hósdagur 3. mars 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
40
AÐALFUNDUR
Føroya Lærarafelags og árligi limafundurin
í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags
verða leygardagin 16. apríl 2016 kl. 10.00
á Føroya Læraraskúla.
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Innkomin mál skulu skrivliga vera komin
til nevndina
í seinasta lagi leygardagin 26. mars 2016
kl. 10.00
Uppskot til valevni sum nevndarlimir skulu
vera komin á skrivstovu felagsins í seinasta
lagi leygardagin 2. apríl 2016 kl. 10.00
Føroya Lærarafelag
Maskinførari
til norðurøkið
starv á Landsverki
Landsverk
tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 tórshavn
tel. +298 340 800
Faks +298 340 801
lv@lv.fo
www.landsverk.fo
Les meira á www.landsverk.fo
arbeiðsuppgávur
arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
• viðlíkahald av landsvegum
• vetrarhald
• aðrar fyrifallandi uppgávur
førleikakrøv
viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu
arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin
treyt. tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera
førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur,
eitt nú gravi- og lessimaskinur.
sum persónur vænta vit, at tú ert ágrýtin og
hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. vit
vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur,
dugnaligur og vælskipaður. Harumframt skalt tú
dáma at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi
og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt
íkast til arbeiðsplássið.
setanarviðurskifti
talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og
setanartreytir annars eru sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
tín fasti arbeiðsstaður er á Lambareiði, og
arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið. tó kann tað
koma fyri, at tú skalt loysa uppgávur aðra staðni
í landinum.
roknast má við úrtíðararbeiði. Hetta ger seg
serliga galdandi í vetrarhálvuni.
uMsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
kann sendast umvegis okkara heimasíðu
www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi 9. mars 2016.
nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til árna Jacobsen, økisleiðara, á
tlf. 290 920, teldupost: arja@lv.fo.
Landsverk søkir dugnaligan og álítandi
maskinførara til norðurøkið (Eysturoy og
Norðoyggjar) at byrja skjótast gjørligt.
Broyting av byggisamtyktum
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar
kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 25. februar 2016 hevur samtykt uppskot
til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri
Tórshavnar kommunu, broyting í serstøku
byggisamtyktina fyri Stórutjørn og broyting av
serstøku byggisamtyktini fyri útstykkingina
oman Gil.
Broytingar í almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu
Eystara havnaøki
Ætlaða broytingin er at uml. 9.600 fermetrar av
B2-økinum á Eystara havnarøki verður broytt til
C3-øki.
Kirkugarður í Hoyvík
Ætlaða broytingin er at uml. 26.000 fermetrar
av D2-ítróttarøkinum, norðan fyri Klingruna
eystur ímóti býarpartinum inni á Gøtu, verður
broytt til D1-øki.
Broyting í serstøku byggisamtyktini
fyri Stórutjørn
Í sambandi við kirkjugarð í Hoyvík er ætlanin at
taka 26.000 fermetrar av eind IVb ítróttar- og
frítíðarvirksemi, burturúr serstøku byggisam-
tyktini fyri Stórutjørn.
Broyting í byggisamtyktini
fyri útstykkingina oman Gil
Ætlaða broytingin er at broyta ásetingarnar fyri
bygging í økinum og loyvda planeringshædd fyri
byggifelt 15, 16 og 17.
Framløga
Tilfar, sum lýsa uppskotini til broytingar av
almennu byggisamtyktini, serstøku byggisam-
tyktini fyri Stórutjørn og serstøku byggisam-
tyktini fyri útstykkingini oman Gil, liggur frammi
í Snarskivuni á Vaglinum, frá 7. til og við 28.
mars 2016, frá mánadegi til fríggjadag frá
kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða
at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í
seinasta lagi 18. apríl 2016.
www.torshavn.fo
PROKLAMA
Við avgerð 18.02.2016 hevur
Føroya Skiftirættur tikið
uppaftur búgvið
Sp/f í Støð undir
tvingsilsavtøku
Bjarnavegur 8
530 Fuglafjørður
Skr.nr. 3912.
Skiftirætturin hevur avgjørt
at felagið skal í likvidatión, og
undirritaði er settur sum
likvidator.
Hevur nakar krav móti
búnum, verður viðkomandi
biðin um at senda krav inn til
undirritaða saman við
skjalprógvi og útgreining.
Fráboðanin skal vera móttikin
innan 3 mánaðir, smb. § 221 í
vinnufelagslógini
Tórshavn 2. mars 2016
Sigmund Poulsen, adv.
ADVOKATVIRKIÐ
J. H. Schrøtersgøta 20
Postsmoga 85
110 Tórshavn
Email: sigmund@advokatvirkid.fo
ADVOKAT VIRKIÐ