Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 34 KJAK Verða Føroyar eitt nýtt Cuba? Fløkja komin í elorkukjak í Haraldssundi Tað fer at vekja altjóða áhuga, um samkynd í Føroyum ikki fáa somu rættindi, sum tey hava aðrastaðni. Gongdin móti einum rúmligari samfelag fer at venda. Og fleiri fara at flyta av landinum Neyðugt er at rættleiða útsøgn á in.fo, har politikari blandar saman tveir ymiskar elorkupartar. SEV hevur longu gjørt vart við sjóvarfalsmøguleikarnar í Haraldssundi, men tað hevur einki við ein botnkaðal millum Eysturoynna og Borðoynna at gera Sjúrður Skaale Hvussu mong sam­kynd pør munnu fara at gift­ast borg­ar­liga í Føroyum árliga, um lógin fer at loyva tí? Tað er ilt at siga – men talið verður ið hvussu er sera lítið. Ofta helst eitt runt null. Málið um borgarliga, samkynda giftu viðkemur altso fáum fólkum beinleiðis. Men áhugin er eisini stórur millum onnur. Ja, skulu vit døma eftir umrøðuni, er hetta størsta mál í Føroyum yvirhøvur. Tað eru nógvar orsøkir til hetta. Og ein teirra er, at fólk samanbera Føroyar við onnur lond. Vit hoyra jú til eina familju av londum: Vesturheimin. Ta familjuna, sum er vælsignað við fólkaræði, rættartrygd og persónligum frælsi. Hesi lond ávirka hvørt annað, og hava flutt seg saman á øllum hesum grundleggjandi økjum. Hoyrdu vit ikki til hesa familjuna, høvdu vit ikki havt tað frælsi og ta rættartrygd, vit eiga. Føroyar einsamallar? Seinasta stóra sosiala mál í hesi landafamilju hevur júst verið at lata hjúnarbandið upp fyri samkyndum. Eftir áralangt orðaskifti tók Danmark fyrsta stigið í 1989 – og júst nú hevur Italia sum síðsta land í Vestureuropa gjørt tað sama. Tað merkir, at Føroyar fara at standa einsamallar eftir, um uppskotið ikki kemur gjøgnum tingið. Vit skulu sjálvsagt ikki loyva borgarligu giftu bara tí onnur gera tað. Men tá vit gera eina samlaða meting av, hvat er rætt at gera, so koma vit ikki uttan um, at tað hevur týdning, hvat okkara landafamilja ger. Rúmligari Føroyar Í mong ár fluttu næstan allir samkyndir føroyingar av landinum, tí samfelagið ikki góðtók tey, sum tey vóru. Tey fóru til Danmarkar fyri at kunna liva í frið. Vit hava farnu árini hoyrt teirra søgur í miðlunum, og fáur man vera stoltur av hesum partinum av okkara arvi. Hetta er nú broytt, tíbetur. Samkynd fólk síggjast og virka allastaðni og geva sítt fíggjarliga, sosiala og mentanarliga íkast til okkara samfelag heldur enn tað danska. Men hvussu verður støðan, um vit um fáar dagar kunnu staðfesta, Føroyar sum einasta land í vesturheiminum ikki vil loyva samkyndum at giftast? Hvat fyri signal fer tað at senda til umheimin? Hvat fyri signal fer tað at senda til samkynd í Føroyum? Fer tað at styrkja ta góðu gongdina, vit hava sæð farnu árini, har samkynd hava funnið seg til rættis her á landi? Neyvan. Nýtt Cuba? Altjóða umrøðan av Føroyum verður uttan iva nógv, um uppskotið fellur. Tá europeiska kommunisman endiliga fall í 1989, fóru nógvir gamlir, ideologiskt heimleysir kommunistar at síggja Cuba sum sítt nýggja paradís. Nógv fólk úr øllum vestan­ londum, serliga USA, hava stríðst móti samkyndari giftu. Men tey hava tapt og tapt og tapt. Um nú tey tíðindini berast í næstu viku, at Føroyar eru undantakið í Vesturheiminum, er sannlíkt, at hesi fólk fara at síggja Føroyar sum sítt “Cuba”. Og tá verður lítið hugaligt at vera ein samkyndur persónur í Føroyum, sum bara vil sleppa at liva og virka í frið. Tað er einki stuttligt at búgva í einum landi, har tíni mest persónligu viðurskifti konstant verða gjørd til miðdepil í politiskum stríði. Fellur løgtingið uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina er tí lítil ivi um, at tann gongd, vit hava sæð farnu árini, fer at venda. Samfelagið verður trengri heldur enn rúmligari – og samkynd fara aftur at leita burtur. Hvussu tingfólk stemma má byggja á eina heildarmeting. Men hetta má takast við í hesa meting. Steinbjørn O. Jacobsen nevndarlimur í SEV- umboðandi Norðoyggjar Fløkja kom í vikuni í eitt kjak um elorku, sjóvarfall, og hvørt byrgingin um Haraldssund skal latast uppaftur fyri at fáa sjóvarfalsturbinur at hanga í einari brúgv um sundið. Sera góðir tankar, sum SEV longu hevur gjørt vart við, um brúgv verður gjørd um Haraldssund. Hesi viðurskifti eru nú sett fram í einum fyrispurningi, sum løgtingsfólkini, Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð, hava sett landsstýrisfólkunum í ávikvist samferðslumálum og orkumálum, Henriki Old og Sirið Stenberg. Í greinini á in.fo vísir Óluva Klettskarð á, ”at í hesum døgum fyrireikar Bakkafrost arbeiðið at gera eina stóra smoltstøð beint við byrgingina um Haraldssund. Hon sigur, at ein so stór smoltstøð krevur ógvuliga nógva orku, og sum skilst er ætlanin hjá SEV at leggja eina orkuleiðing eftir botni úr Eysturoynni yvir á Borðoynna, fyri at útvega virkinum orku. – Tað tykist burturvið, og sum at fara yvir um ánna eftir vatni, heldur hon.” Neyðugt er at rættleiða Óluvu Klettskarð í hesum máli, tí hon blandar tvey ymisk elorkuøki saman. Sjóvarfalsturbinur í Haralds­ sundi, høvdu bert verið ein partur av elframleiðsluni, um henda verkætlanin gjørdist veruleiki. Tøknin er tó ikki ment nóg nógv enn til, at SEV kann fara undir burðardygga elframleiðslu úr sjóvarfalli. Sjálvt um tøknin var komin so mikið langt, at hetta læt seg gera í dag, so hevði sjóvarfalsorkan í Haraldssundi ligið still, tá í einki sjóvarfall er. Tað merkir, at so hevði smoltstøðin ikki kunnað dúvað á elorku frá sjóvarfalsturbinum í Haraldssundi, tá ið kyrrindi vóru. Og tað er júst tí, tað er so neyðugt at binda alt føroyska elnetið saman, so vit kunnu styrkja netið um alt landið og harvið flyta elorkuna kring landið frá teimum orkukeldum, sum eru virknar ta givnu løtuna. Kaðalin ímillum Eysturoynna og Borðoynna er liður í hesum netvirksemi, og hesin kaðalin kemur – sum partur av miðvísum netútbyggingum – sjálvandi bæði smoltstøðini hjá Bakkafrost í Haraldssundi og øllum Norðoyggjum til góðar. Modelmynd hjá SEV, har elfelagið hevur arbeitt við uppskoti um sjóvarfalsframleiðslu í Haraldssundi.