hósdagur 3. mars 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
29
Laila av Reyni hevur latið sína aðru útgávu út, og hon kann kennast sum
eitt vindblak frá 80-unum, men har samtíðin er í miðdeplinum
SIGURJÓN EINARSSON
T
ónleikur og minnir eru
tvey hugtøk, ið eru knýtt
tætt at hvørjum øðrum.
Vit kenna øll kensluna
av at hoyra onkran tónleik, sum
verður sett í samband við eina heilt
serliga uppliving, har eitt ávíst
tónleikabrot ella nakað, ið líkist,
gerst partur av einari uppliving,
sum tú hevur verið úti fyri.
Ein verður mestsum tikin aftur í
tíðina, har tú endurupplivir serligu
støðuna, tú hevur sett í samband
við hetta ávísa brotið. Tílík minnir
nýtast ikki treytaleyst at vera
positiv, men eru tengd at øllum
hugsandi kenslum.
Seinastu árini er tað komið
meira enn so fyri, at vit hoyra ella
endurhoyra tónleik úr einari aðrari
tíð. Í Føroyum hava vit havt tiltøk
sum eitt nú: Aftur í 60-ini, 70-ini og
nú eisini 80-ini.
Og tá tað kemur til marknaðar
føring, eru tað heilt nógvar lýsingar,
ið hava eitt lag ella ljóðbrot frá 80-
unum fyri tíðina. Hetta, tí børn, ið
vuksu upp í 80-unum, nú standa
fyri størstu keypiorkuni. Sostatt
skal tónleikurin tekkjast og røra
okkurt í teimum, sum minnir tey
aftur á eina góða tíð, tá tey vuksu
upp.
80-ini umaftur, umaftur
Um hetta er tilætlað ella ikki,
er hetta nakað av tí, ið rennur
mær til hugs, tá eg hoyri nýggju
útgávuna hjá Lailu av Reyni, sum
nevnist »Stay«. Fløgan er gjørd
í tøttum samstarvi við Gunnar
G. Guttesen, har tey hava skapt
eina elektropopp útgávu saman,
ið hevur ein melankolskan og
norðurlendskan dám yvir sær –
við einum ávísum vindblaki úr
fortíðini; 80-unum.
Sjálv sigur Laila í tíðindaskrivi,
tá útgávan kom út, at »Stay« er ein
ferð hjá sær gjøgnum tónleikin,
kenslur og sjónbæra list. Tekstirnir
eru um lívsins bylgjur, har hon
tekur støði í samtíðini og teimum
avbjóðingum, sum lívið hevur við
sær.
Hetta verður gjørt við einum
ávísum 80-ara ljóði, ið ikki borð
reiðir okkum við nøkrum nýggjum
sum so. Har eru møguleikar í
nøkrum av løgunum, har ein hevur
hug at fara eitt sindur uppfrá, men
tað virkar eins og tað seinasta
ongantíð kemur. Sostatt verður tað
ov ofta eitt sindur ov óforloysandi,
og tað er spell.
Útgávan virkar til at vera
ov trygg. Tað er eins og tað ikki
verða tiknir nakrir kjansir, og tí
manglar tónleikurin kant – sum
er ein beinleiðis andsøgn til fløgu
húsan. Hetta er eins og hoyra vit
nýggjar tónar, vit hava hoyrt
fyrr. Frálíkt, sigur tann, ið fær
góð barndómsminnir fram úr 80-
unum. Óspennandi, sigur tann,
sum vil takast av bóli og uppliva
eitthvørt nýtt. Nýtt ljóð. Okkurt.
Til ber tó ikki til at seta nakran
fingur á framleiðsluna. Hetta ljóðar
sum tað skal, og tað hoyrist aftur
á útgávuni, at tað er blivið kelað
heilt niður í allar smálutir. Kanska
kann fløgan tykjast eitt sindur
ovurframleidd, ella kann ein lítil
fingur setast á elektrotrummurnar
(frá 80-unum), men tað lata vit fara
framvið borðinum.
Retromani
Ein klókur maður segði einaferð, at
einasti mátin hjá einum samfelag
at flyta seg frameftir, er at líta
aftur um bak. Júst hetta verður
tulkað ymiskar vegir. Tað eru tey,
ið eru føst í fortíðini og bara dyrka
tað, og so – í hinum endanum av
stiganum – eru tað tey, sum buldra
frameftir uttan nakrantíð at
støðga á. So deiliga ymisk eru vit
nú einaferð, og tað skal vera pláss
fyri hesum.
Men tá tað kemur til júst
tónleik, er tað okkurt heilt serligt,
ið hendir við okkum, tá vit hoyra
okkurt, vit kenna aftur. Tá støðga
vit á.
Vit kenna okkum trygg við tí, ið
vit júst hava upplivað. Hetta er jú
lætt at kenna aftur, um vit uppliva
tað sama aftur. Vit hava tað best við
ávísum endurtakandi mynstrum.
Men so hendir tað løgna viðhvørt,
at onkur ørvitisknokkur finnur
uppá at brúka okkurt úr fortíðini
til nakað, ið kennist heilt nýtt.
Tíverri er trot á hesum fyri tíðina,
tá tað kemur til tónleik.
Hyggja vit aftur í søguna, so
fara fólk nokk framhaldandi at
grava í alvaksandi stóra talgilda
skjalasavninum, har tey brádliga
finna okkurt, ið fer at blæsa okkum
øll um koll aftur. Eg livi í vónini.
Mint verður tó á, at lýsingar
við 80-ara ljóði eru nakað heilt
modernað í hesi samtíð, so eg rokni
við, at onkur kundi, sum nú hevur
stóra keypiorku, nokk skal hyggja
framvið.
SAMTÍÐAR AFTURLJÓÐ ÚR FORTÍÐINI
★★★★★
Ummæli
TÓNLEIKUR