Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 24 Vælferðarsamfelagið er undir ógvusligum trýsti. Vinnulívið er um at kvalast í eftirliti og órímilig krøv verða sett tí almenna til at veita umsorgan og tænastur. Krøvini sláa lættliga botnin úr landskassanum. Men er tað neyðugt at tað almenna veitir dýrar tænastur og fremur strangt eftirlit, ella er talan um marglæti og formyndarí? RÓGVI NYBO S einastu vikurnar hava vit í Sosialinum varpað ljós á krakkaveldi og á al­menna yvirbygnaðin í Føroyum. Vit hava millum annað varpað ljós á hvussu vinnulívið upp­livir at tað verður køvt í al­menn­um eftir­liti, og at fyritøkur og ein­stak­lingar tora ikki altíð at tala at, tí tey óttast avleiðingarnar. Vit hava eisini varpað ljós á hvussu almennar sparingar ofta eru gykl fyri skattgjaldarum, með­ an starvs­fólk koma inn og verða flutt runt í almennu rund­koyr­ing­ ini, og ongan­tíð verða flutt út aftur. Úrs­litið er ein almenn fyri­siting, sum bara bólgnar. Hetta gevur høvi til at hyggja eftir og spyrja, hvat er veruliga enda­málið við vælferðar­sam­ felag­num. Hvussu eru vit komin inn í hesa ringrásina, hvørjar eru høvuðs­uppgávurnar hjá tí al­ menna og hvat kann tykjast meira sum marg­læti og hugnaður enn ein verulig uppgáva fyri vælferðar­ sam­felagið. Tað varpa vit ljós á hesa ferð. Fjálgt formyndarí Upprunaliga er vælferðar­sam­fel­ agið bygt í einari hugsjón um eitt samfelag, ið samhaldsfast held­ ur hondina undir øllum sínum borg­ar­um og loftar teimum veiku, eldru, sjúku og teimum óhepnu, ið av einari ella aðrari orsøk ikki megna at forsyrgja sær sjálvum í styttri ella longri tíðarskeið. Sum liður í hesum útbygdu Norðurlondini, sum eru ímyndin av almenna væl­ferðar­samfelagnum, á øllum vælferðarøkjum í sam­ fel­ag­num og lótu dyrnar upp, so­ leiðis at eingin varð forðaður av fíggjar­ligum orsøkum. Alment og ókeypis heilsuverk, almenn og ókeypis atgongd til skúlagongd, seinni eisini eldrarøkt, pensjónir til tey eldru, ið ikki orkaðu at arbeiða meira og onga uppsparing áttu, og so framvegis. So líðandi er vælferðar­sam­ fel­agið tó vorðið alsamt meira um­fevn­andi. So hvørt sum tað al­ menna vælferðarsamfelagið verð­ ur bygt út, verða nýggj krøv sett til uppaftur fleiri tænastur og meira ella minni ókeypis møgu­leikar. Krøv­ini koma frá fleiri síðum. Politikarar lova gjarna at út­ byggja í eystur og vestur fyri tína atkvøðu. Borgarar, ið hava dagliga sambandið við almennar stovnar seta eisini fram fleiri krøv. Og al­ mennir stovnar vilja sjálvandi eisini ganga á odda og veita nýggjar tænastur til teirra viðskiftafólk. Men so líðandi eru vit eisini farin úr einum vælferðarsamfelag, ið heldur hondina undir teimum veiku, sjúku, óhepnu og eldru til eitt formyndarasamfelag, ið hevur ovurumsorgan og tekur ábyrgd av herðunum á vanligum fólki. Eitt dømi um slíkt – sum tó bert er úr rúgvuni – finna vit í Ar­beiðs­ loysisskipanini, ALS. Har ALS upp­ runa­liga er ein skipan, har arbeiðs­ leys skrivaðu seg og sínar førleikar upp, arbeiðsgevarar komu inn at leita eftir fólki við førleikum teim­um tørvaði og starvsfólkini settu báðar partar í samband við hvønn annan, so hevur skipanin í dag nakrar heilt øðrvísi tænastur og tilboð til arbeiðssøkjandi, ið fara munandi víðari enn at veita fíggjar­ligan stuðul, virka fyri bøtt­um møgu­leik­um hjá ar­beiðs­ leys­um at fáa arbeiði og at umsita ar­beiðs­ávísing, sum tað stendur í enda­máls­orðingini fyri ALS. Er tú arbeiðsleysur í dag, stend­ ur tær í boði at fara á før­leika­ menn­andi skeið, at fara til verka á fimm ymsum breytum í Fjøl­ smiðjuni hjá ALS uppi á Hjalla og fáa nýggjar førleikar, fríska upp gamlar førleikar, fáa sosiala sam­ veru, lættari atgongd til arbeiðs­ til­boð, atgongd til málsviðgera, kveikj­arar og virkisráðgevar. ALS hevur eisini skipað fyri at senda fólk í starvsvenjing hjá privatum fyri­tøkum upp til fimm mánaðir við løn frá ALS. Har­ afturat hevur ALS áður skipað fyri kvøld­setum, har varpað verður ljós á til­veruna sum arbeiðsleysur við fram­løgum og sjónleiki. Skera vit hin­ vegin inn á bein í tí almenna og taka burtur alt tað hugnaliga, makliga og marg­ lætis­kenda, sam­ stundis sum vit avtaka fleiri av teimum eftirlits­ skipanum, vit hava sett í verk, hvat stendur tá eftir av væl­ ferðar­sam­felag­ num?« SAMFELAG EFTIRLIT OG FORMYNDARÍ FRAM UM ÁLIT OG ÁBYRGD