mánadagur 7. mars 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
BÚSKAPARRÁÐIÐ
AT
RUM
eftir at hava meiri mál
rættaðar útbúgvingar móti
teimum økjum, har arbeiði
er at fáa. Um vit hyggja at
navigatørútbúgvingini ella
lærara- ella sjúkrarøktarfr
øðingaútbúgvingini, so er
samsvarið millum tey, sum
eru undir útbúgving og
tey sum fara frá ikki heilt
av leið. Hinvegin er talið
á samfelagsfrøðingum alt
ov stórt í mun til tey størv,
sum eru til teir, sigur Sverri
Hansen.
Hin loysnin er at skapa
manglandi størvini. Hetta
má tó fyrst og fremst
gerast innan privata geiran,
tí tað almenna skal jú helst
ikki gera ov stórar íløgur
komandi árini.
Fíggjarliga haldførið
ikki betrað
Sum áður, vísir Búskapar
ráðið aftur hesa ferð á, at
skattagrundarlagið
kann
víðkast, so at almennu
inntøkurnar kunnu økjast
fyri at betra um fíggjar
liga haldførið í føroyska
búskapinum. Búskaparráð
ið skrivar, at sum gongdin
hevur
verið
seinastu
árini, átti tað at givið eitt
grundarlag fyri, at hallið
á fíggjarlógini varð burtur
áðrenn í 2016. ítøkiliga
nevnir ráðið, at seinastu
árini eru inntøkurnar í
samfelagnum
vaksnar
nógv, men almennu inn
tøkurnar eru ikki vaksnar
samsvarandi.
Partur
av
orsøkini er, at kapitalinn
tøkur eru lagaliga skatt
aðar í mun til persóninn
tøkur. Ein annar partur er,
at inntøkan hjá nógvum
føroyingum ikki verður
skattað í Føroyum.
– Politikkararnir mugu
sjálvir taka støðu til, í
hvønn mun man vil taka
frá teimum sterkastu herð
unum. Sjálvandi er eisini
neyðugt at taka atlit til
kappingarføri hjá føroysk
um fyritøkum, men sann
leikin er, at um gongdin skal
vendast, so má tað kosta
onkrum okkurt. Smartar
loysnir, ið ikki kosta nakað
fyri nakran, finnast ikki,
sigur Sverri Hansen, og
vísir á, at Kristina Háfoss
hevur lovað, at ein gjøllari
gjøgnumgond av allari før
oysku skattaskipanini er á
veg. Nevndin, ið skal gera
hetta arbeiðið, er tó ikki
sett enn.
Fíggjarliga
haldførið
er ikki betrað nakað, men
Sverri Hansen missir tó ikki
mótið av tí orsøk.
– Fíggjarligt haldføri er
eitt stórt evni, sum má fáa
tíð at sodna. Vit løgdu tað
fram fyrstu ferð á vári í fjør
og eg haldi, at valstríðið og
prátið millum fólki vísir, at
hetta er nakað, sum fólk eru
farin at hugsa um. Støðan
í Føroyum er ikki broytt,
men
einki
land
hevur
megnað at vent gongdini
eftir einum ári. Tó skal sig
ast, at tey tiltøk, sum eru
sett í verk í Føroyum, gera
ongan mun hvat fíggjarliga
haldførinum viðvíkur, sig
ur Sverri Hansen.
danjal@sosialurin.fo
Miðallønin hjá einum, sum arbeiðir í
Føroyum, er 26.000. Lønarspennið er frá
16.000 til 77.000 krónur um mánaðin.
Miðallønin hjá einum føroyingi, sum
arbeiðir uttanlands, er 41.000.
Úr Várfrágreiðingini
Útbúgvingarstøðið í Føroyum er á hædd við útbúgvingarstøðið í hinum
norðanlondunum. Viðvíkjandi grundskúla-útbúgving sum hægstu
útbúgving liggja vit á nøkulunda sama støði sum Danmark. Tá tað snýr seg
um miðnáms- og yrkisútbúgvingar liggja vit á miðalstøði. Viðvíkjandi hægri
útbúgvingum liggja Føroyar væl fyri; her liggja bara Finnland og Noregi eitt
vet hægri enn Føroyar.
Úr Várfrágreiðingini
Úrslitini frá manntali í 2011 vísa m.a. at prosentparturin av føroyskum kvinnum við parttíðararbeiði er
nógv størri í Føroyum enn í flestøllum øðrum londum. Manntal vísti eisini at parttíðararbeiði er meira
vanligt í Føroyum hjá monnum enn í nógvum øðrum londum.
Mynd II 3 vísir lutfallið av ávíkavist monnum og kvinnum millum 18 og 66 ár í 100-tkr.-inntøkubólkum
upp til 1 mió. kr. um árið. Í teimum lágu inntøkubólkunum er tað lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn. Tá
inntøkan kemur upp um 400 tkr. minkar prosentparturin av kvinnum stórliga.
Mynd II 4 vísir, hvussu nógv fólk eru í teimum ymsu 100-tkr.-inntøkubólkunum (inntøkan er fyri 2014).
Fólkaríkasti inntøkubólkurin er bólkurin við inntøku millum 200 og 300 tkr. um árið (6237 fólk).
3.833 føroyingar hava eina ársløn á yvir hálva millión. Av teimum eru einans 467, tað er 12 prosent, kvinnur. Ella við øðrum
orðum, tað eru næstan líka nógvir menn, sum forvinna yvir eina millón, sum kvinnur, ið forvinna yvir eina hálva.