hósdagur 3. mars 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
19
»Eg haldi undir øllum umstøðum ikki,
at tað er skilagott at niðurleggja
Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahús.
Tá verður frástøðan frá sjúkling
inum til heilsubót ov stór«
Hanna Bjarkhamar Poulsen
vaks upp, sigur Hanna við minnum
um eina farna tíð uttan tøkniligu
innrásina vit uppliva í dag.
Á sama hátt, sum Hanna
Bjarkhamar Poulsen fekk innlit
í grønlendska samfelagið, ætlar
hon sær nú at fáa eitt nýtt innlit
í Føroyar. Hanna Bjarkhamar
Poulsen hevur til dømis eisini
fordómar um, hvussu sjúkrahús
verkið í Føroyum riggar, men held
ur enn at ræðast tað, vil hon royna
sínar fordómar í verki.
– Eg havi sjálvandi frætt um
støðuna við serlæknamangul og
líknandi, men heldur enn at skera
Føroyar av, so vil eg sjálv inn at
uppliva, hvussu støðan er, sigur
Hanna Bjarkhamar Poulsen.
6 mánaðir í fyrstu atløgu
Tað er í summar, at Landssjúkra
húsið fær ungu kvinnuna í starv,
og er tað í fyrstu atløgu seks mán
aðir, Hanna skal starvast á sjúkra
húsinum í Havn. Tveir mánaðir
skal hon hava sína dagligu gongd
á psykiatriska deplinum og síðani
er tað medisinski depilin, sum fær
kanska sín fyrsta 24 ára gamla
lækna.
– Eg gleði meg ómetaliga nógv
at uppliva landssjúkrahúsið, og
eg havi stóran áhuga fyri hesum
báðum deildunum, so tað verður
ein spennandi tíð, sigur Hanna
Bjarkhamar Poulsen.
Eftir at hon er liðug á Lands
sjúkrahúsinum hevur Hanna eitt
ár eftir av lesnaði, áðrenn hon
veruliga kann kalla seg fyri lækna.
Um hon kemur aftur til Føroya
eftir tað er ivasamt, tí Hanna
hevur ein danskan maka, og tá er
altíð truplari at flyta heimaftur á
klettarnar.
Og um Hanna ætlar at gerast
serlækni, so eru nøkur ár av
lesnaði, sum skulu leggjast aftrat.
– Eg havi ikki tikið støðu til,
hvørja sergrein eg skal velja, tí
júst nú haldi eg alt vera áhugavert.
Men eg havi enn stundir at finna
fram til tað rætta, sigur Hanna
Bjarkhamar Poulsen.
Tá ið umræður dagsins heita
epli innan sjúkrahúskjakið – eitt
sjúkrahús ella trý – er Hanna ikki
í iva.
– Eg haldi undir øllum umstøð
um ikki, at tað er skilagott at niður
leggja Suðuroyar og Klaksvíkar
sjúkrahús. Tá verður frástøðan frá
sjúklinginum til heilsubót ov stór,
vísir Hanna Bjarkhamar Poulsen á.
Ivaleyst kann hugsast, at Føroya
helst yngsti lækni kemur heim
mitt í einari tíð, tá ið samfelagið fer
at kjakast enn meira um, hvussu
framtíðar sjúkrahúsverkið skal
skipast.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Eg havi ikki tikið støðu
til, hvørja sergrein eg skal
velja, tí júst nú haldi eg alt
vera áhugavert. Men eg
havi enn stundir at finna
fram til tað rætta, sigur
Hanna Bjarkhamar Poulsen
PRIVATMYND
PRIVATMYND