hósdagur 3. mars 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
26
– Eg hoyri ofta frá
foreldrum, at børnini
broytast, tá tey byrja til
judo. Serliga eru tað teir
villu dreingirnir ið hava
lyndi til at blíva róligari
og meir balanseraðir,
sigur Jan Gunther
BIRGITH LASSEN
T
ær eru so ovurtungar,
hasar 27 motturnar sum
dekka gólvið á ítróttar
høllini í Eysturskúlanum
í dag. Til samans viga tær 847 kilo
og tvær ferðir um vikuna, skulu tær
sleipast úr goymslurúminum og
út á gólvið. Tvær ferðir um vikuna
venur Judofelagið nevniliga her.
Jan Gunther fer eitt sindur fyrr
frá arbeiðsplássinum fyri at náa
at sleipa motturnar út. Tað tekur
honum umleið ein hálvan tíma.
Hann ger tað einsamallur, og tað
hevur hann altíð gjørt.
Eftirhondini eru hasi 847 kiloini
blivin ein plága fyri hann. Men er
tað nakað at siga til – í 45 ár hevur
hann nevniliga sleipað motturnar
aftur og fram og aftur og fram.
Í 45 ár hevur hann verið »hjarta
slátturin hjá Judofelagnum« tók
Heðin Mortensen til farna sunnu
dag, tá tey heiðraðu Jan Gunther
og Judofelagið sum fylti 45 ár.
Men sjálvur heldur hann ikki, at
hann er eitt bragd sum skal heiðr
ast.
– Eg verði eitt sindur flóvur av
øllum hesum her við at tey skulu
heiðra meg. Fyri meg hevur tað
einki upp á seg. Eg geri bara tað,
eg tími, sigur Jan Gunther.
Judo er meir enn
ein ítróttargrein
Tað var mest sum av tilvild, at Jan
Gunther fall fyri júst judo, men
síðani hann sum 17-ára gamal íðk
aði judo fyrstu ferð, hevur áhugin
varað við. Og hvat er tað við judo,
sum talar til hann?
– Tað er nakað serligt tí, sum er
ringt at seta orð á. Tað er meir enn
ein ítróttargrein. Tú kanst siga, at
tað er ein máti at liva upp á, og tá tú
fyrst er bitin, kanst tú ikki sleppa
tí, sigur hann.
Judo er upprunaliga ein japonsk
disiplin. Tað er ein ítróttargrein
sum er gjørd út frá fleiri sjálvverju
skipanum. Judo merkir tann mildi
vegurin og í mun til aðrar sjálvs
verjugreinar, gongur judo ikki út
upp á at fremja harðskap. Sambært
heimasíðuni hjá Judofelagnum
snýr tað seg um at geva eftir fyri
at vinna.
Á heimasíðuni verður judo eis
ini samanborið við eina grein, ið
boyggir seg undan vindinum fyri
ikki at brotna. Soleiðis skal ein,
ið íðkar judo, eisini geva eftir fyri
styrkina hjá mótstøðumanninum
og brúka hana til egnan fyrimun.
Saman við karate, kendo,
ninjutsu og øðrum sjálvverji
greinum verður judo bólkað undir
felagsheitinum Budō, sum er eitt
japanskt heiti. Bu merkir »kríggj«
ella »sjálvverja« meðan Dō merkir
»liviháttur«.
Í ítróttargreinnum sum hoyra
undir Budō, er vanligt at íðkarirnir
hava belti. Í judo byrjar íðkarin við
hvítum belti, og er hann nóg góður
íðkari, kann hann enda við at fáa
svart belti.
»Børn eru so fitt
og stuttlig. Sjálvt
um tað kanska
ljóðar banalt,
er tað veruliga
hetta, sum fær
meg at halda á
fram«
Jan Gunther
Jan Gunther er best kendur sum judovenjari. Í 45 ár hevur
hann hildið lív í judovenjingini í Føroyum. Men hvør er
henda eldsálin? Og hvat er tað við judo, sum er so serligt?
JAN ER
FØROYSKI
JUDOPÁPIN
Hildið lív í judovenjingini í 45 ár
MYND: BIRGITH LASSEN
MYND: BIRGITH LASSEN