Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 13 meg sjálva, hví eg ikki fái pengar fyri tað arbeiðið, eg geri, sigur hon. Hon greiður frá, at arbeiðið hjá einum námsfrøðingi ikki bara er at ansa børnum. Nógv av arbeið­ inum liggur í fyrireikingini og eftir­metingini. Gongur útyvir børnini Ein arbeiðsvika á dag­ stovn­inum á Velba­ stað­vegnum er merkt av nógvum skift­andi starvs­ fólkum. Hetta er orsakað av, at tað eru so nógv, sum ar­ beiða niður­ setta tíð. S t ø ð u g a út­skiftingin av starvs­fólk­ um ger, at tað verður nógv tíð brúkt upp á at sam­ skipa arbeiðs­vikuna og kunna tey starvsfólk, sum ar­beiða lítið, hvat rørir seg á stovn­ inum júst nú. – Ein námsfrøðingur skal vita, hvat er hent í gjár fyri at kunna taka sær ordiligt av børnunum. Tað ganga vit høgt upp í, og tí fer so nógv tíð við kunning, fortelur Ingilín Berg. Hon greiðir eisini frá, at børn trívast best í vandum um­støð­um. Og ein stór útskifting í starvs­fólk­ unum gongur útyvir børnini. – Tú kanst bara ímynda tær, hvussu tað er at vera barn á einum stovni, har námsfrøðingarnir kanska ikki eru teir somu sum í gjár. Tað er ikki ein dreymastøða, tí hesin trupulleikin gongur útyvir børn­ini, sigur Ingilín Berg. Loysnin er ein hugburðsbroyting Men hvussu loysir man henda trupul­leikan, so bæði starvsfólk og børn fáa betri umstøður? Ábyrgdin liggur á sjálvum náms­frøðingunum, sigur Ingilín Berg. So leingi tað eru fá, sum krevja eina broyting, fer allarhelst eing­in broyting at vera framd. – Vit hava tørv á eini hug­burðs­ broyting millium náms­frøð­ingar­ nar sjálvar, sigur hon. Sambært Ingilín Berg eigur Dagstovnurin á Velbastaðvegnum ikki ábyrgdina fyri trupulleikanum. Um starvsfólkini hava ávís ynskir, lurtar leiðslan og roynir at tillaga seg so gott sum gjørligt. Men Pedagogfelagið eigur eisini ein lut í trupulleikanum. – Um Pedagogfelagið stuðlar upp undir samstundis sum, at fleiri krevja fleiri arbeiðstímar, trúgvi eg, at vit kunnu loysa hendan trupul­leikan, sigur hon. BIRGITH@SOSIALURIN.FO DREYMA STØÐA Ingilín Berg heldur, at allir námsfrøðingar á dagstovnum skuldu arbeitt 35 tímar í part. Høvdu námsfrøðingar fingið fyri­ reikingartíð og eftir­metingar­tíð eisini, hevði tað verið ein dreymastøða. »Tú kanst bara ímynda tær, hvussu tað er at vera barn á einum stovni, har námsfrøðingarnir kanska ikki eru teir somu sum í gjár. Tað er ikki ein dreymastøða, tí hesin trupulleikin gongur útyvir børninit« Ingilín Berg