mánadagur 7. mars 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
SAMBANDSFLOKKURIN
NÚ SKULU FØROYAR
FRAMLEIÐA MATVØRUR
HELDUR ENN RÁVØRU
Sambandsflokkurin, sum í undanfarna landsstýrið umsat vinnumál, vil nú hava marknaðarforðingarnar í ES burtur
Árni Gregersen
Í farnu samgongu, sum legði
frá sær seinasta summar,
hevði
Sambandsflokkurin
løgmann
og
landsstýris
mannin við vinnumálum.
At hesir neyvan hava gjørt
arbeiðið til lítar, kann lesast
av
nýggju
uppskotunum
hjá flokkinum, sum krevja
at sitandi landstýrið fær
marknaðarforðingarnar í ES
burtur.
Hetta fyri, at tað skal bera
til at økja virðið á føroyska
fiskaútflutninginum.
– Tollmúrurin fastheldur
Føroyar sum rávøruveitari
hjá øðrum. Tí enda føroysk
arbeiðspláss eitt nú í Týsk
landi. Við fríhandli spríkja
fram kreativitetur og fram
takshugur í fyritøkunum,
og við matvøruframleiðslu
økjast virðini í stórum, sigur
Bárður Nielsen, formaður
Sambandsfloksins.
Sambandsflokkurin legði
í dag alment fram vakst
rarpakkar, sum skulu gera, at
føroyski fiskivinnuútflutn
ingurin veksur úr umleið
seks milljardum krónum til
12 milljardir krónur.
Vakstrarpakkin er í tveim
um uppskotum.
Hitt fyrra leggur upp til
at økja útflutningsvirðið og
skapa arbeiðspláss við fríari
atgongd til ES-marknaðin.
Seinna uppskotið er at
skipa eitt vakstrarforum, har
ið vinna, fakfeløg og politiska
skipanin í felag syrgja fyri,
at inntøkuskapandi hugskot
verða kveikt og førd út í lívið.
ES-avtalan má
broytast
Sambandsflokkurin vísir á,
at skulu føroyingar varðveita
vælferðina, so mugu vit flyta
okkum frá at vera eitt land,
sum útflytir rávørur, til eitt
land, sum útflytir matvørur.
Flokkurin vísir á, at skal
hetta gerast, so er neyðugt at
rudda marknaðarforðingar
millum Føroiyar og ES av
vegnum. Í ES eru umleið ein
hálv milljard borgarar, men
føroyingar sleppa ikki hagar
við matvørum, tí tollurin er
so høgur – í ávísum førum
uppí 25 prosent.
– Tollmúrurin fastheldur
Føroyar sum rávøruveitari
hjá øðrum. Tí enda føroysk
arbeiðspláss eitt nú í Týsk
landi. Við fríhandli spríkja
fram kreativitetur og fram
takshugur í fyritøkunum,
og við matvøruframleiðslu
økjast virðini í stórum, sigur
Bárður Nielsen.
Sa m ba n d s f l o k ku r i n
mælir til, at landsstýrið sum
skjótast tekur stig til at fáa
samráðingar í lag við ES um
fríhandil.
Flokkurin heldur, at tað
er avgerandi, at hetta fæst í
lag áðrenn fiskivinnureform
urin kemur í gildi 1. januar
2018.
– Um fiskivinnureform
urin skal sláa ígjøgnum og
skapa øllum í Føroyum størri
virðir, má atgongdin til ES-
marknaðin við sínum uml.
500 milliónum brúkarum
vera heilt munandi betri enn
í dag, sigur Bárður Nielsen.
Kanning á
Christiansborg
Í fjør fekk umboðsmaður
floksins á Chrtistiansborg,
Edmund Joensen, gera, eina
kanning, sum vísir, at onnur
lond, sum útflyta minni enn
Føroyar, forvinna munandi
meira.
– Holland fiskar trið
ingin minni enn Føroyar,
men hollendskur fiskavøru
útflutningur
hevur
uml.
tríggjar ferðir størri virði
enn tann føroyski. Og sjálvt
um føroyingar fiska størri
nøgdir av fiski enn danir,
útflytir Danmark fiskavørur
fyri meira enn tríggjar ferðir
størri virði.
– Nógv er at fara eftir, tí
milliardir av krónum verða
í grundini givnar øðrum at
tjena. Málið eigur at vera, at
ein føroysk matvøruvinna
tvífaldar verandi útflutn
ingsvirði upp í einar 12 mia.
kr. hvørt ár frameftir, sigur
Bárður Nielsen.
– Í seinasta enda snýr
vakstrarpakkin
seg
eisini
um at styrkja vælferðina
í Føroyum og at gera tað
meira spennandi at virka
her. Samfelagskøkan skal
vaksa.
Arbeiðandi
fólk
skulu trívast og hava hug at
búgva í Føroyum. Tá fram
tíðartryggja vit samfelagið
í einari tíð, har óvissa vald
ar nógvastaðni í heiminum,
sigur Bárður Nielsen, for
maður í Sambandsflokkinum.
Á
framløguni
í
dag,
bjóðaði formaðurin í Sam
bandsflokkinum samgong
uni samstarv um uppskotini.
Vakstrarforum
Fyri at tryggja eitt væl
virkandi vakstrarforum, er
neyðugt, at vinnulig sjónar
mið og politisk sjónarmið
sameinast, soleiðis at eitt
konstruktivt orðaskifti tekur
seg upp við tí endamáli at
skapa framburð, vøkstur og
vælferð í samfelagnum.
Tí skal hetta vakstrar
formum
hittast
nakrar
ferðir árliga fyri at taka til
viðgerðar vakstrarfremjandi
viðurskifti.
Vakstrarforumið
skal
samstundis
kunna
seta
fokusbólkar við serligum
atliti til ávísar vinnuligar
eindir, t.d. fiskivinnuna, ali
vinnuna, ferðavinnuna o.a.
Fokusbólkarnir skulu t.d.
viðgera
serlig
viðurskifti
innan ávísu økini og mæla
til ítøkilig vakstrartiltøk, ið
síðani skulu setast í verk.
Mest umráðandi er, at
vegurin frá hugskoti til
handling er stuttur, sigur
Sambandsflokkurin í upp
skotinum.
Frá tíðindafundinum hjá Sambandsflokkinum fyrrapartin
Mynd: Álvur Haraldsen