hósdagur 3. mars 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
25
Tað er sjálvsagt einki forgjørt í,
at ALS veitir arbeiðsleysum eina
so dygdargóða og breiða tænastu
sum gjørligt, men veruligi spurn
ingurin er sum sagt um tað er
neyðugt og um tað er ábyrgdin hjá
tí almenna. Vit kunnu spyrja, um
tað er uppgávan hjá ALS at senda
fólk á førleikamennandi skeið, ella
um hvør einstakur sjálvur hevur
ábyrgdina av at menna sínar før
leikar við at gera íløgur í skeið ella
skúla.
Spurnartekin kann eisini setast
við, um tað er uppgávan hjá ALS
at veita privatum fyritøkum
ókeypis arbeiðsmegi, og um tað
er uppgávan hjá ALS at skipa
fyri almennum hugnaløtum
við skemti og framløgum.
Tað er sjálvsagt hugnaligt
og fremjandi, men tað er
eisini dýrt at hava slík
átøk. Spurningurin
er hvar markið gong
ur millum persónliga
ábyrgd og fjálgt for
myndarí.
Kvalandi eftirlit
Tað er tó ikki bert umsorg
anaruppgávan hjá vælferðar
samfelagnum, sum er undir
støðugum trýsti um at fevna
breiðari og fjálga betri um. Eisini
á eftirlitssíðuni er støðugt trýst
á. Alsamt størri krøv verða sett til
eftirlit av øllum møguligum slagi.
Í fleiri førum eru vinnulívsfólk og
almenn starvsfólk noydd at rópa
varskó, tí tey eru við at hokna
undir strangum eftirliti, sum í
roynd og veru forðar teimum at
gera tað arbeiði, tað er meiningin
at tey skulu gera.
Burtur úr rúgvuni kunnu vit
nevna strongu krøvini um skjal
prógv, sum ger at starvsfólk í
heilsuverkinum nýta størri tíð
til at fylla út skjøl og berjast við
KT-skipanir enn til sjúklingar. Vit
kunnu eisini nevna nógv útskeld
aðu strongu krøvini frá Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni til slátur
virki og hjallar – millum annað at
starvsfólkavesi skal verða tengt at
hjallinum, um hann skal verða góð
kendur – sum eru við at forkoma
serføroysku matmentanini.
Mong av hesum krøvunum geva
góða meining í sær sjálvum. Tað
sigur seg sjálvt, at tað er neyðugt
at føra journalir við sjúklingum.
Tað sigur eisini seg sjálvt, at øll
matvøra eigur at verða handfarin
við skili og at reinføri er neyðugt.
Hinvegin verður eftirlit ofta ikki
sett inn við skili. Loysnir og krøv
koma inn úr øðrum londum, eitt nú
strongu matvørukrøvini, ið koma
úr ES, og sum í roynd og veru ikki
hóska seg til føroyska samfelagið.
Strangt sosialt
eftirlit í Føroyum
Spurningurin er, sum Halgir
Winther Poulsen, advokatur, eisini
nevnir í fyrstu greinunum, vit
skrivaðu um evnið fyri tveimum
vikum síðani, um vit ikki eiga at
venda aftur til eina meira einfalda
skipan, har vit hava álit á fólki
heldur enn at krevja strangari
eftirlit.
Føroyar eru eitt sera lítið sam
felag, har vit sum fólk kenna hvønn
annan væl og orðið annars ferðast
skjótt. Ofta verður hetta nevnt í
einum negativum týdningi, so sum
slatur ella jantelóg, men ein onnur
síða av tí er eisini at Føroyar í so
máta hava eitt sera strangt sosial
eftirlit.
Hugsa vit okkum eitt nú at ein
bóndi, ið slaktar seyðin í kjallara
num og turkar í hjallinum, hann
sjálvur hevur bygt, selur onkrum
kjøt ella aðra matvøru, ið ikki er
góð, er spilt ella handfarin illa, so
er tað sera skjótt at orðið breiðir
seg um viðkomandi bónda og
hann kann missa sínar kundar. Á
henda hátt er bóndin longu undir
strongum sosialum eftirliti uttan
at Heilsufrøðiliga Starvsstovan
hevur verið inni og framt nakað
slag av eftirliti.
Dømið við bóndanum er bert
eittans, og eftirlitini eru mong,
har tað møguliga gav líka góða
ella betri meining við vanligum
áliti og sosialum eftirliti fram um
eitt pappírsveldi og umsitingarliga
krevjandi eftirliti.
Skera inn á bein
Eftir stendur tann grundleggjandi
spurningurin, vit ikki sleppa uttan
um. Hvørjar eru uppgávurnar, ið
tað almenna veruliga noyðist og
skal loysa, tí at tað er tørvur á tí
og eingin annar megnar ella vil
loysa tær? Seinastu áratíggjuni
er vælferðarsamfelagið vaksið við
ferð, og tað sama eru útreiðslurnar
til allan tann samlaða almenna
geiran.
Vinnulív og privatfólk tala
at og eru við at hokna undan
skattum og avgjøldum fyri at
halda vælferðarsamfelagnum
uppi. Trupla uppgávan verður
løgd til politikarar at raðfesta og
finna pengarnar. Men sum Halgir
Winther Poulsen eisini vísti á í
samrøðu við Sosialin fyri fjúrtan
døgum síðani, er tað ein tvístøða,
sum er torfør at loysa. Vit kunnu
ikki gremja okkum um hetta, sam
stundis sum vit krevja at tað al
menna skal loysa allar avbjóðingar.
– Hava vit teir allarminstu
trupulleikarnar við okkara børn
um, gomlum ella sjúkum, so skal
tað almenna loysa trupulleikarnar
fyri okkum, sum vit mangan kundu
havt loyst sjálvi, segði Halgir
Winther Poulsen millum annað.
Skera vit hinvegin inn á bein í
tí almenna og taka burtur alt tað
hugnaliga, makliga og marglætis
kenda, samstundis sum vit avtaka
fleiri av teimum eftirlitsskipanum,
vit hava sett í verk, hvat stendur tá
eftir av vælferðarsamfelagnum?
Ein væl bíligari almenn fyrisit
ing og vælferðarsamfelag, har álit
og ábyrgd vórðu sett ístaðin fyri
eftirlit og formyndarí.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
»Hava vit teir allarminstu trupulleikarnar við
okkara børnum, gomlum ella sjúkum, so skal tað
almenna loysa trupulleikarnar fyri okkum,
sum vit mangan kundu havt loyst sjálvi«
Halgir Winther Poulsen, advokatur (Sosialurin 19. februar 2016)
Krakka-
veldi
Føroyar eru eitt sera lítið samfelag, har vit sum fólk kenna hvønn annan væl og orðið annars
ferðast skjótt. Ofta verður hetta nevnt í einum negativum týdningi, so sum slatur ella jantelóg,
men ein onnur síða av tí er eisini at Føroyar í so máta hava eitt sera strangt sosial eftirlit
MYND: R. NIAL BRADSHAW