Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 Søkt verður eftir einum heilsurøktara, einum aktivitets starvsfólki og summarferiuavloysarum. HEILSURØKTARA Heilsurøktara á setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna frá 1. mai 2016 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag -, kvøld-,náttar- og vikuskiftisvaktir 2.hvørt vikuskiftið. Førleikakrøv • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg • At tú hevur góð evni at samskifta í skrift og talu • At tú hevur koyrikort AKTIVITETS STARVSFÓLK Søkt verður eftir aktivitets starvsfólki 15 tímar um vikuna frá 1. apríl 2016 ella eftir avtalu. Førleikakrøv • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum. • At tú ynskir at arbeiða eftir hugsjónini um at øll men- niskju hava gott av sosialari samveru og at eitt aktivt lív er við til at stimbra og varðveita okkum sálarliga eins væl og kropsliga. • Útbúgving innan heilsu øki, er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. • At tú hevur útbúgving sum ítrivsvegleiðari ella royndir frá dagtilhaldið ella líknandi. • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg. FRÍTÍÐARAVLOYSARAR Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum at arbeiða í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2016. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld-,náttar- og vikuskif- tisvaktir. Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og á útiøkinum. Førleikakrøv • Prógv og evt. autorisatión • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíg- gjarmálaráðið og avvarðandi feløg. Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 21.mars 2016. Umsóknin skal sendast til: Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot@ot.fo Att: Randarsól Kristiansdóttir Økistænastan í Sandoyar Sýslu søkir eftir starvsfólkum SØLA AV TEKNISKUM VØRUM Í FØROYUM Tekniskt kompetentur seljari Vit leita eftir einum tekniskt kompetentum sølufólki til deild okkara í Tórshavn. Fakliga bakgrundin kann til dømis vera sum elektrikari ella líknandi tekn iskt øki. Gott er við royndum innan sølu úr líkn andi vinnu. Tað er somuleiðis ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til CRM og SAP, men tað er tó ikki eitt krav. Vit hava nógvar uppgávur, og tí er tað umráðandi, at tú trívist í einum hendingaríkum umhvørvi við nógvum broytingum, har vit tó eisini leggja stóran dent á trivnaðin. Millum arbeiðsuppgávurnar eru eitt nú: ■ Søla og handfaran av viðskiftafólki – fyrst og fremst umvegis telefon og teldupost ■ Veitan av tilboðum til fastar kundar ■ Taka lut í virksemi vent móti viðskiftafólki ■ Viðvirka til at optimera lønsemi og vøksturin hjá Lemvigh-Müller ■ Viðvirka til at Lemvigh-Müller verður samstarvsfelagin, sum kundin velur fyrst Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í Føroyum, men tað er sjálvsagt eisini eitt umfatandi samstarv við starvsfelagar í Danmark. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og lønin er eftir avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Peter Lund Kofod, stjóra, á tlf. +298 281155 ella umvegis teldupost á pelk@lemu.fo Vit gleða okkum at fáa umsókn tína á pelk@lemu. fo - ella umvegis vanligan post til: Lemvigh-Müller P/F R. C. Effersøesgøta 10 Postboks 1379 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 23. mars, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Meiri kunning um fyritøkuna og okkara vørur síggjast á www.lemu.fo Innanhýsis sølufólk