mánadagur 7. mars 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HETTA FER
KOSTA ONKR
Smartar loysnir, sum ikki kosta nøkrum nakað, finnast
ikki, skrivar Búskaparráðið í várfrágreiðing síni
Danjal av Rana
– Vit hava ikki sæð nakra
broyting síðani heystfrá
greiðingina, og tí nevna vit
aftur nú, at tørvur er á at
endurskoða almennu íløgu
ætlanina. Orðini eigur Sverri
Hansen, formaður í Bú
skaparráðnum.
Ein av høvuðsboðskap
unum í várfrágreiðingini frá
búskaparráðnum, er hin sami
sum í heystfrágreiðingini.
Í veruleikanum hevur bú
skaparráðið longu í nógv
ár nevnt hetta sama í frá
greiðingum sínum: At al
mennu íløgurnar eru kon
junkturviðgangandi, og at
almenni geirin tí økir um
sveiggini í búskapargongdini.
Við øðrum orðum, tað al
menna hevur lyndi til at
brúka
meiri
pengar,
tá
tíðirnar eru góðar, og hetta
metir
Búskaparráðið
er
heldur óheppið. Úrslitið av
einum slíkum politikki er,
at almennu íløgurnar økja
um eftirspurningin í byggi
vinnuni, økja um lønirnar
og økja um prísin á verk
ætlanunum.
– Umráðandi hjá tí al
menna er ikki at endurtaka
gongdina frá byrjanini av
øldini og 2007 og 2008, um
búskaparliga virksemið fer at
økjast komandi árini, stóð at
lesa í búskaparfrágreiðingini
í heyst og boðskapurin er hin
sami í dag.
– Vit hava nýtt seinastu
uppgerðina fyri almennar
íløgur, og hon vísir tað sama
sum seinast. Tí mettu vit tað
vera neyðugt at nevna tað
aftur. Vit kunnu bara varpa
ljós á nøkur ting og ikki
stórt annað. So er tað upp til
politikkararnar at taka stóru
avgerðirnar,
sigur
Sverri
Hansen.
Samstarv millum
land og kommunur
Búskaparráðið mælir tí til
eina
samskipaða
endur
skoðan av almennu íløgu
ætlanunum, at landið og
kommunurnar mugu seta
seg og práta saman um,
hvussu almennu íløgurnar
skulu raðfest. Ráðið skjýtur
millum annað upp, at játt
anin til almennar íløgur
verður ásettur sum ein fast
ur prosentpartur av BTÚ.
– So verður tað upp til
landið og kommunurnar at
samráðast um, hvørjar al
mennar íløgur kunnu gerast
innan fyri hesar karmarnar,
heldur enn at hvør komm
una í sínum lagi setir virk
semi í gongd. Landið og
kommunurnar mugu sam
skipa íløguætlanina, sigur
Sverri Hansen.
Búskaparráðið er av tí
fatan, at tað hevði verið
betri, um ein konjunktur
mótgangandi politikkur varð
førdur. Hetta hevði kravt, at
tað almenna, umframt at
raðfesta íløgur og byggingar,
eisini skuldi tíðarvalt ígongd
seting og stødd av neyðuga
virkseminum. Á hendan hátt
kundi tað almenna ansa eftir,
ikki at yvirhita búskapin.
Búskaparráðið
nevnir
eisini ítøkiliga skuldarloftið
hjá kommunum sum eina
avbjóðing á hesum økinum.
– Sjálvandi má okkurt loft
vera á, men trupulleikin er, at
skuldarloftið gevur komm
unum eitt ávíst rásarúm,
og um allar kommunurnar
leggja seg upp at markinum
samstundis, hava vit sama
trupulleikan. Skuldarloftið
eggjar ikki til miðvísa lang
tíðarplanlegging av almenn
um íløgum, sigur Sverri Han
sen.
Onkur hevur róð upp
undir, at tilmælini frá Bú
skaparráðnum einans fóru
at elva til meiri klandur mill
um kommunurnar og landið.
– Politikkararnir skulu
taka tær torføru avgerðirnar.
Allar
slíkar
broytingar
mugu kosta onkrum okkurt.
Onkrar
kommunur
ella
landið mugu halda aftur við
sínum íløgum, meðan aðrar
sleppa at byggja, sigur Sverri
Hansen. Allar kommunurnar
vera tí neyvan nøgdar, men
Búskaparráðið metir kortini,
at ein samskipan av almennu
íløgunum er neyðug.
Taka skeivar
útbúgvingar
Búskaparráðið hevur í hesi
frágreiðingini hugt gjølla
at føroyska arbeiðsmark
naðinum. Har kemur ráðið
millum annað til ta niður
støðu, at arbeiði einans er til
umleið 60 prosent av øllum
føroyingum, ið eru undir
hægri útbúgving.
Búskaparráðið
hevur
hugt at øðrum frágreið
ingum frá øðrum pørtum
um, hvussu vit fáast ung at
støðast her í Føroyum.
– Tær hava flest allar
lagt dent á at skapa góðar
útbúgvingarmøguleikar
her í Føroyum. Tú kanst
tó útbúgva so nógv tú vilt,
men hvat tá einki arbeiði
er til tey? Sannleikin er, at
sum er tróta neyðugu ar
beiðsplássini
í
Føroyum.
Sum nú er, hava vit ikki
passandi arbeiðspláss til øll
tey, ið vildu búð og arbeitt í
Føroyum, sigur Sverri Han
sen.
Tað er verandi føroyski
arbeiðsmarknaðurin, sum er
grundarlagið undir hesum
framrokningunum,
har
mett verður, hvussu nógv
fara frá fyri aldur komandi
árini, í mun til hvussu nógv
útbúgva seg innan økið.
Skuldi nýggj arbeiðspláss
ella nýggjar vinnur tikið seg
upp, broytast tølini sjálvandi.
Niðurstøðan er tó greið.
– Henda ikki í Føroyum
broytingar í siðvenjum, tá
tað snýr seg um at útvega
arbeiðsmegi við hægri út
búgving, verður onki arbeiði
í Føroyum til umleið 40%
teimum, sum nú eru und
ir hægri útbúgving, skrivar
Búskaparráðið.
Tað eru í høvuðsheitum
tveir mátar at loysa hendan
trupulleikan, heldur Sverri
Hansen.
– Vit mugu leggja okkum
Longu frá 2035 má roknast við negativum
burðaravlopi. Við núverandi deyðs- og
føðitíttleika verður burðaravlopið negativt longu
í 2035. Orsøkin er tað lága talið av kvinnum í
burðardyggum aldri og eldingin av føroysku
búfjøldini.
Úr Várfrágreiðingini
Lægsta útbúgvingarstigið er í Sandoy og Suðuroy,
skilt soleiðis at at har eru flest við útbúgvingum
styttri enn 1 ár eftir fólkaskúlan, og fæst við
miðnáms- og yrkisútbúgvingum (31-33%) og longum
útbúgvingum (1,7-1,8%). Hægsta útbúgvingarstigið er
í Suðursteymoy, har 8% hava hægri útbúgvingar, og
har tey fæstu (bert 29%) einans hava fólkaskúlan.
Úr Várfrágreiðingini
BÚSKAPARRÁÐIÐ
444 føroyingar hava eina
ársinntøku, sum er yvir
eina millión krónur um
árið. 14 av hesum
444 (3 prosent) eru
konufólk.
Úr Várfrágreiðingini
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum