hósdagur 3. mars 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
11
Námsfrøðingar hava ábyrgd av okkara børnum, og kortini
eru korini hjá teimum alt annað enn nøktandi. Les alt um
umstøðurnar hjá námsfrøðingum, í temasíðunum í dag.
– Lærarar hevur altíð havt meira tign enn námsfrøðingar,
hetta er spakuliga við at broytast. Tignin í lærararstarvinum
er minkandi, ímeðan tignin í námsfrøðingastarvinum
er hækkandi. Námsfrøðingarnir eru við at innheinta
lærararastarvið, sigur Jógvan Philbrow
»Mátin man skipar arbeiðið
ger tað trupult at fáa fólk at
arbeiða fulla tíð«
fólki til 30 tímar, tí tað er tað, pen
ingurin røkkur til.
Tað er lættari at fáa fulltíðar
starv hjá landinum sum náms
frøðingur á serstovnunum enn
á dagstovnunum hjá kommun
uni. Hetta, umframt tær viðbøtur
nógvir námsfrøðingar á serstov
unum fáa, ger, at arbeiðið á ser
stovnunum kann trekkja meira,
og at teir námsfrøðingar, sum ar
beiða fyri landið, ofta eru betur
løntir enn námsfrøðingarnir úti á
dagstovnunum hjá kommununi.
Vilja arbeiða niðursetta tíð
Jógvan Philbrow viðurkennir tó,
at tað eru nógv, sum sjálvi vilja ar
beiða niðursetta tíð.
– Tað er ein samfelagsgongd í
løtuni, at fólk vilja arbeiða minni.
Tey vilja ikki brúka alla sína tíð
upp á arbeiðið, men heldur hava
meira frítíð og tíð til familju og
ítriv.
Hóast Jógvan Philbrow heilt
víst eisini sær tað góða í hesum,
nevnir hann tvær møguligar nei
ligar ávirkanir. Annað er at hann
sær hetta sum ein javnstøðu
trupuleika.
– Ja! Tá ið avgerðir skulu takast.
Um eitt barn er sjúkt, ella onkur
skal vera heima, so er lættari at liva
uttan tað lágu inntøkuna. Tí endar
tað við, at tað oftari eru kvinnurnar,
sum seta sítt arbeiðslív til síðis.
Hitt er, at niðursetta arbeiðstíðin
og í nøkrum førum langir steðgir
frá arbeiðsmarknaðinum, hava
stóra ávirkan á eftirlønina.
– Fólk eru ikki bevíst um hvussu
tað fer at ávirka teirra eftirløn.
Um tú arbeiður 25 % minni alt titt
arbeiðslív, so fært tú eisini 25 %
minni í eftirløn. Tað eru nógv, sum
ikki hugsa um hetta.
Tora ella orka ikki
at arbeiða fulla tíð
Men tað er ikki bara familju- og
frítíðar samfelagsrákið, ið ger at
summir námsfrøingar velja at ar
beiða niðursetta tíð. Summir tora
ikki at royna tað.
– Tey hoyra ryktir um, hvussu
strævið tað er at arbeiða fulla tíð.
Og tí eru fleiri, ið ikki tora at royna
tað.
Og tað kann vera strævið,
heldur Jógvan Philbrow. Fyri ein
námsfrøðing merkir ein 40 tíma
long arbeiðsvika 40 tímar saman
við børnum.
– Mátin man skipar arbeiðið ger
tað trupult at fáa fólk at arbeiða
fulla tíð. Tí full tíð merkir, at and
litstíðin er fulla tíð. Øll tíðin er úti
ímillum børnini. Ov lítil tíð verður
sett av til fyrireiking.
Tignin veksur
Lærarastarvið hevur altíð havt
eina ávísa tign. Hetta hevur
manglað hjá námsfrøðingunum.
Hóast Jógvan Philbrow enn av og
á sær niðurlátandi viðmerkingar
um námsfrøðingar á netinum, so
heldur hann, at tey allar flestu
virðismeta námsfrøðingar meira í
dag enn fyrr.
– Lærarar hava altíð havt meira
tign enn námsfrøðingar, hetta er
spakuliga við at broytast. Tignin
í lærararstarvinum er minkandi,
ímeðan tignin í námsfrøðinga
starvinum er hækkandi. Náms
frøðingarnir eru við at innheinta
lærararastarvið.
Hetta sæst eisini aftur í seinastu
lønarsáttmálunum. Byrjunarlønin
hjá námfrøðingum og hjá lærarum
er nú nærum hin sama. Tó er enn
so, at eftir nøkur ár í starvið so fáa
lærararnir væl meira í løn.
Framtíðin: Felags lønar
skipan innan tað almenna?
Tey hjá Pedagogfelagnum halda,
at tvey fólk, ið arbeiða sama stað,
hava líka langa útbúgving og líkn
andi arbeiðsuppgávur, eiga at fáa
somu løn. Men soleiðis er ikki enn.
– Ein námsfrøðingur sum ar
beiðir á forskúla fær ikki somu
løn, sum ein lærari á sama arbeiðs
plássi. Byrjunarlønin er næstan hin
sama. Men endalønin er ymisk.
Til seinastu lønarsamráðingar
royndi Pedagogfelagið at fáa
broytt hetta, men tað bar ikki á
mál. Pedagogfelagið heldur, at ein
felagslønarskipan innan tað al
menna er tað rætta.
– Upp undir seinasta løgtingsval
løgdu vit stóra orku í at fáa gongd á
hetta málið. Vit vóru úti og prátaðu
við flestu politisku flokkarnar.
Nú hava Fíggjarmálaráðið og
Komunala Arbeiðsgevarafelagið
skriva undir uppá at fara í holt við
tað arbeiðið.
Í január 2015 skrivaðu bæði
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Fíggjarmálaráðið undir semju
við Pedagogfelagið, har tey millum
annað lovaðu seg til at kanna
lønarlagið hjá ymisku starvsbólk
unum, umfram at kanna møgu
leikarnar fyri at gera eina felags
lønarskipan innan tað almenna.
Verður ein felags lønarskipan
veruleiki, kann tað merkja, at tíðin
við ymiskum lønum til fólk við eins
langari útbúgving og líknandi ar
beiðsuppgávum, er komin at enda.
– Serliga vit í Pedagogfelag
num og felagið hjá sjúkrarøktar
frøðingnum eru spent uppá hetta.
Vit hava serligan áhuga í hesum.
Væntandi verður ein arbeiðsbólkur
settur í vár.
Brot úr semjuni millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Komunala Arbeiðsgevarafelagið:
… Í sáttmálaskeiðinum verður sett nevnd at kanna almenna lønarlagið bæði sum heild, og hjá
einstøkum starvsbólkum. Nevndin skal lýsa møguleikar fyri at skipa eina felags lønarskipan
innan tað almenna. Nevndin skal eisini kanna, um sáttmálarnir og avtalurnar tað almenna hevur
við fakfeløg, skapa hóskandi karmar fyri at kunna broyta og endunýggja almenna geiran, soleiðis
at hann skynsamast kann røkka sínum endamálum.