Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 ÓKEYPIS BLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM LESTRARFYLKI USTJALDIÐ tá tey leiga í Danmark. Prísstøðið er eisini so lágt, at man væl og virðiliga kann liva av tí, ið SU veitir. Kampus hevur alt Áðrenn Gunnhild Hansen leitaði sær til Kina at lesa, gekk hon trý ár á Søgu- og Sam­felags­deildini á Fróð­skapar­setur Føroya, har hon fekk bachelor prógv í Sosial­vísind og samfelagsplanlegging. Hon ásannar eisini, nú lesturin í Kina er komin í helvt, at tað ikki bara er ein mentanar­ligur munur í samfelagnum, men eisini hvussu útbúgvingin er skipað. – Um ein líkheit skal nevnast millum Søgu- og Samfelagsdeildina og master lesnað­in í Ningbo, so er tað, at vit ikki eru so nógvir næmingar á tí master linjuni, ið eg havi valt. Men hóast vit einans eru fimtan næmingar, so eru viður­skiftini nógv meira formlig enn tað, ið eg var von við. T.d. um eg skal møtast við einum av mínum vegleiðarum, so er neyðugt at eg skrivi undir eitt skjal, at vit hava hitt hvønn annan. – Sjálv undirvísingin er eisini øðrvísi, við tað at tað er býtt upp í tvey, fyrilestrar og seminar. Fyrst hava vit ein fyrilestur, har lærarin tosar gjøgnum tilfarið, ið er á pensum ta vikuna. Seinni hava vit so ein seminar, har lærarin eisini er til staðar, men har hansara uppgávu er meira at eygleiða og stýra kjakinum. Tá eru tá næmingarnir, ið skulu tosa og kjakast um tekstirnar, ið vit hava lisið. Størsti munurin millum Fróð­skapar­ setur Føroya og Nottingham University í Ningbo er tó ikki lesnaður sjálvur, men lívið rundanum. 6.600 næmingar ganga á universitetinum, harav góð tíggju prosent eru útlendingar. – Her er fantastiskt at búgva. Um man ikki hevur hug til tað, so nýtist einum ikki at fara útum kampus, tí her er alt. Skúli, bókasavn, matvøruhandlar, alt er á sama stað. Her vit búgva er eisini deiliga reint og friðarligt. Hóast Kina er fólkaríkasta landið í heiminum, so hevur man aldrin eina kenslu av, at tað er ov lítið pláss her. Tað ber væl til at fara og keypa matvørur ella inn í eina handilsmiðstøð og vera einasti persónur har, sigur Gunnhild Hansen. Innlit í tvær ymiskar mentanir Sum eitt eyka tilboð, so bjóðar universitetið næmingum at læra kinesiskt sum part av útbúgvingini. Gunnhild Hansen er ein teirra, ið hevur takkað ja til undirvísing í kinesiskum, og væntar hon, at tað kann vera ein fyrimunur í framtíðini. – Vit skulu taka trý fak hvørja lestrar­ hálvu, og har er tað so møguligt, at velja kinesiskt sum eitt fak. Tað hava eg og ein vinkona so gjørt í eitt hálvt ár nú, og sjálvt um tað er torført, so vænti eg, at tað fer at hjálpa mær í framtíðini. Við sínum 1,35 milliardum íbúgvum er Kina ein samfelag, ið á flest allar skilir seg frá føroyska samfelagnum við sínum 49.000 íbúgvum. Tað er eisini júst styrkin, ið Gunnhild Hansen sær í síni samantvinning av eini bachelor frá Føroyum og einum master frá Kina. – Eg havi fingið eitt einastandandi innlit í tvær heilt ymiskar mentanir. Eg havi lisið í einum av heimsins minstu londum og nú lesi eg í fólkaríkasta landinum í heiminum. Tað ger at eg skilji mentanina, málið og hugsunarháttin í tveimum so ymiskum samfeløgum. Øll áttu at leita longri vekk Tað er um hesa tíðina, at nógv ung skulu taka støðu til, hvar tey ynskja at lesa aftaná summarferiuna. Tá Gunnhild Hansen verður spurd, um hon hevur nøkur ráð til teirra, ið hava hug at lesa í Kina ella onkrum øðrum landi, har føroyingar vanliga ikki hava verið, so kemur svarið beinanvegin. – Ger tað. Eingin ivi. Hetta er ordiliga fantastiskt. Eg føli, at eg kann útliva tann eg eri. Her er eingin jantelóg, so man er fríur. Tað er løgið, tá man hugsar um, at man er í Kina, men her er eitt frælsi, ið man ikki finnur í Føroyum. – Míni ráð eru, at øll áttu leita sær longri vekk at lesa. Vekk frá Danmark, Føroyum og Ongland, vekk frá teimum enskttalandi londunum, og til eitt land, har tað veruliga er ein mentunarmunur. Áðrenn havi eg bara upplivað strævnar kinesarar, men her, saman við teimum í teirra umhvørvi, má eg ásanna, at tey eru eitt fantastiska fitt og hjálpsamt fólkaslag, sigur Gunnhild Hansen at enda. UGLY SWEATER PARTY VIT SÚKKLA NÓGV Í NINGBO, TÍ HER ER PÚRA FLATT ÚTI OG ETA SAMAN VIÐ MANDARIN FLOKKINUM. LÆRARIN OG DÓTTUR HENNARA ERU EISINI VIÐ