hósdagur 3. mars 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
17
TJÓÐHILD PATURSSON
Í
Dagstovnalógini mælir
Mentamálaráðið til, at
minnst 2/3 av starvsfólk
unum á dagstovnunum
– vøggustovunum, barnagørð
unum og frítíðarskúlunum – eru
námsfrøðingar. Støðan er tó ein
heilt onnur. Tøl frá Skúladeildini
hjá Mentamálaráðnum vísa, at í
2015 vóru einans 44 % av starvs
fólkunum á dagstovnunum út
búnir námsfrøðingar. Í alt vóru
718 fulltíðarstørv í dagstovn
unum í 2009, harav 319 vóru
námsfrøðingastørv, ímeðan
hini 399 arbeiddu sum hjálpar
fólk. Um sama starvsfólkatal
skal haldast, og Dagstovna
lógin samstundis verða fylgd,
áttu 160 av teimum 399 hjálpar
fólkunum, at verið námfrøð
ingar. Altso manglaðu, um Dag
stovnalógin skuldi verða fylgd,
160 námsfrøðingar á dagstovna
økinum í 2009.
Ov nógv fólk til arbeiðis?
Eingin vegleiðing um saml
aða starvsfólkatalið er í Dag
stovnalógini, men Almanna
og Heilsumálaráðið hevur (tá
ið tað enn var eitt samlað ráð)
sent vegleiðing til Skúladeildina
í Mentamálaráðnum um, at
tað í barnagørðum eiga at
vera minst 6 starvsfólkatímar
fyri hvørt barn um vikuna, og
í vøggutovunum minnst 10
starvsfólkatímar fyri hvørt
barn um vikuna.
Skal hendan vegleiðingin
fylgjast, umframt at Dagstovna
lógin skal vera hildin, áttu í 2015
at verið 419 námsfrøðingar í full
tíðarstarvi og 209 hjálparfólk –
hetta útroknað eftir samlaða
barnatalinum í vøggustovu
og barnagarði sama árið. Eftir
hesum manglaðu í 2015 sostatt
100 námsfrøðingar.
Hjálparfólkini vóru haraftur
ímóti 190 ov nógv. Í alt vóru 90
fulltiðarstarvsfólk meira, enn
tað ið var minstamarkið eftir
tilmælunum.
Tað
kann
hugsast
at
manglandi talið á faglærdum,
partvís verður vigað upp
við hesum 90 eyka fulltíðar
støvunum. Men í hvønn mun
hevur tað týdning at starvsfólk
á dagstovnunum eru faklærd,
og í hvønn mun kunnu eyka
ófaklærd vera sett ístaðin fyri
tað fakliga?
Nógv arbeiða niðursetta
tíð og flestu starvsfólk
eru eru kvinnur
Tølini frá Skúladeildini í Menta
málaráðnum vísa harumframt,
at 99 % av námsfrøðingunum
á dagstovna økinum eru
kvinnur, og at nógv arbeiða
niðursetta tíð. Í 2015 var miðal
arbeiðsvikan hjá einum nám
frøðingi á dagstovni 32,5 tímar.
Høvdu allir námsfrøðingar á
dagstovnaøkinum arbeitt fulla
tíð, høvdu tað manglað umleið
25 fulltíðar námsfrøðingar á
dagstovnunum.
Arbeiðsgeverafelagið
Dagstovnalógin
(Løgtingslóg nr. 67, 10. mai 2000)
§ 8. Stk 4. Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða
2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar.
Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.
Útrokningar
Námsfrøðingar
Hjálparfólk
Tilsamans
Starvsfólk i 2015
319
399
718
Starvsfólk um bæði
tilmæli vóru fylgd
419
209
628
Munur
-100
190
90
Talva: Tal av námsfrøðingum og hjálparfólki í Føroysku
dagstovnunum árið 2015, umframt hvat talið átti at verið, vóru
bæði almennu tilmælini fylgd. Alt er umroknað til fulltíðarstøv.
Tølini eru heintað úr hagtalsgrunninum á hagstova.fo. Skúladeildin
á Mentamálaráðnum savnaði tølini inn í január 2015.
Tilmælini frá Mentamála
ráðnum verða ikki fylgd
Kommunala Arbeiðsgeverafelagið fer ikki at hækka
um lønirnar, fyri at tekkjast námsfrøðingunum
Minnst 100 náms
frøðingar mangla
á dagstovnaøkinum
Hjálparfólk verða sett, tí
eingin námsfrøðingur søkjur
TJÓÐHILD PATURSSON
K
ommunala Arbeiðs
gevarafelagið er ein
stórur arbeiðsgevari
fyri føroyskar kvinnur.
Kvinnur í Føroyum hava eftir
tølum frá Hagstovu Føroya lægri
lønir enn føroyskir menn. Eigur
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
at arbeiða fyri at lyfta lønirnar hjá
føroysku kvinnunum?
– Ja, tað haldi eg, at man eigur,
og at man hevur, sigur Anita Fuglø,
leiðari fyri Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið.
Formaðurin í Pedagogfelagnum,
Jógvan Philbrow, nevnir í samrøðu
við Vikuskiftissosialin, at ein
av orsøkunum til at ójavnvágin
í lønarlagnum heldur fram, er
sjálvur mátin hitt almenna gevur
lønarhækkanir. At geva eitt ávíst
prosenttal í lønarhækking hevur
við sær, at tey ið hava høgar inn
tøkur frammanundan fáa meira
burturúr lønarhækkingini enn
tey lágløntu. Ein lønarhækkan
á 2 % av eini lágari løn er nógv
minni, í krónum og oyrum, enn 2
% av eini høgari løn. Anita Fuglø,
leiðari í Kommunala Arbeiðs
gevarafelagnum, er samd í hesum,
men vísir á at Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið hevur roynt aðrar
hættir.
– Ja, hetta kann gera at munurin
økist heldur enn minkar. Men
onkuntíð hevur verið roynt at
áseta lønarhækkanir í krónum +
eitt ávíst %, og eisini bara í krónu
tali. Men ikki øll hava verið glað
fyri hetta; heldur ikki øll láglønar
feløgini.
Jógvan Philbrow, formaður í
Pedagogfelagnum, dregur í sam
røðuni við Vikuskiftissosialin eisini
fram, at tað er ein trupuleiki, at ov
nógv námsfrøðingastørv, serliga í
dagstovnunum hjá kommununi,
verða lýst sum parttíðarstørv.
Anita Fuglø ásannar, at tað er
ein trupuleiki, um fólk ið ynskja
at arbeiða fulla tíð ikki fáa møgu
leika til tess, men er samstundis
ivasom um, hvørt veruligur eftir
spurningur er eftir fulltíðarstørv
um á dagstovnunum.
– Tað er keðiligt og eisini løgið
at man ikki skal kunna fáa fulla
tíð. Fyrr arbeiddu øll fulla tíð. Tá
vóru ynski um at gera møguleikar
fyri parttíðarstørvum. Skipanin
bleiv tá broytt soleiðis, at hetta
skuldi vera gjørligt. Nú hava vit
hoyrt frá Pedagogfelagnum at fólk
ynskja at arbeiða fulla tíð, men tá
ið vit spyrja okkum fyri, so virkar
tað ikki at vera so. Arbeiðir tú eitt
láglønt starv, so verður lønin ógvu
liga lág, um tú fert niður í tíð. So
hetta er nokk heldur eitt ynski um
eina hægri løn, enn eitt ynski um
fleiri tímar.
Skal skipanin broytast aftur,
tekur hetta tíð. Tað er ikki nakað
sum kann gerast yvir nátt, sigur
Anita Fuglø. Hetta ynskið um
broyting má koma frá fakfelag
num. Ein møguleiki er at gera eina
skipan har starvsfólkini verða
minni knýtt at ávísum stovnum og
heldur arbeiða fyri kommunurnar.
– Tað krevur av starvsfólkunum
at tey eru fleksibul, ikki læsa seg
fast í arbeiðinum á eini stovu ella
einum stovni, men heldur arbeiða
fyri kommuna og teir dagstovnar
nar, ið eru í kommununi. So átti tað
at verið lættari at skipa arbeiðið
fulla tíð, um ynski vóru um tað.
Eftir nýggjastu tølunum hjá
Skúladeildini á Mentamálaráð
num eru 44 % av starvsfólk
unum í føroysku dagstovnunum
námsfrøðingar. Eftir dagstovna
lógini eiga minst 2/3 av starvsfólk
unum at vera námsfrøðingar. Í 2015
manglaðu minst 100 námsfrøð
ingar á dagstovnunum. Um hetta
sigur Anita Fuglø:
– Man vil fegin liva upp til
hetta, og talið av námsfrøðingum
er vaksið nógv seinastu árini.
Trupuleikin er, at eingir umsøkjarir
eru, tá ið størvini verða lýst, og
tí verða hjálparfólk sett ístaðin.
Eina ferð ella tvær ferðir um árið
verða størvini hjá hesum hjálpar
fólkunum lýst leys aftur, og um
nakar námsfrøðingur søkjur,
verður viðkomandi settur ístaðin.
Tað er serliga úti á smáu pláss
unum, at tað mangla nógvir náms
frøðingar.
Orsøkirnar til at ov fáir náms
frøðingar søkja arbeiðini á dag
stovnunum eru nógvar. Anita
Fuglø nevnir at tað partvís kann
hava nakað við áhuga at gera, men
eisini at møguleikin fyri at betra
um inntøkuna í øðrum størvum
kann trekkja.
– Tey sum arbeiða á serstovn
unum hava ofta møguleika fyri at
vinna meira í løn. Tey fáa viðbøtur
fyri at arbeiða skeivar tíðir,
kvøldar- og náttarvaktir, umframt
at arbeiða langar vaktir.
Hildur Patursson, master í
pedagogikki og fyrrverandi for
kvinna í Pedagogfelagnum, nevnir
í samrøðu við Vikuskiftissosialin
at í miðpunktinum eiga at vera
rættindini hjá børnunum og teirra
krav uppá námsfrøðingar. Hildur
Patursson heldur, at vit politiskt
mugu gera okkurt fyri at fáa fleiri
námsfrøðingar at arbeiða á dag
stovnunum. Hetta kann millum
annað gerast við betri lønum og
betri arbeiðsumstøðum. Um hetta
sigur Anita Fuglø:
– Vit kunnu ikki geva bara ein
um starvsbólki lønarhækkan. Vit
eru bundin at teimum lønarhækk
anum, ið aðrir starvsbólkar fáa.
Annars høvdu vit havt samráðingar
uttan enda. Hóast stóra mangulin
av handverkarum, hava vit ikki
sett handverkaralønirnar upp.
Vit kunnu heldur ikki fara út í
kapping við landið. Landið og
kommunurnar mugu halda eitt
javnt lønarlag.
TJODHILD@SOSIALURIN.FO
Anita Fuglø, leiðari fyri
Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið