hósdagur 3. mars 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
27
Judo hjálpur
ungum dreingum
Á teimum tungu mottunum
standa nú sjey nettir ungir dreingir
klæddir í hvítar draktir. Onkur
hevur hvítt belti. Onkur annar
hevur gult. Nakrir fáir hava grønt.
Venjingin byrjar og skjótt bólt
ast teir hvíttklæddu nettu dreing
irnir runt á mottunum. Eitt suff
og nøkur stríggin ljóð koma frá
dreingjunum.
»SARE MODE« rópar Jan
Gunther. Og so gevast teir í
stundini.
Hann greiðir frá, at tað oftast
eru ungir dreingir, ið íðka judo.
Og tað hevur góða ávirkan á
teir.
– Eg hoyri ofta frá foreldr
um, at børnini broytast, tá tey
byrja til judo. Serliga eru tað
teir villu dreingirnir ið hava
lyndi til at blíva róligari og
meir balanseraðir, so hvørt
sum teir koma longur inn í
judoheimin, sigur Jan Gunther,
sum gjøgnum árini hevur vant
fleiri hundrað ungar judoíðk
aðar.
Hann greiðir frá, at judo
í stóran mun snýr seg um
disiplin.
– Man skal vera disipliner
aður, um man skal vera ein góð
ur judoíðkari. Og um man hevur
disiplinina, kemur man eisini
skjótt at merkja ein javnvág í
kroppinum og sinninum, sigur
Jan Gunther.
At skapa javnvág og kroppi
og sinni er eitt av endamálunum
við judo, og Jan Gunther heldur,
at tað er júst hetta sum kemur
teimum ungu, villu dreingjunum
til góðar. At leiða børn og ung á
røttu leið, og at skapa eitt sunt
umhvørvi fyri tey, er nakað av
tí sum drívur verkið, sigur Jan
Gunther. Men mest av øllum er tað
samveran við tey ungu, sum gevur
honum gleði í gerandisdegnum.
– Børn eru so fitt og stuttlig.
Sjálvt um tað kanska ljóðar banalt,
er tað veruliga hetta, sum fær meg
at halda á fram.
Brúkar judo í
gerandisdegnum
Teir sjey hvítkløddu dreingirnir
eru nú lidnir at venja. Jan Gunther
fær teir ungu íðkararnar at hjálpa
sær at sleipa motturnar inn aftur
í goymslurúmið. Og tað gera teir
fegnir. Jan Gunther fortelur, at
hann altíð hevur kent seg virdan.
Ikki bara av íðkarunum, men eisini
av fólki, sum hann ikki kennir.
Tá hann sum yngri var útblakari
á skeinkistøðum, upplivdi hann
ofta, at kúllarnir í býnum skjótt
góvust at brúka seg, tá teir sóu
hann.
– Teir sóu meg og so góvust
teir beinaveg at leika í. Sjálvt um
eg arbeiddi fleiri ár sum útblakari,
hendi tað bara eina ferð, at eg
noyddist at blaka ein út. Annars
var tað ofta nokk bara at vísa meg,
fortelur hann.
– Men sannleikin er nokk, at um
teir høvdu smekkað til mín, hevði
eg ligið sum lorturin, sigur hann
flennandi.
Tá Jan Gunther traðkar av mott
uni og pakkar sína hvítu drakt og
svarta beltið niður, gloymir hann
kortini ikki tankagondina, sum ein
judoíðkari skal brúka.
– Eg brúki judo í gerandisdeg
num. Men tað liggur so fastgrógvið
í meg, at eg hugsi ikki um tað long
ur.
Lívið uttan judo
verður tómligt
Eftir ætlan fer eldsálin at gevast
um tvey ár, tá hann fer á eftirløn.
Kroppurin er troyttur, og serliga
er tað tær tungu motturnar, sum
ger arbeiðið hjá Jan Gunther tungt.
Men tá hann verður spurdur, um
man veruliga kann rokna við, at
hann fer at gevast um tvey ár,
flennur hann.
– Eg havi ofta hugsað um,
hvussu mítt lív hevði verið uttan
judo. Men tað kann eg slett ikki
ímynda mær. Eg veit ikki. Um vit
veruliga fáa eina judohøll, kann tað
væl vera, at eg haldi fram.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
MYND: BIRGITH LASSEN