mánadagur 7. mars 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Marin katrina frýdal
Kjak síða 18
Gamla
rætt og
Sandoyar
tunnilin
Arbeiðsskaðar
Tíðindi síða 4-6
Boða
ikki frá
skaðum
Vit hoyra javnan, at funnist verður
at Tórshavnar kommunu – tí at
kommunan hevur ov stórt vald.
Seinast vóru tað borgarstjórar
í miðalsjórum kommunum við
nýggja borgarstjóranum í Runavík
ar kommunu á odda, sum gramdu
seg um borgarstjóran í Havn – og
um
høvuðsstaðarkommununa,
sum hevur ov stórt vald í Føroya
kommunufelag.
Vit hildu tað vera eitt framstig,
tá tað herfyri umsíðir eydnaðist
øllum 30 kommunum í Føroyum at
semjast um, at tað er ikki neyðugt
við meira enn einum kommunu
felag í landinum. Tí vóru tað nýgg
ir tónar, um ætlanir veruliga longu
aftur er um at petta kommunusam
starvið sundur, tí at smáar komm
unur vilja hava líka stórt vald sum
stórar kommunur..
Tá yvir 40 prosent av fólkinum
býr í einari kommunu, sum má
valdið og gjaldið vælsaktans verða
hareftir.
Trupulleikin er kortini tann
sami, sum vit øll kenna so væl. Vit
hava alt ov nógvar kommunur í
Føroyum.
Bara í Suðuroy eru sjey komm
unur. Sjey kommunur at umsita
4.584 fólk. Í Sandoyar sýslu eru
fimm kommunur at umsita 1.263
sálir. Taka vit Streymoy, so hava vit
fýra kommunur at umsita helming
in av Føroya fólki, ella 23.356
fólk. Harav búgva 20.517
fólk bara í Tórshavnar
kommunu.
Tað má og eigur at vera
ójavnvág í Føroya Komm
unufelag, tá tað er ein munur
upp á 20.477 millum minstu komm
unu og størstu kommunu í einum
landi við 49.184 íbúgvum.
Sum eitt minsta mark áttu allar
kommunurnar í Suðuroy at verið
lagdar saman í eina. Tað er oyðsl av
pengum at hava so nógvar almenn
ar umsitingar í einum lítlum øki
sum Suðuroy. Sandoyar sýsla átti
eisini at verið ein kommuna – sum
kanska átti at verið løgd saman við
a ð ra r i
komm
unu.
V
i
t
hava bíðað
nóg
leingi
eftir
nátúr
ligum saman
leggingum. Tær
koma ov seint.
Tað eru helst
ov nógv fólk sum
hava ov stórt vald,
sum tey ikki vilja missa við eini
kommunusamanlegging. Her eig
ur landsstýrið at skera ígjøngum
og taka nakrar avgerðir. Politiska
handverkið var ikki nóg gott í und
anfarnu samgongu.
Men avgerðin skal takast. Føroy
ar eiga ikki at hava fleiri enn sjey
kommunur. Helst færri. Eitt gott
boð hevði verið einar fýra ella fimm
kommunur.
Um átta-tíðina í gjárkvøldið
fór ein bilur út av vegnum
við Heimarahorn. Bilurin er
komin koyrandi eystureftir,
móti Havnini. Í hálkuni
hevur bilførarin mist tamar
haldið á bilinum, og hann er
farin út av vegnum.
Okkurt bendir á, at ferðin
hevur verið nakað høg, tí í
dimmalættingini í morgun
sæst, at bilurin liggur nakað
væl frá vegnum. Tvær ungar
kvinnur vóru í bilinum, men
komu frá óhappinum óskal
aðar.
Løgreglan
leitar
eisini
eftir vitnum, sum sóu hend
ingina
sunnumorgunin
í
miðbýnum í Havn, tá ið ein
maður var fyri grovum harð
skapi.
Tað var sunnumorgunin
klokkan 04.30, at løgregl
an fekk fráboðan um eitt
harðskapsmál í gongugøtuni
í Havn, beint við Býarbóka
savnið.
Ein maður var fyri grov
um harðskapi, og í tí sam
bandi vil løgreglan frætta frá
fólki, ið hava sæð tilburðin
ella á annan hátt hava kunn
leika til hendingina.
Løgreglan segði við in.fo
sunnumorgunin, at maðurin
var illa sligin og kanska
sparkaður við, tí hann hevur
fingið stórar skaðar í høvdið,
eitt nú er nøsin brotin, um
framt at hann hevur fingið
aðrar skaðar.
Fór út av vegnum
við Heimarahorn
í mesta lagi sjey kommunur
Tað er oyðsl at hava
sjey kommunur í Suðuroy
– Nokk er nokk, hvørki
tími ella orki at hoyra um
ungar menn við undirlut
akenslum, sum fara í býin
og fremja grovan harðskap
móti ósekum fólkum.
Soleiðis
skrivar
Kaj
Leo
Holm
Johannesen,
løgtings
m a ð u r
og fyrr
verandi
l ø g
maður.
Hann er so troyttur
av at hoyra um harðskap,
at hann nú ætlar at taka
harðskapin í náttarlívinum
upp politiskt.
– Hetta skal steðgast
ongantíð ov skjótt, hetta
er eitt politiskt mál, sum
eg ætli mær at taka upp,
soleiðis at ung fólk aftur
kunnu kenna seg trygg
um tey fara í býin, skrivaði
hann á Facebook eftir
at hava hoyrt tíðindi frá
løgregluni gjáramorgunin.
Kaj Leo fer at
steðga harðskapi
Tað eru tíðindi sum
hesi, ið Kaj Leo Holm
Johannesen er
farin at troyttast
av at hoyra
sunnumorgnar.
Tí fer hann at
taka málið upp
í tinginum
Okkurt bendir á, at ferðin
hevur verið í so høg, tí bilurin
liggur nakað væl frá vegnum
Mynd: Álvur Haraldsen