hósdagur 3. mars 2016síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
43
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Ikki við:
Ísak Simonsen og Petur
Andreasen
Ivasamur:
Atli Danielsen
Mayowa Alli (bíða eftir loyvi)
Semir Hadzibulic (bíða eftir loyvi)
Ikki við:
Poul Nolsøe Mikkelsen (knæið)
og Dánial Pauli Højgaard (brotið
handliðin).
Ivasamur:
Karl Løkin (vøddaskaði)
Ikki við:
Gert Drangastein (slitið
hælsinuna, langtíðarskaddur)
Gunnar Haraldsen (knæið, ikki
við í minst fýra vikur afturat)
Símun Samuelsen (knæið, byrjar
at venja mánadagin)
Ivasamir:
Absalon Eliasen og Hervé Din Din
(loyvini ikki komin upp á pláss)
Ikki við:
Kristian Anton Andreassen
(Toygt liðband í knænum, ógreitt
hvussu leingi), Ivan Joensen
(Fibur í baklær, 2 vikur).
síggjast aftur í avrikunum og
úrslitunum, sigur NSÍ venjarin.
Í fjør vann NSÍ í fjórða umfari
2-0 á HB á heimavølli. Úrslitið í
morgin fer hjá báðum pørtum at
verða sammett við tað úrslitið.
Fuglfirðingar gleða seg
B36-ÍF: LARS MÜLLER
LEYGARDAGIN KL. 15.00
Tað ljóðar ræðandi hjá fuglfirð
ingum, at teir í fyrsta umfari
skulu spæla í Gundadali ímóti
meistarunum í B36. Men tað hava
Jógvan Martin Olsen og hansara
menn einki ímóti:
– Vit hava einki at tapa og alt
at vinna. Vit ræðast ongan, men
sjálvandi hava vit stóra virðing fyri
B36, sum er lítið broytt, síðani FM
varð vunnið fyri nøkrum mánað
síðani, sigur nýggi ÍF venjarin
Jógvan Martin Olsen.
Ætlanin hevur verið, at Poul
Nolsøe Mikkelsen og Jan Ó.
Ellingsgaard skulu manna mið
verjuna. Orsaka av skaðum hava
teir ikki verið við í fleiri venjingar
dystum. Nú er Jan tøkur, meðan
Poul framvegis er skaddur.
Setningurin hjá Eyðuni Klak
stein og hansara monnum í B36 er
at vinna FM triðja árið á rað.
– Tað sigur seg sjálvt, at B36
verður ikki meistari á hvørjum
ári. Vit halda okkum hava eitt gott
lið, og vit vita, at tað er neyðugt
at vinna heimadystirnar. Tað skal
miðvíst arbeiði til, tí mótstøðuliðini
leggja í Gundadali stóran dent
á verjupartin, og ÍF eigur fínar
álopsspælarar, sigur B36 venjarin
Eyðun Klakstein.
Trygvi í nýggjum leikluti
AB-B68: KÁRI J. Á HØVDANUM
SUNNUDAGIN KL. 15.00
AB og B68 verða av nógvum
roknað millum tvey av liðunum,
sum fara at kappast fyri at sleppa
undan at flyta niður. Tí kann tað
fara at vísa seg at verða ógvuliga
týdningarmikið, hvussu tað sunnu
dagin fer at spæla av, tá ið tofta
menn fara at vitja á Argjum.
Trygvi Mortensen er nýggjur
venjari á Argjum. Undanfarnu
árini hevur hann vant NSÍ, sum í
fjør vann silvur, og sum hevur havt
mest sum somu manning í fleiri ár:
– Á Argjum er talan um nýggjan
leiklut. Her hava verið nógvar
skiftingar, og fleiri spælarar, sum
tað hevur verið roknað nógv við,
eru skaddir. Vit hava fingið onkrar
aftrat nú fram ímóti kappingar
byrjan, og vit síggja positivt uppá
tað. Setningurin er at vinna stig, og
tað fara vit at stríðast fyri at gera,
sigur AB venjarin.
Eftir at hava verið eitt ár
í næstbestu deildini er B68
aftur millum tey fremstu. Páll
Guðlaugsson er nýggjur venjari.
Hann og spælararnir hava vant
nógv síðani í november, og teir eru
ógvuliga spentir, nú tað er álvari,
og stig standa upp á spæl.
Millum fleiri nýggjar spælarar á
Svangaskarði eru spaniumenninir
Pedro og Carlos:
– Málið er at tryggja B68 plássið
í bestu deildini. Dreymurin er
at spæla í Europa. Vit vóna, at
tað fer at eydnast við B68, siga
spaniumenninir á Toftum.
Várið skal vera betri
VÍKINGUR-SKÁLA: EILER RASMUSSEN
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Fyrsta oyggjauppgerðin í Eysturoy í
ár verður sunnudagin í Sarpugerði.
Uppflytararnir av Skála fara at
vitja Víking, sum í fleiri ár hevur
verið roknaður at vera millum FM
favorittarnar, men sum ikki hevur
rokkið málið fyrst og fremst, tí
úrtøkan fyrstu umførini hevur
verið so soltin.
Sámal Erik Hentze er nýggjur
venjari hjá Víkingi. Fyri viku síðani
eydnaðist tað at vinna stórsteypa
dystin ímóti B36.
– Málið er at vera við í kapping
ini um FM fram til síðsta umfar.
Um tað eydnast, so verða tað
marginalirnir, ið fara at gera av,
um FM heitið endar hjá okkum ella
hinum avbjóðarunum. Longsulin
í Víkingi hevur í fleiri ár verið at
vinna meistaraheitið. Tað er endað
við bronsukrónum, og eg haldi ikki,
at liðið hevur verið í nánd av at
vinna FM, sigur Sámal Erik Hentze.
Dreymurin á Skála er at varð
veita plássið í bestu deildini. Ofta
hevur tað víst seg, at grannaupp
gerðirnar hava verið væl tættari,
enn tað annars hevur verið roknað
við. Í 2014 megnaði Skála tvær
ferðir javnleik ímóti Víkingi:
– Málið er at vinna í hvussu
so er áttanda plássið og vónandi
eitt sindur meiri enn tað. Vit ætla
okkum eisini at spæla góðan fót
bólt, og dreymurin er, at tað fer at
eydnast at fáa liðið at hanga saman
sum ein eind, sigur Pauli G. Hansen,
sum eftir fráveru úr bestu deildini
í nøkur ár nú tekur eitt tørn aftrat.
KÍ
ÍF
AB
TB
B68
Effodeildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
AB
0
0
0
0
0
0
0
0
2
B36
0
0
0
0
0
0
0
0
3
B68
0
0
0
0
0
0
0
0
4
HB
0
0
0
0
0
0
0
0
5
ÍF
0
0
0
0
0
0
0
0
6
KÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
7
NSÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
8
Skála
0
0
0
0
0
0
0
0
9
TB
0
0
0
0
0
0
0
0
10 Víkingur
0
0
0
0
0
0
0
0
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
KÍ - TB
B36 - ÍF
NSÍ - HB
Víkingur - Skála
AB - B68
KENDI TIPPARIN
Aksel V. Johannesen
Løgmaður
Undan hvørjum umfari í Effo-deildin
verður ein gestatippari í Sosialinum