hósdagur 3. mars 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
16
TEMA Pedagogar
– Høvdu tað mangla so nógvir
fólkaskúlalærarar, so hevði tað
ikki verið góðtikið. Men vit halda
onkusvegna, at tað er í lagi at seta
hjálparfólk í staðin fyri náms
frøðingar. Um tað so einans eru
hjálparfólk á einum dagstovni,
stongja vit hann ikki. Hetta hevði
neyvan gingið í fólkaskúlanum. Í
fólkaskúlanum stremba vit eftir,
at øll starvsfólkini hava lærara
útbúgving og óútbúgvin eru bert
undantakið. Vit eiga at stremba
eftir tí sama á dagstovnaøkinum.
2/3 er bert sett sum minstamark.
Málið átti at verið 100 %.
Hildur Patursson heldur, at tað,
at vit so lættliga seta hjálparfólk í
staðin fyri námsfrøðingar, ávirkar
lønarlagið.
– At vit so lættliga seta ófaklærd
fólk í staðið hjá teimum faklærdu
minkar um tignina í fakinum, og
hetta má ávirka lønarlagið.
Manglandi tignin
í útbúgvingini
– Vit hava eina generalistútbúgv
ing, og tað hava vit havt síðani
fyrsta holdið bleiv tikið inn á før
oysku útbúgvingina fyri 30 árum
síðani. Vit hava eina útbúgving,
sum strekkir yvir eitt ógvuliga
stórt økið, bæði barnavernd, menn
ingartarnað og barnagarðsøkið.
Tað spennir seg yvir allar aldrar,
heilt frá føðing til ellisheim.
At útbúgvingin er so breið ger,
at Hildur Patursson heldur tað
vera ivasamt, um føroysku nám
frøðingarnir eru nóg væl brynjaðir
til arbeiðið.
– Alt ov fá fólk við serkunn
leika í námsfrøði undirvísa á
útbúgvingini, og tað má broytast.
Tí vit mugu ikki koma í ta støðu,
at ivi kann vera um førleikan hjá
námsvísindadeildin á Fróðskapar
setrinum at útbúgva fólk til at fylla
sínar framtíðar arbeiðsuppgávur -
á dagstovnaøkinum.
– Hesi 30 árini, námsfrøðinga
útbúgvingin hevur verið í Føroy
um, hevur tað ongantíð verið
meira enn ein undirvísari á náms
frøðingaútbúgvingini, sum hevur
havt námsfrøðisligan serkunn
leika. Fyri aftur at samanbera við
onnur yrki, so er hetta tað sama
sum, um bara ein undirvísari á
læraraútbúgvingini hevði innlit
í fólkaskúlan, ella bara ein undir
vísari á útbúgvingini hjá sjúkra
røktarfrøðinginum hevði innlit í
heilsu og umsorgan.
At tað er gjørligt at hava skipa
eina námsfrøðiliga útbúgving sum
er undirmannað við fólkið við ser
ligum innliti í námsfrøði, er eitt
tíðiligt tekin uppá manglandi virð
ingina fyri útbúgvingini, heldur
Hildur Patursson.
– Uppá sama máta sum vit
útbúgva lærarar til at fylla út
karmarnar í fólkaskúlalógini, eiga
vit at útbúgva námsfrøðingar, sum
vilja arbeiða á dagstovnaøkinum,
til at fylla út karmarnar í dag
stovnalógini.
Søguleys
Hildur Patursson heldur, at mangl
andi tignin í námsfrøðingayrkinum
partvís er orsaka av søguloysi.
Hetta er við til at ósjónlig-
gera sjónarmiðini hjá starvsbólk-
inum.
– Hóast námsfrøðingar og
Pedagogfelagið til tíðir hava verið
ógvuliga sjónlig í samfelagnum,
upp undir verkfall og onnur átøk,
so vera sjónarmiðini hjá hesum
fakbólkinum ofta ósjónliggjørd.
Hvussu ber tað til at sjónarmiðini
hjá hesum fakbókinum ikki eru
tíðiligari? spyr Hildur Patursson
og svarar sjálv, at ein partur av
orsøkini man vera, at námsfrøðin
er meira ella minni søguleys. At fáa
søguna hjá námsfrøðingunum og
hjá dagstovnunum niður á skrift er
ein máti at seta ljós á tað arbeiðið,
ið hevur verið gjørt, og týdningin
av hesum arbeiðið.
– Vit hava ógvuligar munnligar
traditiónir, øll barnagarstradi
tiónin er eykend av eini munnligari
mentan. Eingin føroysk barna
garðssøga er skrivað, og náms
frøðingayrkið er eitt næstan søgu
leyst yrkið. Nógv er harafturímóti
skriva um lærarar og skúlaskap,
og hetta er við til at skapa eina
góða og støðuga grund hjá fólka
skúlalærarum at standa
á. At fáa føroysku
barnagarðssøguna
niðurskrivaða er
ein máti at varpa
ljós á týdningin
og endamálið
við
barna
gørðunum og
námsfrøðinga
yrkinum. Hetta
hevði verið við til
at týðiliggera sjónar
miðini hjá fakbólkinum og
hevði gjørt tað lættari hjá náms
frøðingum at sett orð á, hví fak
leikin hevur týdning.
Kvinnustarv
Høvuðsorsøkin til manglandi
tignina og lágu lønirnar er tó, at
námsfrøðingar fyrst og fremst eru
kvinnur, sigur Hildur Patursson
– Menn hava í miðal hægri
inntøkur enn kvinnur, og hóast
kvinnur í dag, eftir lógini, eiga at
fáa somu løn fyri sama
arbeiðið, so er hetta
ofta ikki so kort
ini. Fleiri av lond
unum rundan
um okkum hava
gjørt kanningar
sum vísa, at ein
partur av lønar
muninum sum
er millum kvinnur
og menn, einans er
orsaka av kyni. Altso
ikki orsaka av útbúgving,
royndum og øðrum. Sokallað
»kvinnustørv« eru ofta verri lønt
enn onnur størv, sum krevja somu
arbeiðsførleikar, útbúgvingar
longd, arbeiðstíð og hava saman
beriligar stressfaktorar. Hetta er
ivaleyst eisini ein av orsøkunum
til, at lønirnar hjá pedagogunum
á dagstovnunum er so lág.
Hildur Patursson heldur, at
Føroyar eisini átti at gjørt slíkar
kanningar og vísir á, at bæði í
Íslandi og í Svøríki verður arbeitt
politiskt við at minka um hendan
lønarmunin, sum einans er
grundaður á kyn.
Hækka lønirnar við at
taka støðið í børnunum
Alt hetta ávirkar í síðsta enda
lønarlagið: At vit ikki halda
minimum ásetingina í dag
stovnalógini at minst 2/3 av
starvsfólkunum skulu hava
námsfrøðingaútbúgving. Mangl
andi virðingin fyri rættinum hjá
barninum uppá námsfrøðing
ar. At vit tosa um ansing heldur
menningar- og mentanarmøgu
leikar. At hitt faklærda so lætt
liga verður umskift við hitt ófak
lærda. At útbúgvingin er so breið,
og manglar námsfrøðiligan ser
kunnleika. Manglandi tignin. Kyn.
Søguloysið. Alt hetta er við til at
fastlæsa lønina á einum lágum
støðið.
– Vit eiga at takað støðið í barn
inum, og at børnini hava eitt krav
uppá námsfrøðingar sum eru út
búnir til at arbeiða á dagstovnum
og sum kunnu fylla út teir karmar,
ið Dagstovnalógin ásetir.
Hildur Patursson heldur, at taka
vit støðið í børnunum og virða
kravið, sum børnini hava uppá
námsfrøðingar, sum kunnu fylla
út teir karmarnar Dagstovnalógin
setur upp, so verða vit noydd
til at tillaga lønarviðurskifti og
arbeiðsumstøðurnar hjá náms
frøðingunum eftir einum leisti,
sum ger tað attraktivt hjá teimum
at arbeiða.
Politiskur vilji má til
– Vilja vit broyta lønarlagið, má
politiskur vilji til. Bæði kommun
urnar og landið eru stórir arbeiðs
gevarar, so tey eiga ein stóran
part av ábyrgdini fyri, hvussu
okkara lønarmynstur sær út. Men
ikki bara sum arbeiðsgevarar eiga
kommunur og landstýrið ábyrgd,
sigur Hildur Patursson.
– Vit tosa ofta bara um tveir
partar, tá ið vit tosa um lønarsam
ráðingar: Fagfeløg og arbeiðsgev
aran. Men politiska skipanin er hin
triði parturin. Politiska skipanin er
hon, ið skal seta karmarnar upp fyri
hvussu okkara arbeiðsmarknaður
og lønarlag skulu síggja út.
Við hesum meinar Hildur
Patursson, at politiska skipanin
millum annað eigur at kanna og
taka ábyrgd av teimum lønarmun
um, sum eru millum kynini. Hon
leggur at enda afturat:
– Men í miðpunktinum eiga at
vera rættindini hjá børnunum og
teirra krav uppá námsfrøðingar.
Vilja vit halda dagstovnalógina
og geva børnunum tað, tey eftir
Dagstovnalógini hava krav uppá,
so mugu vit politiskt gera nakað
fyri, at fáa fleiri námsfrøðingar at
arbeiða á dagstovnunum. Hetta
kann millum annað gerast við betri
lønum og betri arbeiðsumstøð-
um.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Eftir dagstovnalógini hava børnini krav uppá, at í
minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum eru námsfrøðingar.
Og tá mugu vit sjálvandi hugsa um námsfrøðingar sum
eru útbúnir at fylla út karmarnar í Dagstovnalógini«
Hildur Patursson heldur at Føroyar eisini átti at gjørt slíkar kanningar og vísir á, at bæði í Íslandi og í
Svøríki verður arbeitt politiskt við at minka um hendan lønarmunin, sum einans er grundaður á kyn
MYND: ÁLVUR HARALDSEN