mánadagur 7. mars 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FERÐ KEMUR NÚ Á
POLITISKA ARBEIÐIÐ
Sjálvt um løgtingsformaðurin ikki hevur nógv mál enn at seta á skránna, so hevur
hann kallað til tingfundar allar dagar í hesi vikuni uttan týsdagin
Árni Gregersen
Síðani politiska rokið undan
jólum og millum jólanna,
so hava tingfólk ikki brúkt
nógva tíð í tingsalinum.
Men nú kemur nakað av
ferð á.
Í dag er seinasti dagur at
leggja fram uppskot í hesi
tingsetuni
eftir
galdandi
reglum. Landsstýrið er komið
við fleiri lógaruppskotum
og andstøðan við nøkrum
fáum, so helst eru tað áleið
30 uppskot, sum Løgtingið
skal avgreiða áðrenn farið
verður í summarfrí.
Kortini er tað soleiðis, at
tað ber til at koma við upp
skotum seinni. Tá skal Løg
tingið sjálvt tó loyva tí.
Hjúnabandslógin
Nógv av lógaruppskotunum
eru praktiskar justeringar,
men tvey mál eru kortini,
sum semja neyvan er um.
Bæði tvey eru í nevndum.
Vinnunevndin situr við
einum máli um uppboðssølu
av fiskirættindum. Uppskot
ið steðgaði í vinnunevndini,
tí meirlutin helt, at hetta
ikki kundi gerast uttan so,
at vandi er fyri, at landið fær
endurgjaldskrøv.
Nú er tað soleiðis vorðið,
at júst í vinnunevndini hevur
andstøðan
í
tingsalinum
meirlutan. Eisini er ivasamt
um teir báðir samgonguting
mennirnir, Bjarni Hammer
og Kristin Michelsen, taka
undir við uppskotonum.
Hitt stóra og kontroversi
ella málið er at geva sam
kyndum loyvi at giftast.
Hetta er eitt nógv meira
tekniskt uppskot, sum krev
ur broytingar í fleiri lógum
og sum verður viðgjørt í
trimum tingnevndum.
Málið verður av flokkun
um kallað etiskt og tað gevur
sostatt í flestu flokkum, ein
støku tingfólkunum loyvi
at atkvøða eftir egnari sam
vitsku.
Bert í Framsókn og Tjóð
veldi er greitt, at øll fara at
atkvøða fyri broytingunum.
Neyvan nakar kann í dag
siga um tað verður samtykt
í hesi tingsetuni, at samkynd
sleppa at giftast.
Stríðið um, at kirkjan
sigur, at politiska valdið ikki
skal avgera um um samkynd
kunnu giftast í kirkjum og
samkomun, hevur gjørt mál
ið meira fløkt og fer kanska
at gera, at onkur, sum annars
hevði ætlað at atkvøða mál
ið ígjøgnum, nú velir at at
kvøða ímóti.
Fyrsti tingfundurin hesa
vikuna er í dag klokkan 13.30.
arnig@sosialurin.fo
POLITIKKUR