hósdagur 3. mars 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
12
– Vit hava tørv á eini
hugburðsbroyting millium
námsfrøðingarnar sjálvar,
sigur Ingilín Berg
TEMA Pedagogar
BIRGITH LASSEN
Á
Dagstovinum á Velba
staðvegnum starvast
30 starvsfólk. Fýra av
teimum arbeiða fulla
tíð, meðan restin arbeiður niður
setta tíð.
Tá tey fundast á Velbastaðveg
num, havi summi starvsfólk luftað
síni ynski um at sleppa at arbeiða
meiri.
Ein teirra er Ingilín Berg, sum er
útbúgvin námsfrøðingur. Hennara
gerandisdagur hevði verið mun
andi minni fyltur í strongd og
frustratiónum, um hon slapp at
fara upp í tíð.
Men har møtir hon forðingum.
Hóast hon leingi hevur ynskt at
sleppa upp í tíð, kann stovnurin
ikki bjóða henni fleiri tímar.
– Eg haldi, at tað líkist ongum.
Eg haldi ikki, tað er í ordan, at vit
ikki sleppa at arbeiða so nógv, vit
ynskja og hava møguleika fyri,
sigur hon.
Men hví sleppa námsfrøðingar
ikki at arbeiða so nógv, tey vilja?
Sambært Monu Mohr, leiðara á
Dagstovninum á Velbastaðvegnum,
eru tað ikki nóg nógv sum ynskja
fulltíðarstørv, og tí er tað ringt at
skipa arbeiðsvikuna soleiðis.
– Júst hetta er orsøkin til, at tað
ikki verður lýst við fulltíðarstørv
um, sigur hon.
Ein leivd frá fortíðini
Ingilín Berg kennur fakið væl. Hon
hevur verið námsfrøðingur í 22 ár,
og hon heldur, at tað er ein mýta,
at allir námsfrøðingar ynskja at ar
beiða niðursetta tíð.
– Eg haldi, hetta er ein leivd frá
tí tíðini, tá allar kvinnur ynsktu at
vera meiri heima hjá børnunum,
sigur Ingilín Berg.
Hon sigur seg merkja eina
broyting í fakinum. Fleiri og fleiri
námsfrøðingar ynskja at at fara
upp í tíð, heldur hon.
Sjálv hevur hon bara vaksin
børn, so tað er einki í heiminum
sum forðar henni í at arbeiða fulla
tíð.
Stressandi og frustrerandi
Orsøkinar til, at Ingilín Berg ynskir
at arbeiða meira eru fleiri. Millum
annað ynskir hon at fáa meira
pening um hendi.
Javnan hugsar hon um, hvussu
lívið á eftirløn fer at vera, nú hon
hevur arbeitt niðursetta tíð so
leingi.
Námsfrøðingar, sum arbeiða
niðursetta tíð, hava ofta størv sum
vaskifólk ella servitrisur við síðuna
av. Ingilín Berg starvast bara á
dagstovninum, men hon harm
ast um sínar møguleikar, um hon
skuldi fingið tørv á at arbeitt meiri.
– Um eg til dømis brádliga bleiv
einsamøll og varð noydd at skaffa
mær fleiri arbeiðstímar, varð eg
nokk noydd at finna starv uttan
fyri tann stovnin, mær dámar so
væl, og kanska enntá uttanfyri
tað fakið, eg havi lagt nógva orku
í, sigur hon.
– Vit námsfrøðingar hava lisið
í fleiri ár, og tað líkist ongum, at
vit noyðast at fara frá okkara faki,
um vit ynskja at arbeiða fulla tíð,
sigur hon,
Ingilín Berg fortelur, at tað bæði
er stressandi og frustrerandi at liva
undir hesum korunum.
– Tá eg havi frí, brúki eg nógva
tíð og orku til at hugsa um mítt
arbeiði. Eg fyrireiki og eftirmeti í
míni frítið, tí eg ikki havi nóg nógva
tíð at gera tað í, meðan eg eri til ar
beiðis, sigur hon.
Sambært henni arbeiður hon
akkurát líka nógv sum ein, sum
arbeiður fulla tíð. Men munurin
er, at tey á niðursettari tíð noyðast
taka arbeiðið við heim.
– Vit, sum arbeiða 33 tímar um
vikuna, skulu náa akkurát líka
nógv sum tey, sum arbeiða 37
tímar. Tí endar tað við, at eg ofta
taki arbeiðið við heim. Eg spyrji
Tá eg havi frí,
brúki eg nógva
tíð og orku til at
hugsa um mítt
arbeiði. Eg fyri
reiki og eftirmeti
í míni frítið, tí
eg ikki havi nóg
nógva tíð at gera
tað í, meðan eg
eri til arbeiðis«
SLEPPI IKKI
AT ARBEIÐA
MEIRA
– Eg kundi hugsað mær at farið upp í fulla tíð, men tað sleppi
eg ikki, sigur Ingilín Berg, sum er útbúgvin námsfrøðingur.
Hon heldur, at núverandi støðan á økinum líkist ongum
Námsfrøðingur í Havn
MYND: ÁLVUR HARALDSEN