hósdagur 3. mars 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
39
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung - flytur nú í nýggj hølir í Húsinum á
Fornagørðum í Klaksvík, har eisini aðrir stovnar innan barna- og ung-
dómsøkið halda til.
Í hesum sambandi vilja vit fegin geva øllum høvi at síggja snotuligu um-
støðurnar á Fornagørdum, og tí bjóða Klaksvíkar kommuna og Gigni til
almenna móttøku:
Hósdagin 10. mars frá kl. 14:00 til 16:00,
har millum annad tónleikaframførsla, lætt ábit og røður verða á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
ALMENN MÓTTØKA
Móttøka í
Húsinum á
Fornagørðum
Almenn útbjóðing
Við hesum verður lýsingarátak innan umhvørvisøkið hjá Tórshavnar
kommunu boðið út alment. Lýsingarátakið verður sett í verk fyri at
eggja borgarum til at hava eitt vakið eyga við óruddi í kommununi og
at boða kommununi frá, eins og at eggja fólki til at taka upp og at
beina sítt rusk á rætta stað.
Tilboðsgevarin fær fríðar karmar at sniðgeva átaki, innan fyri teir
fíggjarkarmar sum eru ásettir. Útgreina tilboð verður sent kommununi
skrivliga.
Lýsingarátakið skal verða klárt at seta í verk 1. mai 2016. Tilboð
skulu verða latin inn í síðsta lagið fríggjadagin 25. mars kl. 12.00. Tey
ið hava áhugað í at bjóða seg fram kunnu venda sær til Tórshavnar
kommunu fyri at fáa útbjóðingartilfar útflýggja, á 302010 ella á
torshavn@torshavn.fo.
Tey sum ynskja at bjóða seg fram skulu siga frá í seinasta lagið
fríggjdagin 11. mars 2016.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum tey sum bjóða seg fram.
Eru spurningar til átakið kunnu tilboðsgevarar
venda sær til Tórshavnar kommunu.
torshavn.fo
Handverkari til
smiðjuna Á lambareiði
starv á Landsverki
Landsverk
tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 tórshavn
tel. +298 340 800
Faks +298 340 801
lv@lv.fo
www.landsverk.fo
Les meira á www.landsverk.fo
arbeiðsuppgÁvur
arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um
viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum og
skervverki, umframt annað arbeiði í smiðjuni.
Førleikakrøv
tú hevur viðkomandi útbúgving sum
entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður,
bilsmiður, lastbilasmiður ella líknandi.
tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort.
stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein
treyt.
sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at
seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit,
at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur
og vælskipaður. tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert
fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið
gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
setanarviðurskiFti
talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og
setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum
við avvarðandi yrkisfelag.
umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
kann sendast umvegis okkara heimasíðu
www.landsverk.fo.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 11. mars 2016. nærri upplýsingar um
starvið kunnu fáast við at venda sær til allan
Magnussen, smiðjuformann, á tlf. 290 725
ella t-post alma@lv.fo.
Landsverk søkir dugnaligan og álítandi
handverkara til smiðjuna á Lambareiði.