hósdagur 3. mars 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
32
Óli Jacobsen
N
oreg varð eins og Danmark
álopið av Týsklandi 9. apríl
1940. Danmark gav seg yvir alt
fyri eitt, men norðmenn gjørdu
mótstøðu móti týska hervaldinum, inntil
teir máttu geva seg yvir.
Nógvir norðmenn flýddu av landinum,
og fleiri komu við skipum teirra til Føroya.
Millum norsku flóttafólkini vóru eisini
kvinnur og børn.
Í bókini Kjølbro verður greitt nakað frá
hesi søgu. Tey flestu av hesum flóttafólkum
komu í fyrsta umfari til Klaksvíkar, har tey
vórðu væl móttikin. Tey komu eisini at seta
sín dám á Klaksvík.
Norðmenninir roknaðu í fyrsta umfari
við, at støðgurin fór at vera stuttur, og at
teir skjótt sluppu heim aftur til Noregs.
Teir fiskimenn, sum flýddu úr Noregi
við fiskiførum sínum, vildu sleppa út at
fiska sum skjótast og ikki liggja nøkrum
til byrðu. Men teir flestu vóru komnir
við ongum peningi, og nógvir við ongari
útgerð og reiðskapi. Teir, sum ætlaðu sær
til Grønlands, máttu gera skjótt av, um tað
skuldi eydnast at gera tveir túrar í hesum
árinum. Tey skip, sum skuldu til Íslands
á sildaveiðu, høvdu somu trupulleikar við
útgerð og fígging. Neyðugt var eisini at
fáa føroyska manning umframt norsku
manningina .
Tað bjargaði støðuni hjá hesum skipum,
at Kjølbro læt teimum útgerð upp á borg.
Eitt av hesum skipum var línubáturin
Juvel, sum kom á Klaksvík í mai 1940. Tey,
sum vóru við Juvel vóru úr familjuni Ervik
í Ålesund.
Ervikfamiljan var væl kend í Klaksvík
undir krígnum.
Kjølbro bjóðaði skiparanum Rasmusi
Ervik útgerð til grønlandsfiskiskap.
Teir gjørdu tveir túrar í Grønlandi
summarið og heystið 1940. Teir fóru síðan
í ísfiskasigling fyri Kjølbro.
Tað var avgjørt ikki váðaleyst hjá
Kjølbro at gera tað, tí alt var so óvist hesa
fyrstu krígstíðina. Ikki fyrr enn 14. juli
fekk norska konsulátið í Føroyum boð frá
útlagnu norsku stjórnini í London um, at
tað fíggjarliga var í lagi. Øll útgerðin til
norsku skipini skuldi verða goldin. Nógvir
føroyingar sigldu við Juvel krígsárini.
Í 1947 takkaði norska stjórnin
føroyingum fyri teirra beinasemi undir
krígnum og handaði 20 føroyingum
heiðurstekin. Ein teirra var Kjølbro.
Kjølbro fekk Haakon VII Frihedskors við
grundgevingini:
»Han åpnet sit hjem for norske
flyktninger og hadde i lange tider flere
flygtninger boende hos sig. Han lettede
ennvidere i den vanskelige tiden sommeren
1940, da ingen viste hvilken vei det bar,
konsulatets arbejde ved på kreditt at
utstyre flere af de norske større fiskebåter
med det nødvendige utstyr til sildefiske på
Island eller torskefiske på Grønland. Her
bør vel mere end en medalje til.«
Sambandið millum Kjølbro og serliga
Rasmus Ervik, ið helt fram sum reiðari í
Noregi eftir kríggið, gjørdist ógvuliga gott.
Tað var eisini Ervik, sum var ráðgevandi,
tá ið Kjølbro fyritøkan nógv ár seinni fekk
sær hekkutrolarar.
Hesir norðmenn hildu á við at fiska,
tá ið teir komu aftur til Noregs aftaná
kríggið. Tá var nógv veitt í Grønlandi, og
hjá fleiri av teimum var tað fast at leggja
at í Føroyum bæði á veg til Grønlands og
heim aftur at vitja sínar vinir frá krígnum.
Millum hesi skipini var Juvel.
Hesi flóttafólk komu at hava stóran
týdning fyri føroyska samfelagið. Fleiri
giftust í Føroyum og hava eftirkomarar
her. Aðrir norðmenn giftust við føroyskum
konum, og tey fluttu aftur til Noregs. Her
skal verða greitt frá einum teirra.
Karl Hildremyr fekk nýggja
konu av Selatrað
»Disko« var eitt av av teimum fyrstu
norsku skipunum, ið kom til Føroyar í 1940.
Ætlanin hjá teimum var at fara til Íslands,
men umborð vóru bæði konur og børn
hjá manningini. Sjóverkurin var ringur,
so avrátt varð, í fyrsta umfari, at fara til
Føroyar. Hetta avgjørdi soleiðis lívslagnuna
hjá einum teirra, Karl Hildemyr, sum misti
konu sína í Føroyum, men sum seinni giftist
aftur við føroyskari konu.
Tann 80 ára gamla Oddny, dóttir Karl
Hildremyr hevur greitt soleiðis frá tí hon
minnist, tá ið tey komu til Føroya:
»Disko« vart bygd í Brattvåg i 1938, hon
var 110 fot lang og vart godt utstyrt for fiske
på fjerne farvann. »Disko« hadde den første
hydrauliske vinsj, som var produsert av A/S
Hydraulik Brattvåg og hadde Finnøy motor.
Far min, Karl Hildremyr, var en av otte
unge partredere, som eigde båten, og det
var vel tanken på å miste båten til tyskerne,
som gjorde, at de rejste fra Norge!
Det var 3. mai 1940, at »Disko« og
»Koralen« reiste fra Brattvåg. Ombord var
familien til mannskapet med, og båtene
kom til Klaksvik. Både »Disko« og »Korallen«
reiste senere til Island og familiene var med.
Far min, Karl Hildremyr, med sine familie
ble igen og flytta til Thorshavn. Mor Johanne
hadde hatt tuberklose før. Ho trudde ho var
blevet frisk, men sjukdommen blusser op
igjen, etter vi kom til Færøyene.
Mor kom på Sanatorium i Thorshavn. Ho
døde i 1942, 33 år gammel. Vi var tre søsken 4,
5 og 6 år, eg var den som var elst. Det måtte
være hart for far vår den gangen - aleinefar
til tre barn i et annet land. Men eg trur,
hann fikk go støtte fra de andre norske i
Thorshavn.
Kva arbeide far hadde er eg ikke sikker
på, men det var på båten »Kveldulf«.
Det var nok en slags vaktjeneste for
engelskmennene. Men det eg husker var
usikkerheten, når far var borte, og at dei
vaksne altid var så alvorlige, og at det var
så mørkt.
Vi flytta fra Thorshavn til Argir, og på
same tid begynte eg å gå i skole hos nonnene
i Thorshavn. Det var ei tid eg husker med
glede. Vi fik lert engelsk i 1. og 2. klasse.
Det var lang skoleveg fra Argir til
Thorshavn, så i perioder fik eg bo hos
familien Ole og Johanne Helland fra
Ålesund. De hadde ikke barn sjølve.
Da vi flytta til Argir, så kom Ingrid til os.
Ho var fra Selatrað fra en svært hyggelig
familie, som tog sig godt av os. Ingrid ble
gift med min far, før vi rejste hjem til Norge
i 1945. Dei har tre barn sammen Else, Kåre
og Jan Terje.
Asbjørn Hildremyr, systkinabarn Oddny,
skrivar í bók síni: »Landet mellem hav og
Himmel« um Halland hjúnini, sum eisini
vóru komin til Føroya við »Disko«.
»Skipper Ole Helland fra Ålesund hadde
været bestman på turen og kona hans kalla
vi aldri annet end fru Helland. Det kom vel
av, at hun var bydame og nokså striks og
myndig av seg. Elles hadde vi aldri vore vane
å kalle gifte koner for andet enn »kjerringar«.
Det ordet tolde ikke fru Helland, og slet ikke
når vi gutunger brukte det. Hun tok oss fatt
rett som det var og skulle lære os å snakke
»dannet«, som hun sa. Men det var ikkje så
greit å vite kva ein skulle kalle »fruer« uten
å ha ein kensla av, at ein gjorde seg til og
skulle ta bymålet hennar.
Gamle skipper Helland var ein koselig
gubbe, som gjerne tog seg tid til å prate med
os ungene. Dei hadde ikke børn sjølve, og
det kan vel henne, det var derfor han var
så tolmodig med oss.
Sverri var vitni, tá
Karl giftist aftur
Sverri Mortensen, umrøddur í seinastu
pørtunum í hesi røð. kendi væl Karl
Hildremyr. Teir høvdu mestsum verið
grannar á Argjum.
Eftir at konan var deyð søkti Karl eftir
einari húshjálp. Hon varð Ingrid Weihe av
Selatrað.
Kennskapurin teirra millum botnaði
eisini í, at Sverri og kona hansara kendu
Siðsøga
TÁ IÐ NORÐMENN
FLÝGGJAÐU TIL FØROYAR
Nú so nógv verður tosað og skrivað um flóttafólk kann verða
greitt frá, tá ið flóttafólk vóru vælkomin til Føroya
Disko var eitt av norsku skipunum, sum komu til Føroya við norskum flóttafólkum.
Siðsøga
FLÓTTAFÓLK: