Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 33 Komandi partur Í komandi trimum pørtum verður frásøgn hjá Hervør Djurhuus, ættað úr Húsavík. Hon misti øll síni men fekk kortini eina stóra familju. væl Sverre Jørgensen, sum var giftur við Ellu, systir Ingrid. Sverre Jørgensen var komin til Føroyar áðrenn kríggið at virka í Frelsunarherinum, og frá hesum virki var hann væl kendur í Havn. Hann og familjan fluttu aftur til Noregs aftaná kríggið og búsettust á Oslo leiðini. Sverri greiðir frá: »Eg hevði hildið, at okkurt var millum Karl og Ingrid og ein dagin kemur Karl til mín og spyr, um eg kann gera honum eina tænastu. Eg spyrji sjálvandi, hvat tað var! Jú, um eg vildi vera vitni, tí nú skuldu tey bæði giftast! Tað gjørdi eg sjálvsagt gleðiliga«. Ein triðja systur, Bertha, flutti til Noregs og giftist eisini við norðmanni. Karl flutti við familjuni til Noregs eftir kríggið, og hann fór aftur at fiska við »Disko«. Eins og aðrir norskir línubátar fiskaðu teir undir Grønlandi, og teir løgdu eins og Juvel inn í Føroyum á leiðini til og frá Grønlandi. Onkuntíð var Ingrid við, og Karl setti hana av í Føroyum. Og á veg heimaftur setti hann inn í Føroyum eftir henni. Karl royndi seg eisini við nýhugsan á fiskivinnuøkinum. Hann bygdi sær ein aluminiumsbát, »Møring« sum hann flutti til Grønlands við »Disko«, og sum hann nýtti til at veiða laks við har yviri. Teir vóru tveir mans við, og tá heystið kom, fóru teir somu leið heim aftur. Oddny sigur, at hesin báturin varð seinni seldur til Føroyar. Tað kundi verið stuttligt at frætt, um nakar veit um henda bátin at siga. Karl gjørdist sjúkligur og doyði í 1970, einans 60 ára gamal. Karl Hildremyr tók sær av ungum norðmanni Alt sum vit hava frætt so hevur Karl verið eitt framúr menniskja. Naena Danielsen í Havn, ættað úr Syðrugøtu, visti um Karl Hildremyr frá systir síni Monu, sum giftist við einum av hesum norðmonnum, Thoralf Gjelstad. Tey fluttu seinni til Noregs. Hon arbeiddi á Sjómansheiminum og kom nógv í samband við teir norðmenn, sum komu hagar. Ein teirra var Karl Hildremyr . Mona segði, at hon kendi Karl sum ein sera hugnaligan og dámligan mann, sum royndi at hjálpa sínum landsmonnum. Mona greiddi frá einum norskum skipi, sum kom higar við 28 monnum, har hin elsti var 29 ára gamal. Teir høvdu verið uppi í einum mótstøðuliði, sum týskararnir høvdu fingið frænir av. Teir vóru í skundi farnir avstað við hesum bátinum, og tað eydnaðist teimum at koma til Føroyar í øllum góðum. Teir gistu allir á Sjómansheiminum, til tað var klárt hjá teimum at fara víðari til Onglands fyri at halda á við teirra bardaga móti týskarum. Tann morgunin menninir vóru farnir avstað, fór Mona at taka av seingjarklæðunum. Hetta var niðri í »Gamla húsi« tey kallaðu. Har vóru rúmini so stór, at tað kundu vera nógvar sengur inni um tað kravdist. Mona varnaðist tá, at tann eina songin var ikki tóm. Har lá ein 17 ára gamal drongur við høvdinum undir dýnuni. Hann var, sum vera man, í sera ringum hýri, tí allir hansara bátsfelagar vóru farnir avstað. Hann var einsamallur eftir, tí hann var ov ungur at fara í hertænastu. Aldursmarkið var nevniliga 18 ár. Mona uggaði hann sum best, og bað hann lata seg í klæðini. So skuldi hann koma við henni at fáa sær at eta og ein góðan kaffimunn. Tá gjørdist lagið betri. Fleiri av teimum norsku bátunum sigldu millum oyggjarnar fyri ensku hermenninar, og hesin ungi drongurin slapp umborð á ein av hesum bátunum. Hendan unga drongin, sum æt Ragnar Valkyrson, tók Karl Hildremyr sær væl av. Hann fylgdi annars væl við, hvussu tað gekst hansara landsmonnum, sum oftast komu á Sjómansheimið, tá bátarnir komu inn. Mona minnist einaferð, at tað var rættiliga ófantaligt í veðrinum. Hesin ungi drongurin var umborð á bátinum, ið lá fyri teymi í Vágsbotni. Karl Hildremyr fór umborð eftir honum og bað um song til hansara á Sjómansheiminum. Hann vildi ikki, at drongurin skuldi liggja umborð og sova í óveðrinum. Men tíðin rann, og Ragnar kom eisini at hava aldur til hertænastu. Hann man hava havt nógv gott at minnast á Karl Hildremyr, tí teir høvdu brævasamband millum sín aftaná hetta. Mona plagdi eisini at fáa heilsan frá Ragnari, tá hann skrivaði til Hildremyr. Seinast hon frætti frá honum var hann farin umborð á ein norskan kavbát. Ingrid er deyð fyri fáum árum síðani. Tað hevur sjálvandi verið gott samband millum hana og familjuna í Føroyum. Næstu ættarliðini halda fram við sambandinum. Tískil er hetta ein av fleiri flóttafólkasøgum, sum ongan enda fáa! Børnini hugnaðu sær saman við føroyskum børnum. Tey hjá Hildremyr eru uttast høgrumegin. Hvørji munnu hini vera? Mamman gjørdist sjúk og doyði av tuberklum. Her vitja børnini hana uppi á Sanatoriinum. Brúðarmynd av Ingrid og Karl. Systkini á Selatrað. Aftanfyri v.f. Ingrid, Ella og Bertha. Tær endaðu allar í Noregi Frammanfyri: Ebba, sum búsettist í Danmark, Lassen og Lena, sum gjørdist yvir 100 ára gomul.