Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 42 ÍTRÓTTUR Ikki við: Jákup á Borg (burturstaddur) Høgni Eysturoy (lærkrikin) Ivasamur: Sebastian Pingel (vøddaskaði) Ikki vid: Arnbjørn T. Hansen (knæið, langtíðarskaddur) Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus (Ryggskaði, 2-3 vikur), Jón Krosslá Poulsen (Skallabrot, 4-6 vikur) Ivasamir: Hans Pauli Samuelsen (Lærkrikin), Bárður J. Hansen (Brotið rivjabein) Dánjal Pauli Lervig (brotið bein í fótinum) Ikki við: Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ikki við: Pætur Johansen (lærið, ógreitt) Ivasamir: Jákup Johansen (skaddur) og Pauli G. Hansen (sjúkur mesta partin av vikuni) JÓANNES HANSEN F yrireikingarnar hava verið langar. Síðani nakrar vikur eftir kappingarlok í fjør hevur tað í nøkrum feløgum verið arbeitt við fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, og síðani á nýggjárinum hava allir teir umleið tvey hundrað, sum kappast um plássini á liðunum í Effo-deildini, verið á vøllunum. Í morgin verður farið undir 74. kappingina um føroya­meistara­ heitið í fótbólti, síðani tað í 1942 og mitt undir seinna heimsbardaga fyri fyrstu ferð varð kappast um FM. Undan kappingarbyrjan er gitt og spátt um, hvør dagsskráin fer at vera í teimum tíggju feløgunum: B36, NSÍ og Víkingur fara at kappast um FM, HB, KÍ, ÍF og TB fara at kappast um fjórða plássið, sum ber atgongd til altjóða fótbólt við sær, og setningurin hjá AB, Skála og B68 verður at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Soleiðis hevur verið roknað. Nú er tað álvari. Tríggir dystir eru á skránni leygardagin og tveir sunnudagin. Veðurmenninir eru pírnir við at luta stig út leygardagin, tá ið hitin fer at liggja um frostmarkið. Annars verður sagt frá fínum líkindum at spæla fótbólt. Minnini um marruna KÍ-TB: ALEX TROLEIS LEYGARDAGIN KL. 15.00 Í fyrsta umfari í fjør vóru klaks­ vík­ingar við Stórá í Trongisvági. Úrslitið var 1-1, og talan var um sanna marru fyri KÍ. Alt bendi á, at øll stigini skuldu fara norður um fjørðin. KÍ var frammanfyri 1-0, og TB spældi við níggju monnum. Kortini endaði tað 1-1, tí KÍ gjørdi sjálvmál! Í morgin hittast KÍ og TB aftur í fyrsta umfari. Á odda fyri TB stendur nýggjur venjari, hollendingurin Robert F. Roelofsen, sum ætlar at vinna fyrstu atgongumerkini til altjóða fótbólt til TB: – Málið hjá okkum er at røkka fjórða plássið og harvið rættin at spæla í europeisku kappingini næsta summar, sigur TB venjarin. Tað er stórur spenningur á Tvøroyri, og nú hann sigur frá góðum líkindum verður roknað við, at fleiri áskoðarar fara norður til Klaksvíkar saman við nýggja venjaranum og hansara monnum. Millum spildurnýggju spælararnar á TB liðnum eru Absalon Eliasen, sum er komin úr Danmark, Árni Rúnar Ørvarson úr Íslandi, og Salmundur Bech, sum er fluttur úr Vági. Í Klaksvík er Kristian Joensen nýggjur málverji og Súni Olsen er nýggjur á framrættaðum miðvallarplássi. Í gjár var tað ikki greitt, um loyvini hjá útlendsku spælarunum vera klár undan dystinum ímóti TB. Hjá KÍ hevur tað ógvuliga stóran týdning at fáa fult á heimavølli í fyrsta umfari, tí í næstu umførunum bíða NSÍ og HB. Í fjør var Heðin Klakstein ein tann eyðsýndasti av øllum á KÍ liðnum, har hann var toppskjútti: -Okkara áskoðarar eru altíð spentir, og teir rokna nógv við okkum. Tí hevur tað so stóran týdning, at vit byrja væl. Í fjør gjørdu vit tvær ferðir sjálvmál ímóti TB, og tað bar tveir javnleikir í staðin fyri tveir sigrar við sær. Nú eru vit sera uppsettir uppá, at tað skal eydnast, men tað krevur hart arbeiði. Sveinaroynd hjá nýggjum venjarum NSÍ-HB: PETUR REINERT LEYGARDAGIN KL. 15.00 HB hevur vunnið flest FM heiti, og HB plagar at vera roknað millum FM favorittarnar. NSÍ hevur bara vunnið FM einaferð, og NSÍ plagar ikki at vera roknað millum kandidatarnar at vinna meistaraheitið. Í morgin hittast hesi bæði liðini við Løkin, og nú er øðrvísi, enn tað plagar at vera. NSÍ verður roknað millum FM kandidatarnar, meðan HB trívist væl við, at tað ikki verður roknað við, at liðið í ár fer at vera við í toppinum, men at tað verður byrjað av nýggjum. Jan C. Dam er nýggjur venjari í barndómsfelagnum. Setningurin hjá honum er at fáa HB aftur til eyðkenda samleikan. Liðið er nógv broytt síðani í fjør, eitt nú er Fróði Benjaminsen ikki longur á miðvøllinum. Arnbjørn T. Hansen er langtíðarskaddur. Øssur Dalbúð er ætlaður at eiga lyklaleiklut í álopinum, men hann verður burturstaddur fyrstu umførini. – Hetta er stór avbjóðing. Vit hava fyrireikað okkum síðani fyrst í november, og eg haldi, at spælararnir eru væl fyri. Nú standa stig upp á spæl á útivølli ímóti einum góðum liði. Tað er góður møguleiki hjá okkum at síggja, hvussu væl vit eru fyri, sigur HB venjarin. Í Runavík er danski Anders Gerber nýggjur venjari. Í venjingar­ dystunum hevur hann hildið seg til tað, sum NSÍ hevur verið kent fyri tey seinnu árini. Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg eru fremstu álops­vápnini, og Símun Rógvi Hansen er nýggjur millum stólparnar. Ein spurningur er, hvønn leiklut nýggi miðvallarin Nikolaj Køhlert fer at fáa: – Eg eri ikki komin higar at standa fyri stórum kollveltingum. Vit arbeiða miðvíst og gera smáar broytingar – eitt stig í senn – og rokna við og vóna, at tað fer at LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ SKÁLA SPÁDÓMAR OG HAGTØL VERÐA NÚ BJÓÐAÐ AV Upptakt FÓTBÓLTUR Hitastigini vera ikki nógv, tá ið fótbólturin í morgin fer á rull, og tað longu í fyrsta umfari eru uppgerðir á skránni, sum kunnu fara at vísa seg at hava stóran týdning í bæði toppi og botni