hósdagur 3. mars 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
14
TEMA Pedagogar
BARBARA HOLM
E
ins og høvuðsendamálið
við skúlunum ikki er ans
ing, men undirvísing og
lærdómur, er endamálið
við barnagørðunum og vøggustov
unum heldur ikki ansing – heldur
er tað menning og mentan. Tað
heldur Hildur Patursson, master
í pedagogikki og fyrrverandi for
kvinna í Pedagogfelagnum.
– Sjálvsagt er ein partur av upp
gávuni hjá barnagørðum og vøggu
stovum ansing, eins og ein partur
av uppgávuni hjá skúlunum er
at ansa børnunum. Men hvørki
í skúlunum, í barnagørðunum
ella í vøggustovunum er hetta
høvuðsendamálið. Høvuðsmálið
í barnagørðunum og vøggustov
unum er at geva børnunum menn
ingar- og mentunarmøguleikar.
Hildur Patursson heldur, at
vit eiga at byrja at hyggja at dag
stovnaøkinum mentanarpolitiskt,
og at tað eigur at vera rætturin
hjá barninum til menningar- og
mentanarmøguleikar, heldur enn
rætturin hjá foreldrunum til ans
ing av børnunum, ið eigur av vera
grundin.
– Í skúlanum hava børnini rætt
ella krav til so og so nógvar undir
vísingatímar, men hvussu nógvar
pedagogtímar hava børnini rætt
til?, spyr Hildur Patursson og legg
ur afturat:
– Eftir Dagstovnalógini hava
børnini krav uppá, at minst 2/3 av
starvsfólkunum eru námsfrøð
ingar, sum eru útbúnir at fylla út
karmarnar í Dagstovnalógini.
Hildur Patursson heldur, at
byrja vit at hyggja at rættinum hjá
barninum til vælútbúnar náms
frøðingar, fylgir tignin í náms
frøðingastarvinum við; og tignin
og virðingin gera tað lættari hjá
námsfrøðingunum at krevja sína
løn.
Manglandi tignin
Í samgonguskjalinum stendur, at
samgongan vil:
...menna dagstovnaøkið og geva
tí uppiborna rúmd og tign, við tí
endamáli, at meira tíð verður til
námfrøðiligt virksemi og málsliga
menning.
– Hetta má vera ein ásannan av,
at hendan tignin manglar. Trivn
aðarkanningin, sum Pedagog
felagið gjørdi millum limir sínar
fyri nøkrum árum síðani, vísti á
tað sama: Hóast námsfrøðingarnir
kenna seg virdar av nærumhvørv
inum, manglar hendan virðingin í
fjarumhvørvinum.
Hildur Patursson heldur, at
hendan manglandi tignin sæst
aftur bæði í útbúgvingini og á ar
beiðsmarknaðinum.
Manglandi tignin á
arbeiðsmarknaðinum
Dagstovnalógin ásetir, at minnst
2/3 av starvsfólkunum á dagstovn
unum eiga at vera námsfrøðingar,
men í 2015 var ikki meira enn
helvtin av starvsfólkunum á dag
stovnunum, ið høvdu námsfrøði
liga útbúgving.
At vit so lættliga
góðtaka at seta
ófaklærd fólk
í staðið hjá
teimum faklærdu
minkar um ting
ina í fakinum, og
hetta má ávirka
lønarlagið«
Hildur Patursson
BØRN SKULU
IKKI BARA
ANSAST
Endamálið við dagstovnunum er ikki ansing, men
menning og mentan, og børnini eiga krav upp
á hesi menningar- og mentanartilboð. Politikk
urin á dagstovnaøkinum eigur at vera gjørdur
hareftir og lønirnar somuleiðis, heldur fyrr
verandi forkvinna í Pedagogfelagnum
Hildur Patursson
Dagstovnar
Framhald á næstu síðu
MODELLMYND