, har tað veruliga er ein mentunarmunur. Tað sigur 23 ára gamla Gunnhild Hansen, ið er farin til Kina at taka eina master útbúgving. FØÐINGARDAGUR HJA ONNU MARIU. ANNIKA MANGLAR Á MYNDINI, TÍ HON TEKUR MYNDINA, ANNARS ERU ALLIR FØROYINGARNIR SAMLAÐIR.