hósdagur 3. mars 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
44
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
H
evði fótbóltsdómarin
Ransin
Napoleon
Djurhuus lurtað betur
eftir konuni, kann tað
verða, at hann í dag hevði nátt
sínum stóra dreymi.
Ransin Napoleon Djurhuus
er eftirhondini eitt kent navn
í føroysku fótbólti. Í góð tjúgu
ár
hevur
havnarmaðurin
verið fótbóltsdómari og verið í
dómaratoyminum í næstan 500
dystum í vaksnmannafótbólti.
Ransin er sonur dómara
legenduna Nemus Napoleon
Djurhuus, ið var altjóða dómari,
og sum í dag er dómaraeygleiðari.
Stóri dreymurin hjá Ransin N.
Djurhuus er at blíva altjóða dómari.
Í ár hevur Føroyar fingið tiltutað
eitt altjóða dómarapláss afturat, so
vit nú hava tveir altjóða dómarar.
Eftir at hava verið tilnevndur sum
altjóða dómari fyri FSF farnu tvey
árini, er hugsandi, at dreymurin
hevði blivið til veruleika, um
Ransin N. Djurhuus bara lurtaði
eftir konuni, Gunnvá Grey, tá hann
fór á skíðferiu.
Mannfólkatúrur til Italia
Í februar í fjør fór 34 ára gamli
dómarin saman við vinum og
kenningum á skíðferiu í vældámda
Canazei í Italia. Hóast Ransin N.
Djurhuus er dómari, metti hann
ikki vanda vera so stóran við at
fara á eina skíðferiu. Konan royndi
at muta ímoti.
– Hon unti mær at fara avstað,
men segði at eg skuldi passa uppá,
greiðir Ransin N. Djurhuus frá, og
ristur við høvdinum, tá minnini
kom fram aftur.
Fyrsti dagurin á túrinum
gongur væl, og menn hugna sær,
men tað gongur so sum so við at
standa á skíð. Tí avgera Ransin
N. Djurhuus og aðrir, at dagin
eftir fara teir á skíðskúla. Tað er
ongin tíð hjá skíðlærarunum fyrr
enn seinnapartin, so teir fara út
at royna seg, meðan teir bíða. Á
einum síðuvølli, har Ransin N.
Djurhuus er einsamllur, gongur
alt galið.
Krossbandið slitnar
– Eg gjørdi nøkur síðuøvilsir oman
eftir bakkanum einsamallur, tá eg
brádliga fekk ov nógva ferð á. Eg
royndi at steðga, men skíðifjølin á
vinstra beini dettur av, meðan tann
á høgra beini hongur føst, greiðir
Ransin N. Djurhuus og stillar seg
upp fyri at betur lýsa, hvat hendi.
Meðan Ransin N. Djurhuus
nærmast skreiðar oman eftir
bakkanum, hálar skíðfjølin høgra
bein í eina óhepna støðu, so knæið
kemur skeivt fyri.
– Eg visti beinanvegin, at
okkurt var galið, men ikki hvussu
álvarsligt tað var. Eg reisti meg,
og eina løtu vónaði eg, at tað ikki
var so álvarsligt, greiðir Ransin N.
Djurhuus frá.
Fólk koma á staðið at hjálpa
honum. Dómarin verður koyrdur
við sjúkraflutningi oman í býin,
har ferðalagið heldur til. Hann
hevur nógva pínu í knænum og
fer til lækna.
– Tað seinasta, eg spurdi um hjá
læknanum, var, um krossbandið
var farið. Tað helt hann ikki,
forklárar Ransin N. Djurhuus,
sum tá enn hevur eina vón um, at
skaðin ikki er so álvarsligur.
– Eg tosaði eisini við onkrar í
ferðalagnum, sum hava royndir við
skaðum. Teir mettu eisini, at um eg
kundi ganga so frætt, sum eg kundi
tá, so mundi krossbandið ikki vera
slitið, sigur Ransin N. Djurhuus.
Óvissa í fleiri mánaðir
Í tíðini eftir túrin venur Ransin N.
Djurhuus sum vanligt. Hann hevur
verið hjá lækna og fysioterapeuti,
og knæið sær út til at blíva betri.
Tað er ikki fyrr enn í juni mánaði
í fjør, at endaliga staðfestingin
kemur – krossbandið er slitið.
– Eg var á Tórsvølli sum
venjari hjá soninum og hansara
javnaldrum, tá eg skuldi venda
mær taka ein bólt. Tá fór knæið
undan mær. Um tað ikki vóru børn
til staðar, so hevði eg grátið, so ilt
eg fekk, sigur Ransin N. Djurhuus.
Nú er ongin ivi. Ransin N.
Djurhuus skal skurðviðgerast og
verður sendur til Danmarkar til
skurðviðgerð. Í dag er vónin, at
hann er klárur aftur í summar.
– Í besta føri, so klári eg at
døma onkran dyst í juni fyri
summarsteðgin, men í ringasta
føri, verður tað ikki fyrr enn á
ólavsøku ella har á leið, sigur
Ransin N. Djurhuus.
Tá hevur hann ikki dømt í
næstan hálvtannað ár.
Gevur ikki upp
Í fleiri ár hevur Fótbóltssambandið
roynt at fingið ein altjóða dómara
afturat. Petur Reinert hevur
seinnu árini verið okkara altjóða
umboð. Næstur honum hevur
verið Ransin N. Djurhuus, sum
hevur verið uppstillaður tríggjar
ferðir. Tí kom tað eyka illa við, at
hann fór á skíðferiu, júst tá FSF við
Lassin Isaksen, dómaraleiðara, á
odda, tryggjaði Føroyum enn eitt
umboð.
– Tað lá í kortunum, at tað skuldi
blíva eg, Eg eri uppstillaður tríggjar
ferðir. Lassin Isaksen hevur leingi
arbeitt við at fáa eitt pláss afturat.
Tí hava vit altíð innstillað tveir ella
tríggjar dómarar hvørja ferð, sigur
Ransin N. Djurhuus.
Bæði í 2013 og í 2014 varð hann
uppstillaður saman við Peturi
Reinert, sum tá er valdur framum.
Tað er Ransin N. Djurhuus ikki
argur um.
– Tað havi eg ongar trupulleikar
av. Petur Reinert er ein dugnaligur
og royndur dómari, sum passar
væl til profilin, ið altjóða dómarar
skulu hava, sigur Ransin N.
Djurhuus.
Altjóða plássið fellur fyribils
til Alex Troleis, sum hevur dømt
síðani 2007.
– Eg ætli mær at blíva FIFA
dómari, tað er mín stóri dreymur.
Tað er einki persónligt móti Alex
Troleis ella nøkrum øðrum, men eg
ætli mær at røkka dreyminum. Tað
er framvegis mítt mál, sigur Ransin
N. Djurhuus.
Gevast er ikki ein
møgueliki
Fyri Ransin N. Djurhuus hevur
tað ongantíð verið ein møguleiki,
at gevast sum dómari. Tað liggur
honum ov nær, sjálvt um tað
onkuntíð hava verið nakrar
myrkar løtur.
– Eg havi ongantíð
umhugsað at gevast
sum dómari.
Eg havi
Ransin N. Djurhuus
FÓTBÓLTUR Tað skuldi verða ein hugnaligur og stuttligur mannfólkatúrur til Italia,
men skíferðin gjørdist ein marra fyri fótbóltsdómaran Ransin Napoleon Djurhuus.
Álvarsligur knæskaði hevur forðað honum í náa málinum um at gerast altjóða dómari
EG FARI ALDR
Á SKÍÐFERIU
Eg skal lurta
betri eftir
konuni. Umframt
tað, so fari eg
aldrin at standa
á skíð aftur. Eg
fari heldur at
leggja meg undir
eina parasol
sunnanfyri«