hósdagur 3. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
E
itt ordiligt sunnudags
breyð. Ristað við smøri.
Kaffi afturvið. Ja, so er
sunnudagur! Tað sum
ikki verður etið sunnudag kann
nýtast sum luksus-innslag í mat
pakkanum mánadag og týsdag og
mikudag og… Ja, eg kundi etið tað
hvønn dag.
Og tað havi eg. Í meira enn eina
viku. Meira og minni væleydnaðar
royndir uppá hesa uppskriftina.
Áðrenn hon bleiv heilt røtt.
Soleiðis er tað onkuntíð, tá ið tú
hevur lovað teg til at at skriva um
mat. Fyrimunurin er, at tú sleppur
at arbeiða heima í køkinum – nakað
av tí, mær dámar best. Vansin – ella
rættari ein av vansunum – er, at tú
ofta endar við at eta tað sama í eina
heila viku.
Einaferð havi eg etið miseydnað
ravioli í eina heila viku. Eg gav upp.
Eg royni aftur seinni. Klári ikki at
eta meira miseydnað ravioli í eina
tíð.
Hetta breyðið var eisini púra
miseydnað við fyrstu roynd.
Onnur roynd stóð seg betur. Triðja
var etilig. Fjórða heilt góð. Men tað
var ikki fyrr enn við fimtu roynd, at
breyðið bleiv soleiðis, sum eg vildi
hava tað.
Eg lærdi nógv ávegis. Millum
annað hvussu trupult tað er at eta
eitt heilt breyð um dagin – serliga
miseydnað breyð. Hitt fimta væl
eydnaða og góða, sum tit fáa
uppskrift uppá niðanfyri, tað
hvarv harafturímóti skjótt.
Heldig í tykkum, at eg havi gjørt
øll mistøkini fyrr í vikuni sum fór,
nú sleppa tit (vónandi) frá at gera
tey somu.
Sunnudags rugbreyð –
við kaffi, hasselnøtum
og kakao
Fríggjakvøld – 1. stig:
Stoyt tað mesta av súrdeigginum
burtur. Lat umleið 2 cm í ílatinum
vera eftir. Gev nú súrdeigginum at
eta. Tvær súpiskeiðir av rugmjøli
og tvær av vatni. Lat standa til
morgunin eftir. Um tú enn ikki
hevur gjørt tær súrdeiggj, so finnst
vegleiðing her á síðuni.
Leygarmorgun – 2. stig:
Fyri at breyðið skal eydnast, so
má súrdeiggið vera komið ordiliga
í gongd áðrenn tú byrjar at baka.
Tað skal bløðra í súrdeigginum.
Um tað enn ikki er komið ordiliga
í gongd, mást tú blíva við at geva tí
at eta – far aftur til 1. stig.
Um súrdeiggið bløðrar og angar
søtt av øli og eitt sindur súrt av
edikki, so er klárt.
Til 1 breyð skalt tú, umframt
súrdeiggið, brúka:
• 100 gram av hasselnøtum
+ møguliga nakrar eyka at
pynta við
• 2,5 dl av kaffi
• 2,5 dl av vatni
• 400 gram av rugmjøli
• 1 súpiskeið av kakaopulvuri
• 1 súpiskeið av hunangi
• 2 teskeiðir av salti
Hakka hasselnøtirnar og rista
tær á eini pannu. Ímeðan gert tú
tær kaffi. Fá tær ein kaffimunn,
men goym 2,5 dl av kaffinum til
deiggið. Blanda 2,5 dl av kaffi við
2,5 dl av køldum vatni – lat kólna
til rúmshita.
Tá ið kaffið/vatnið er kólna,
stoytir tú tað í ein bolla og rørir
tað saman við 2 súpiskeiðum av
súrdeggi, rugmjøli, kakopulvuri
og hunangi. Bíða við saltinum.
Súrdeiggið gongur betur, tá ið einki
salt er í deigginum. Set lok á bollan,
ella set ein tallerk útyvir.
Lat standa á borðinum í einar 8
tímar – til tað er vaksið til umleið
dupulta stødd. Nú rørir tú 2
teskeiðir av fínum salti útí deiggið.
Smyr síðani ein breyðform og hell
deiggið uppí. Legg eitt viskustykki
útyvir og lat standa á borðinum í
umleið 2 tímar. Longri, um deiggið
hjá tær ikki veksur so skjótt.
Hita ovnin til 200 hitastig, og
baka breyðið í ovninum í umleið
45 minuttir – tú kanst banka undir
botnin á breyðinum, fyri at vita um
tað er liðugt. Pakka breyðið inn í
eitt viskustykki og goym tað til
dagin eftir – tá er tað lættari at
skera.
Sunnumorgun – 3. stig:
Vakna. Ger kaffi. Rista breyð, ella et
tað sum tað er – tað er gott óansæð.
Góðan sunnudag.
Tað er týdningarmikið, at ordilig gongd er í súrdeigginum, áðrenn tú
fert í holt við at baka. Týðiligar bløðrur eru eitt gott tekin. Súrdeiggið
á myndini bleiv gloymt aftast í kuldaskápinum í 2 mánaðar, men við
góðari ansing í eina viku, var tað frískt og sprell livandi aftur.
Ein av nógvum breyðmáltíðum hesa vikuna. Hetta breyðið er
frá triðju roynd. Breyðið var heilt hampuligt og heilt víst etiligt.
Verið tit bara glað fyri, at eg ikki tók myndir frá fyrstu roynd.
SUNNUDAGS
RUGBREYÐ
– Við kaffi, hasselnøtum og kakao
Prei:
Tað er ikki beinleiðis sam
band ímillum hvussu súrt
súrdeiggið er og hvussu
væl tað riggar. Súrdeiggj
verður súrari um tað stend
ur í kuldaskápi. Um títt
súrdeiggj er vorðið ov súrt,
kanst tú í eina tíð lata tað
standa á køksborðinum, og
hvønn dag stoyta næstan
alt burtur (uttan umleið 1-2
cm) og síðani geva tí at eta
sum vænt – 2 súpiskeiðis av
rugmjøli og 2 av vatni.
Prei:
Hevur tú trupuleikar við at
fanga røttu bakteriurnar?
Royn so at koyra eitt lítið
sindur av hunangi, jogurt ella
rivnum súrepli í at byrja við.
Tað lættir um.