hósdagur 3. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
30
POLITIKKUR
Uppskot um sessir fekk stórt kjak í gongd
Miðflokkurin setti dagsskránna í tinginum við uppskotinum um, at landsstýrisfólk
sjálvi eiga at sleppa at velja um tey skulu siga tingsessin frá sær
Landsstýrisfólkini eiga sjálvi at sleppa at avgera um tey skulu
leggja tingsessin frá sær, tá ið tey fara í landsstýrið. Tað heldur
fyrrverandi stjórin í Løgtinginum, Súsanna Danielsen
ÁRNI GREGERSEN
D
emokratiska stýris
skipanin í Føroyum er
komin á dagsskránna,
eftir at Miðflokkurin
hevur lagt uppskot fram á tingi um
at broyta lógina, so landsstýrisfólk
sjálvi avgera um tey varðveita sín
møguliga tingsess ella ei.
Teir báðir moiðflokkamennirnir,
Jenis av Rana og Bill Justinussen,
hava skotið upp fyri tinginum, at
stýrisskipanarlógin verður broytt
soleiðis, at tað stendur løgmanni og
landsstýrisfólkum frítt at velja, um
tey vilja sita bæði í landsstýrinum
og í tinginum – væl at merkja um
tey eru vald í Løgtingið.
Í dag er lógin soleiðis, at verður
eitt tingfólk valt í landsstýrið, so
skal tað lata tingsessin frá sær og
lata næstvalda kom inn í staðin
fyri.
Hetta ger, at fleiri av tingfólk
unum sum manna samgonguting
bólkarnar, ofta eru fólk, sum ikki
hava politiskar royndir, men eru
nýggj á tingi.
Besta dømi júst nú er ting
bólkurin hjá Javnaðarflokkinum.
Hann telur sjey fólk, men bert trý
av teimum eru beinleiðis vald. Hini
fýra eru komin á ting fyri løgmann
og hini trý landsstýrisfólkini og
fólkatingslimin hjá flokkinum.
Sama ger seg eisini galdandi í
Tjóðveldi, har fólkatingsessurin
hjá flokkunum eisini ger, at eitt
eykavalt tingfólk kemur inn
afturat.
Tíðargrein birtir undir
Ein
tíðargrein
hjá
Torkil
Rasmussen, løgfrøðingi, og
Bergi Berg, stjórnmálafrøðingi,
birti uppundir kjakið um hesi
viðurskiftini.
Ein av grundgevingunum hjá
teimum báðum er, at tey fólk, sum
fara í landsstýrið umboða nógv
fleiri atkvøður enn tey fólkini, sum
nú manna tingsessirnar.
Í orðaskiftinum á tingi vóru fólk
ymisk á máli um hesi viðurskifti.
Greiðast var Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi. Hon vísti á, at hetta
neyvan er eitt mát, sum kann
brúkast til nakað, tí atkvøðurnar
eru so ymiskt býttar.
–Hóast eg eri eykavald fyri
Trjóðveldi, so hevði eg komi so
spælandi inn, hevði eg havt stillað
upp fyri ein av smærru flokkunum,
so tað ber ikki til bara at tosa um
atkvøður og fólkaræði, helt hon.
Annar av uppskotsstillarunum,
Bill Justinussen, Miðflokkurin,
tók hesar grundgevingar til sín og
mælti til, at hetta bleiv ein partur
av viðgerðini í rættarnevndini,
hagar málið var beint í.
Ein annar spurningur, sum
eisini var frammi, var spurningurin
um samanblanding av lóggevandi
og útinnandi valdinum.
Jákup Mikkelsen, Fólkaflokk
urin, helt, at orsøkin til at tað
stendur í galdandi lógini at lands
stýrisfólk og løgmaður skulu lata
tingsessin frá sær, er fyri ikki at
vevja lóggevandi og útinnandi
valdið saman.
–Tað er umráðandi at halda fast
við, at lóggevandi valdið er eitt og
útinnandi valdið er nakað annað,
segði Jákup Mikkelsen.
Ongin greið semja
Orðaskifti í tinginum vísti, at
áhugin fyri hesum spurningi er
sera stórur, men undir 1.viðgerð bar
illa til at gera sær eina mynd av, um
uppskotið frá Miðflokkinum fer at
vinna frama.
Magnus Rasmussen, Sambands
flokkurin, helt, at fer ein fyrst inn
at arbeiða við stýrisskipanar
lógini, so eru helst fleiri onnur
viðurskifti sum eiga at viðgerast
og ikki bert spurningurin um
landsstýrisfólkini skulu víkja
tingsessirnar ella ei.
Jacob Vestergaard, Fólkaflokk
urin, helt at tað ikki á nakran hátt
hevði gjørt tað verri, um lands
stýrisfólkini eisini sita í tinginum
og í tingnevndum.
–Fyri mær hevði tað ikki gjørt
nakað um landsstýriskvinnan við
fíggjarmálum hevði havt sæti í
fíggjarnevndini. Hon bestemmar
alt allíkavæl. Hevði hon sitið í
nevndini, so høvdu vit bert fingið
størri gjøgnumskygni, segði Jacob
Vestergaard.
Umboð fyri allar flokkar søgdu,
at uppskotið hjá Miðflokkinum
fer at fáa eina gjjølla viðgerð í
rættarnevndini.
ÁRNI GREGERSEN
S
jálvandi skulu lands
stýrisfólk sjálvi sleppa at
velja um tey varðveita sín
tingsess ella ei.
Tað heldur fyrrverandi stjórin
á Føroya Løgtingi, Súsanna
Danielsen, løgfrøðingur.
Hon heldur, at lógin sum er
galdandi og krevur at landsstýris
fólkini siga tingsessin frá sær, í
veruleikanum er ein katastrofa.
– Ikki tí tað hevur nakað sum
helst við talið av atkvøðum at gera,
men heldur tí, at hendan skipanin
ger, at samgonguleiðararnir ofta
missa tamarhald á samgonguni,
sigur hon.
Hon
sigur,
at
reglan
í
stýrisskipanini um at landsstýris
fólk ikki kunnu sita í Løgtinginum,
ongantíð átti at veri galdandi.
–Hendan reglan ger, at tey fólk,
sum koma í tingi, ofta ikki hava
royndir sum politikarar og skulu
hava drúgva tíð at skilja, hvussu
politikkurin virkar. Hon ger eisini,
at politisku leiðararnir í einari
samgongu ofta missa tamarhald á
samgonguni, sigur hon.
Leiðararnir í landsstýrið
Fyrrverandi stjórin í Løgtinginum
sigur, at tað altíð er so, at tá ið ein
samgonga verður skipað, so eru tað
floksformenn og leiðandi persónar
í flokkinum, sum fara í landsstýrið.
Tey fáa so nógv at gera, at tey
fara longur og longur burtur frá
politiska arbeiðnum í Løgtinginum.
– Var tað soleiðis, at tey kundu
valt, so ivist eg ikki í at tey flestu
høvdu latið varafólk koma inn á
ting, men so høvdu tey framvegis
havt tamarhald á støðuni. So
kundu landsstýrisfólkini til eina
og hvørja tíð tikið sæti aftur á
tingi og á tann hátt fingið stýrt
politikkinum betur, heldur
Súsanna Danielsen.
Eitt dømi er frá tíðini, tá ið
stýrisskipanarlógin ikki var broytt.
Marita Petersen úr Javnaðar
flokkinum var vald til løgmann.
Hon valdi tó at sita í Løgtinginum
í eina tíð – til rúsdrekkalógin var
samtykt.
So lat hon tingsessin frá sær.
Eitt meira kent dømi er, at Pauli
Ellefsen og Eilif Samuelsen úr
Sambandsflokkinum varðveittu
teirra tingsessir. Ikki fyrr enn hálvt
ár undan einum vali, løgdu teir
tingsessirnar frá sær, tí teir sótu í
landsstýrinum.
Hetta helt fyri at hava fult
tamarhald á samgonguni.
Stevið í samgonguni
Súsanna Danielsen heldur ikki,
at nógv er at ivast í, at flestu
landsstýrisfólk høvdu lagt ting
sessin frá sær.
Hinvegin er hon eisini sann
førd um, at tað mangan hevði
verið lættari hjá samgonguni
at halda eina kós, tá ið tað eru
floksleiðararnir og og framstand
andi fólk í flokkunum, sum taka
avgerðirnar.
Tað er ikki so lætt við skipanini,
vit hava nú.
– Tí haldi eg, at uppskotið hjá
Miðflokkinum er gott og rætt. Tað
fer at tryggja, at samgongurnar
sleppa undan slingrutu kósini,
sum vit ofta hava sæð seinnu
árini. So høvdu eykavaldu fólkini
fingið at vita, at tey noyuðast at
gera, sum leiðslan í samgonguni
og flokkunum vil, sigur Súsanna
Danielsen.
EIN KATASTROFA VIÐ
LÓGINI VIT HAVA NÚ