mánadagur 7. mars 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
Besti setanarháttur sum vit enn kenna
Enn hava vit ikki funnið nakran nýggjan máta at seta aðalstjórarnar uppá, sum
er betri tænastumenn, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Ein gomul leivd at seta
fólk í tænastumannastørv
Jørgen Niclassen, fyrrverandi landsstýrismaður og formaður í Fólkaflokkinum,
heldur, at tað er ein gomul leivd at seta aðalstjórar í tænastumannastørv
Árni Gregersen
– Eg haldi ikki tað gevur
nakra meining í dag at seta
aðalstjórar í tænastumanna
størv. Tað er ein farin tíð.
Jørgen Niclassen, Fólka
flokkurin, hevur hesa greiðu
støðu, nú vinnumálaráðið
søkir eftir nýggjum aðal
stjóra fytri Bjørgfríð Ludvig,
sum hevur sagt seg úr starvi.
Í lýsingi eftir nýggjum
aðalstjóra stendur, at við
komandi verður settur sum
tænastumaður og at talan
er um eina royndartíð uppá
tvey ár.
Freistin at søkja starvið er
úti í dag.
Aðalstjórin er hægsti em
bætismaður í ráðunum og í
øllum aðalráðum eru stjór
arnir tænastumenn.
– At seta fólk í tænastu
mannastørv haldi eg er ein
gomul leivd, sum als ikki
hóskar seg í okkara samfelag,
sigur Jørgen Niclassen.
Hann hevur í fleiri um
førum
verið
landsstýris
maður og fær tænastu
mannapensjón eftir gomlu
reglunum.
Nú er tað broytt og lands
stýrisfólk fáa ikki tænastu
mannapensjón, men spara
upp eins og onnur í sam
felagnum.
– Eg havi arbeitt fyri at
fáa hetta burtur hjá aðal
stjórunum, men tað er ikki
eydnast. Í seinasta valskeiði
royndi eg fleiri ferðir at fáa
løgmann at gera eina broy
ting, men tað vildi hann
ikki. Heldur ikki umsitingin
í løgmansskrivstovuni vildi
hava,
at
tænastumanna
størvini
verða
niðurløgd,
sigur hann.
Ókendur prísur
Høvuðsgrundgevingin fyri,
at aðalstjórarnir uppruna
liga vórðu settir sum tæn
astumenn var at verja tey
móti politiska valdinum.
Tað skuldi ikki vera so,
at landsstýrisfólkini kundu
hótta aðalstjórarnar til at
gjøgnumføra ymiskt, sum
aðalstjórarnir annars ikki
hildu vera rætt.
– Hendan grundgevingin
kann als ikki brúkast í dag.
Ongin landsstýrismaður ella
kvinna hevði sloppið væl frá
at koyrt ein aðalstjóra, bert tí
viðkomandi ikki vil gera, sum
landsstýrismaðurin
sigur
og um hetta er okkurt, sum
aðalstjórin heldur er skeivt,
sigur Jørgen Niclassen.
Eitt annað sum ger, at
hann heldur ikki er serliga
glaður fyri, at fólk verða sett
í tænastumannastørv er, at
tað almenna ikki viet, hvat
ein slík setan kostar.
Tænastumenn fáa eftir
løn og hetta verður ikki
avsett á fíggjarlógini. Hetta
er ein løn, sum skal útgjald
ast so leingi viðkomandi liv
ur.
– Eg dugi ikki at síggja,
hví summi skulu hava onn
ur viðurskiftir eftir at tey
eru farin av arbeiðsmarkn
aðinum enn restin av føroy
ingum. Øll vit onnur – og
altso eisini landsstýrisfólk –
skulu sjálvi gjalda 15 prosent
av lønini til egna pensjón,
sigur
fyrrverandi
lands
stýrismaðurin.
Fyri nøkrum árum síðani
var ein meting gjørd av,
hvussu nógv landskassin
komandi árini skal gjalda í
tænastumannapensjónum.
Hendan kanningin vísti
at nú gjalda vit um 100
milljónir krónur um árið og
at hetta tal fer at hækka uppí
200 milljónir krónur um árið,
áðrenn gjaldið fer at minka
aftur.
Gjaldið minkar, tí at nógv
færri fólk verða sett í tæn
astumannastørv nú enn fyri
nøkrum árum síðani.
Í Føroyum eru aðalstjórar
tænastumenn, men eisini
prestar og yvirlæknar eru
framvegis tænastumenn.
Fyrr vóru tollarar,lærarar
og pedagogar eisini tænastu
menn, men hetta var steðgað
fyri nøkrum árum síðani og
ongir nýggir tænastumenn
verða settir afturat nú –
burtursæð frá prestum, aðal-
stjórum og yvirlæknar.
– Og fyri at siga tað eina
ferð afturat. Samfelagið er so
nógv broytt, at eg ikki dugi
at síggja nakra meining við
tænastumannastørvunum.
Hatta við tryggleikanum og
pensjónsviðurskiftunum
eru grundgevingar, sum ikki
halda í dag, sigur Jørgen
Niclassen.
Hann vísir á, at ongin
aðalstjóri í dag kann verða
kroystur hart av politiska
valdinum. Umsitingin er so
stór og sterk í dag, at tað ber
als ikki til.
– Hinvegin er tað sjálv
andi soleiðis, at verða álvars
ligar ósemjur millum lands
stýrisfólk og aðalstjóra, so
verður aðalstjórin fluttur
kortini. Tað forðar ein tæn
astumannasetan als ikki,
leggur hann afturat.
arnig@sosialurin.fo
Árni Gregersen
Vinnumálaráðið
hevur
í
seinastuni havt eina lýsing,
har søkt verður eftir aðal
stjóra til vinnumálaráðið og
uttanríkisráðið.
Søkt verður eftir nýggj
um aðalstjóra, tí Bjørgfríð
Ludvig,
aðalstjóri,
hevur
sagt seg úr starvi og er byrjað
sum
kommunustjóri
hjá
Tórshavnar kommunu.
Fyrrverandi landsstýris
maðurin, Jørgen Niclassen,
Fólkaflokkurin, heldur ikki,
at tað er rætt, at aðalstjór
arnir framvegis verða settir
sum tænastumenn.
– Nei, eg veit væl, at hetta
fyrr hevur verið frammi og
vit hava saman við lønar
deildini í fíggjarmálaráðnum
umrøtt spurningin, men enn
haldi eg ikki lønarddeildin
hevur funnið ein annan
máta at seta aðalstjórarnar
uppá, sum er líka góður.
Tað sigur Marjun Hanus
ardóttir, sum er ein av teim
um, sum setir treytirnar fyri,
hvussu aðalstjórarnir verða
settir.
Hon sigur, at ein av or
søkunum til, at aðalstjór
arnir verða sett settir sum
tænastumenn, at teir skulu
tryggjast so væl, at teir
standa
ímóti
politiskum
trýsti. Teir vísa beinleiðis til
ovastu politisku leiðsluna í
landinum,
Tá hevur tað týdning,
at teir ikki hoykna undan
politiskum trýsti samstundis
sum teir skulu hava fullan
loyalitet mótvegis politisku
leiðsluni .
– Tí mugu tey verjast so
hetta ikki hendir. Aðalstjór
arnir skulu tryggja, at lógir
og reglur verða hildnar, uttan
mun til politisku ynskini og
uttan at tey kenna seg hótt
av politiska valdinum, sigur
hon.
Sáttmálasettir stjórar
Løgmansstjórin
sigur,
at
málið var til viðgerðar fyri
trimum árum síðani, tá ið
nýggjur aðalstjóri var settur
í vinnumálaráðnum og í
fíggjarmálaráðnum.
Fleiri
møguleikar
vóru
uppi at venda. Millum annað
var tosað um at seta aðals
tjórarnar í eitt áramálsskeið.
Hon leggur tó afturat, at
sjálvandi ber tað til at finna
eitt annað modell at seta
stjórarnar eftir. Eitt modell,
sum ger, at stjórarnir kenna
seg tryggar mótvegis polit
iskum trýsti.
–
Aðalstjórarnir
skulu
kenna seg tryggar og røkja
arbeiðið uttan at hugsa
um persónligu setanarvið
urskiftini, sigur løgmans
stjórin.
– Tað ber sjálvandi til,
men vandin er, at tá ið
aðalstjórarnir endiliga eru
komnir inn í starvið, so er
so stutt tíð eftir av skeið-
num. Tá kann hugsast, at
tey fara at fyrireika seg til
okkurt annað starv og so
statt kanska ikki virka í
starvinum við fullari ferð,
sigur løgmansstjórin. Ára
málssetanir kosta eisini upp
til 25 prosent meira í løn
Hon leggur tó afturat, at
sjálvandi ber tað til at finna
eitt annað modell at seta
aðalstjórarnar
eftir.
Eitt
modell, sum ger, at stjórarnir
kenna seg nóg tryggar í
starvinum.
arnig@sosialurin.fo
POLITIKKUR
Jørgen Niclasen, formaður
Fólkafloksins
Marjun Hanusardóttir,
løgmansstjóri