Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 18 BARBARA HOLM 24 ár og eitt ár frá at vera útbúgvin lækni. Men longu nú skal unga vágskvinnan virka sum lækni í Landssjúkrahúsinum, tá ið hon í summar flytur heim aftur á klettar­nar fyri eina stund. Hanna Bjarkhamar Poulsen er ein av tveimum mongu kvinn­ unum, sum flutti av landinum í út­búgv­ingarørindum, og sum ongan­tíð sá seg flyta heim aftur til Føroya. – Satt at siga havi eg altíð trúð, at eg fór at stórtrívast óansæð hvar í heiminum eg skuldi búleikast. So eg væntaði ikki eg fór at sakna heimstaðið, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen. Hanna hevur nú búð í Danmark í áleið fimm ár, og ivaleyst hava hesi fimm árini verið ein stór menn­ingartíð fyri unga læknan. – Eg eri broytt nógv og havi lært meg sjálva betri at kenna hesa tíðina, eg havi búð í Danmark, og í dag má eg bara staðfesta, at eg havi broytt meining, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen og sipar til tað, at flyta heim aftur til Føroya. – Eg havi funnið útav, at eg sakni nærumhvørvið í Føroyum. Eg sakni míni vinfólk og familju har, og eg sakni náttúruna meira enn eg trúði eg fór, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen. Fordómar um Grønland og Føroya Tá tú lesur til lækna er tað soleiðis skipað, at tú í fleiri umførum fær loyvi til at royna teg sum lækni. Mong læknalesandi fara til Grønlands í arbeiðsørindum í summarfrítíðum og líknandi, og tað hevur Hanna eisini roynt. – Tað var ein stór uppliving fyri meg at starvast í Grønlandi í eina tíð, tí eg lærdi nógv um fólki har, og kendi tað sum, at tey vóru ógvu­ liga takksom fyri tað hjálp, sum eg kundi geva teimum, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen. Hanna upplivdi tað, sum iva­ leyst mong okkara uppliva javnan á okkara ferð. Hon fekk summar av sínum fordómum um Grønland váttaðar og aðrar avsannaðar. – Eg hevði nakrar fordómar um Grønland, og eg lærdi til døm­is, at grønlendarar berjast øgiligt við alkoholismu og sjúkum sum tuberklar, greiðir Hanna Bjarkhamar Poulsen frá. Men á tí jaliga økinum lærdi Hanna, at teir grønlendarar hon hitti liva øðrvísi enn tey gera í Dan­ mark og vit gera í Føroyum. – Børnini sótu ikki við teldlum og tey vaksnu ikki við hvør sínum skíggja. Tey uppførdu seg heilt øðrvísi orsaka av, at tey spældu, sam­skiftu og tosaðu hvør við ann­ an eins og vit gjørdu í Vági, tá ið eg Eg havi funnið útav, at eg sakni nærumhvørvið í Føroyum« 24 ÁRA GOMUL STARVAST SUM LÆKNI – Eg havi altíð væntað, at eg fór at trívast væl í Danmark og í veruleikanum alla staðni í heiminum. Men síðan eg flutti niður, havi eg funnið útav, at náttúran og umhvørvið í Føroyum dregur meg at sær, sigur 24 ára gamla Hanna Bjarkhamar Poulsen, sum í summar fer á Landssjúkrahúsið at starvast sum lækni Hanna Bjarkhamar Poulsen PRIVATMYND