Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 10 TEMA Pedagogar Kvinnurnar forvinna ikki eins stórar upphæddir sum menninir, og hóast vit í ár hátíðar­halda 100 ára dagin fyri, at kvinnur fingu valrætt í Føroyum, so hava vit fram­ vegis ikki javnstøðu, tá ið um­røður lønarseðlarnar. Eitt øki, sum er eitt paradoks í tí føroyska sam­ felag­num, er økið, sum náms­ frøð­ingarnir umsita. Tey ansa eftir okkara børnum, og um vit eru heilt erlig, so eru tey iva­leyst eisini tey, sum í stóran mun uppala okkara børn. Men hóast ábyrgdarfullu uppgávuna, eru korini hjá hesum hornasteini í sam­ felag­num alt annað enn góð. Meðan byrjunarlønin hjá námsfrøðingum ikki er mun­ andi lægri enn hjá øðrum fakbólkum, so er størsti trupulleikin, at niðursetta tíðin og arbeiðstreytirnar merkja, at námsfrøðingar eru verri stillaði enn onnur. Til dømis er einki sum eitur fyrireikingartíð hjá námsfrøðingum, meðan tað er ein stórur partur av starvinum sum lærari. Eitt starv, sum krevur eins drúgva útbúgving sum tað, at starvast sum náms­frøðing. Og júst hetta er eitt trupul­ leiki, heldur Hildur Patursson fyri í temasíðunum hesaferð. Hon vísir á, at uppgávan hjá námsfrøðingum ikki einans er at ansa eftir okkara børn­um, meðan vit eru upptikin. Nei, uppgávan er í størstan mun at menna okk­ara yngstu borgarar. Og kanska er tað júst har hund­urin er grivin. Okkara hug­burður til námsfrøðingar er bygt á mýtur og vantandi virðing fyri hesum kvinnu­ dominer­aða faki. Tað heldur í øllum førum Ingilín Berg, námsfrøðingur. Hon vísur á, at mýtan um, at náms­frøð­ ingar vilja arbeiða niðursetta tíð, stavar frá einari farnari tíð, tá ið kvinnur vildu vera meira heima við sínum børn­um. Í dag er støðan ein onnur, men kortini er hugsunar­hátturin ikki broyttur. Í temasíðunum hesa­ferð kanst tú millum annað lesa um hugsanina hjá Ingilín Berg. Hon heldur tað vera út av lagið vánaligt, at náms­frøð­ingar ikki fáa høvi at starvast fulla tíð. Samstundis er ein avleið­ing av vánaligu viður­skiftunum hjá náms­ frøðingum, at út­skift­ingin er stór, og tað hevur bein­leiðis ávirkan á børnini. – Tú kanst bara ímynda tær, hvussu tað er at vera barn á einum stovni, har námsfrøðingarnir kanska ikki eru teir somu sum í gjár. Tað er ikki ein dreyma­støða, tí hesin trupul­ leikin gongur útyvir børnini, sigur Ingilín Berg. Í hesum døgum hátíðar­ halda vit 100 ára dagin fyri okkara valrætti, og altjóða kvinnudagurin nærkast í hvørjum. Er tíðin ikki búgvin til, at vit viðurkenna, at støðan hjá hesum fakbólki, sum í stóran mun telur kvinnur, ikki er nøktandi? Herfyri frættist frá hagstovuni, at lønarmunurin millum kynini framvegis er stórur Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Námsfrøðingar fyri vanvirðing? TJÓÐHILD PATURSSON P edagogfelagið hevur sitið hinumegin samráð­ingar­ borðið, tá ið sáttmálar og lønartalvur fyri náms­ frøðingar eru gjørdar við Fíggjar­ málaraðið og Kommunala Ar­beiðs­ gevarafelagið. Men for­mað­urin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, metir ikki, at pedagog­ felagið eigur ábyrgdina av lágu løn­unum. Í øllum førum ikki alla ábyrgdina. – Orsøkin til lágu løninirnar er søgulig. At arbeiða við børnum var minni virt fyrr. Trupuleikin er ikki serføroyskur, um allan heimin hevur man virt hetta arbeiðið lágt. Tá ið Pedagogfelagið bleiv sett á stovn, arvaðu vit lønartalvur úr tveimum donskum fakfeløgum og hava arbeitt við tí sum grundarlag. Og tá ið man byrjar við eini søguliga lægri løn, so er trupult at bróta mynstið. Tað krevur politiska vælvild. Námsfrøðingaútbúgvingin, í tí haminum vit kenna hana í dag, er ógvuliga nýggj. Tað eru fá ár síðani, at námsfrøðingaútbúgvingin bleiv skipað til bachlor útbúgving. Hóast námsfrøðingaútbúgvingin í Føroyum leingi hevur verið í sama formi, vóru útlendsku út­búgv­ ingarnar fyrr minni regluligar. – Pedagogútbúgvingin var øðr­ vísi fyrr. Útbúgvingarnar vóru sera ymiskar, summar stuttar og aðrar longri. Summar av útbúgvingunum vóru minni enn tvey ár. Hetta er broytt nú, men lønarlagið er ikki broytt tilsvarandi. Tey í hava fáa meira Jógvan Philbrow sigur, at ein av orsøkunum til, at ójavnvágin í lønar­lagnum heldur fram, er sjálv­ur mátin hitt almenna gevur lønar­hækkanir. Tað er innbygt í sjálva skipanina. Mátin man gevur lønarhækkanir, er blivin so, at man samráðist um eina ávísa %-hækkan av lønini. Men 2 % av eini lágari løn er nógv minni í krónum og oyrum, enn 2 % av eini høgari løn. Hetta heldur Jógvan Philbrow er við til at víðka um gjónna millum tey sum fáa lítið, og tey sum fáa nógv, og at hetta er við til at fastlæsa lágu lønar­bólkarnar í síni støðu. – Ja, hetta ger, at tey, sum longu hava nógv, fáa meira burturúr lønar­hækkanini. Hvørjaferð. Kommunurnar forðing fyri at arbeiða fulla tíð Men lønarlagið er bert onnur av orsøkunum til lágu lønirnar hjá námsfrøðingum; hin orsøkin er, at tað kann vera trupult at sleppa at arbeiða fulla tíð. – Tað er ein trupuleiki, at náms­ frøðingar, sum vilja arbeiða fulla tíð, ikki fáa møguleikan, tí at nógv­ ar av starvslýsingunum eftir náms­ frøðingum søkja eftir fólki hálva tíð ella 30 tímar um vikuna. Tað eru serliga kommunurnar, sum søkja eftir fólki til niðursetta tíð. Hetta tí, at dagstovnarnir royna fáa puslispælið við tímatalinum at ganga upp. – Vit hava verið í dialog við kommun­urnar, og tey eru samd við okkum í, at hetta eigur at verða skipa øðrvísi. Men enn lýsa komm­ un­urnar ofta eftir fólki at arbeiða niðursetta tíð. Trupuleikin er sjálv skipanin. Størvini á dag­stovna­økinum verða pettað sundur. Um ein náms­ frøðingur ið arbeiður 30 tím­ar fer út starvi, so søkja tey eftur ein­um – Ja, heldur, formaður í Pedagogfelagnum. Tað er ikki nokk við fakfelagsstríði, tað krevur politiska vælvild at broyta lønarlagið HEVUR PEDAGOG­ FELAGIÐ GJØRT SÍTT ARBEIÐIÐ TIL LÍTAR? Tað er ein sam­ felags­gongd í løtuni, at fólk vilja arbeiða minni. Tey vilja ikki brúka alla sína tíð uppá arbeiðið, men heldur hava meira frítíð og tíð til familju og ítriv« Jógvan Philbrow