hósdagur 3. mars 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
31
POLITIKKUR
Ein lítil triðingur av tingmanningini var ikki vald inn á løgtingsvalinum 1. september
Løgtingið er mannað við 33
tinglimir.
Val er í minsta lagi 4.hvørt
ár og seinasta løgtingsval var
1.september í fjør.
Ein samgonga var gjørd hálvan
september og tað fekk stóra
ávirkan á tingmanningina eins o
fólkatingsvalið á sumri í fjør.
Tá ið samgongan varð gjørd,
fólkatingsessirnir mannaðir og
støða var tikin til borgarstjóran
í Klaksvík, vísti tað seg, at 10 av
teimum valdu ikki tóku sæti á
tingi.
Fyri at taka borgarstjóran í
Klaksvík, sum eisini er formaður
íNýggjum Sjálvstýri, so noktaði
ein meirluti í býráðnum í
Klaksvik honum at røkja bæði
borgarstjórastarvið og at sita á
tingi.
Hann mátti velja – og valdi
sostatt at halda fram sum
borgarstjóri og yvirlata tingessin
til Bárð Kass Nielsen. Báður
Kass Nielsen fekk 69 atkvøður á
valinum.
Hjá Framsókn er tað so, at
formaðurin í flokkinum, sum
eisini var fyrst valdur, tók við sum
landsstýrismaður við vinnu- og
útlendingamálum.
Tað ger, at Poul Michelsen ikki
kann sita í Løgtinginum. Í hansara
stað kom Ruth Vang á ting.
Tjóðveldi fekk trý landsstýris
fólk Høgna Hoydal, Sirið Stenberg
og Kristinu Háfoss. Høgni Hoydal
var eisini valdur í Fólkatingið, men
tann sessin yvirtók Magni Arge,
sum eisini var valdur á Løgting.
Tað vil siga, at fýra nýggj fólk
komu á ting fyri Tjóðveldi Tey eru:
Bjørt Samuelsen, Óluva Klettskarð,
Pauli Trond Petersen og Ingolf S.
Olsen.
Javnaðarflokkurin hevur løg
mann og trý landsstýrisfólk.
Sjúrður Skaale er fólkatingslimur,
men hevði annars verið millumt ey
eykavaldu í Løgtinginum.
Tí eru fýra av sjey tingfólkum
hjá Javnaðarflokkinum eykavald.
Tey eru: Helena Dam á Neystabø,
Jónleif Johannesen, Kristianna W.
Poulsen og Djóni Nolsøe Joensen.
Við øðrum orðum eru 10 av 33
tingfólkum eykavald.
Helena Dam á Neystabø,
Javnaðarflokkurin
Jónleif Johannesen,
Javnaðarflokkurin
Bárður Kass Nielsen,
Nýtt Sjálvstýri
Pauli Trond Petersen,
Tjoðveldi
Kristianna W. Poulsen,
Javnðarflokkurin
Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi
Ingolf S. Olsen,
Tjóðveldi
Djóni Nolsøe Joensen,
Javnaðarflokkurin
Óluva Klettskarð,
Tjóðveldi
Ruth Vang,
Framsókn
10 eykavald sita fast í Løgtinginum