hósdagur 3. mars 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
20
KLUMMAN
Simona Weihe
Arbeiði er eitt – reality nakað heilt annað
Kann ikki lata vera við at halda tað vera
nakað møsn, tá sjónvarpsfólk í grein í
Sosialinum gevur tí at hon er kvinna
skyldina fyri at verða kommenterað og
happað.
Eg havi fyrr skrivað um miðlafólk, sum
hava trongd at tosa um seg sjálvan.
Hví halda tey, at vit hyggjarar, lurtarar
og lesarar hava áhuga í teimum sum
privatpersónum? Tað einasta, sum kann
henda er, at tú blandar títt privatlív saman
við tí arbeiðsliga. Til dømis um tú hevur 10
børn ella ongi, tað kemur ongum við.
Fólk, sum hava sítt arbeiði fyri eygunum á
almenninginum, skulu kanska hugsa eitt
sindur um, hvat tað førir við sær at blanda
alt saman. Tí verða persónlig viðurskifti
almenn vitan, kann narcisissma teirra
seta tey í andglettin fyri júst niðrandi
og happandi viðmerkingum frá hesum
ódámligu typunum, sum gartera á sosialum
miðlum. Sjálvsagt er tað ikki ókey. Men tú
kanst ikki stýra nøkrum sum helst, tá tú
letur teg úr alment.
Tá eg fari inn á Ekstrablaðið ella BT, ja, so
sleppi eg ikki undan fólkum sum Sidny
Lee og Amalie. Tey selja, tí eru tey har.
Hesir løgnu sniglarnir, sum liva lívið í
fjølmiðlunum. Gera seg til bíligt undirhald:
»Hygg, góðu lesarar, hvussu frætbýtt tey
eru!« Øll hava rætt til at hava eina meining
um tey. Tey hava givið seg upp til skutil.
Víst er hetta ein ekstrem samanbering við
okkara dunnuhyl. Men men …
So eg haldi at tað er eitt sindur
lætt sloppið at veittra við
kynsdiskriminatiónskortinum. Kanska
fari eg skeiv, men tað vóni eg ikki. Sum tað
stendur skrivað: »Alt hevur sína tíð«. So
kanst tú brodera víðari: Gloym teg sjálva,
ger títt arbeiði.
Grannakaffi verður um
alt landið um vikuskiftið.
Krabbameinsfelagið hevur
við hesum konsepti lagt upp
til, at fólk kunnu stuðlað
felagnum við at skipa fyri
Grannakaffi, har vinir og
kenningar koma á gátt til
hugnaløtu og samstundis
fáa høvið at lata eitt oyra
til Krabbameinsfelagið.
Sí hvar Grannakaffi
verður á heimasíðuni hjá
Krabbameinsfelagnum.
Krabbamein.fo
Eivør Pálsdóttir heldur eykakonsert sunnukvøldið
Eivør hevur konsert í Reinsarínum týskvøldið, men orsaka av, at hendan konsertin er útseld, verður
Reinsaríið karmur um eina eykakonsert sunnukvøldið klokkan 20.00.
sunnudagin klokkan 13 og 15. Sí meira á reinsariid.fo
MANGT OG HVAT
Grugg bjóðar
til sjónleik á
Fabrikkini hjá
Østrøm
Komandi dagarnar verður
skipað fyri serstøkum leiki í
Østrøm.
Um leikin skriva
fyrireikararnir:
Sjógvurin floymir inn yvir
bygdina - Íbúgvarnir mugu
flytast - heimbygdin er
blivin óliviligt økiI! Øll hava
fingið eina gula fráboðan í
postkassan. Krákan kráar
í trænum og Frank Sinatra
syngur "These little town
blues" úr hátalaranum í
burturflytingarbussinum.
Ein ferð inn í eitt univers,
har tíðin steðgar, dreymar
vakna, sjógvur fløðir og Gud
opinberar seg.
Sí meira á Facebook síðuni
við heitinum Sangir við gráa
havsins strendur.