mánadagur 7. mars 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur 2016
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin mikudagin
hin 30. mars 2016 kl. 17.00 á Hotel Føroyum í Tórshavn.
Viðv. punkti 5
Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki
P/F, og afturval av PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret
Revisionspartnerselskab, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans.
Viðv. punkti 6 a
Sambært § 4, stk. 1 í bekendtgørelse for Færøerne om lønpolitik og
oplysningsforpligtelser om aflønning i finansielle virksomheder samt
finansielle holdingvirksomheder (bekendtgørelse nr. 901 fra 13. juli 2015)
skal nevndin áseta ein samsýningarpolitikk galdandi fyri nevnd og stjórn
bankans umframt onnur starvsfólk, hvørs starvsøki verður mett at hava
týðandi ávirkan á váðaprofil bankans.
Nevndin hevur í 2015 viðgjørt samsýningarpolitikk bankans við tí í
hyggju at fremja tillagingar samsvarandi viðkomandi lóggávu og
viðurskiftum bankans.
Dagførdi samsýningarpolitikkur bankans verður samsvarandi § 77 d, stk. 1
í lóg um fíggjarligt virksemi lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar.
Viðv. punkti 6 b
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin, sambært § 198 í vinnufelagslógini,
heimilar nevnd bankans til í tíðarskeiðnum fram til 30. mars 2019, í
einum ella fleiri umførum, at keypa egin partabrøv fyri eitt áljóðandi
virði á upp til kr. 20.000.000. Keypsprísurin má ikki víkja meira enn
10 % frá tí í útveganarløtuni skrásetta keypskursinum fyri partabrøv
bankans á Nasdaq Copenhagen.
Viðv. punkti 7 a
Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður
óbroytt galdandi fyri 2016.
Samsýningarnevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur,
at samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi
samsýningarpolitikki bankans frá mars 2016 við støði í hesum satsum:
Grundsamsýning:
200.000 kr.
Nevndarformaður:
3 x grundsamsýning
Næstformaður:
2 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir
1 x grundsamsýning
Viðv. punkti 8 a
Fíggingargrunnurin frá 1992 skjýtur upp, at vikið verður frá kravinum
um viðtøkuføri sambært grein 9.2. í viðtøkum bankans, í sambandi við at
ársaðalfundurin viðger uppskot nevndarinnar 8b og 8c.
Viðv. punkti 8 b
Nevndin skjýtur upp at skifta út verandi áseting í grein 12.1. í viðtøkum
bankans við hesa: „Bankin verður bundin við undirskrift av samlaðu
nevndini, av nevndarformanninum og næstformanninum í felag, ella av
nevndarformanninum ella næstformanninum saman við einum stjóra
ella einum nevndarlimi.“
Viðv. punkti 8 c
Nevndin skjýtur upp at skifta út verandi áseting í grein 12.2. í viðtøkum
bankans við hesa: „Nevndin kann veita umboðsfulltrú og serfulltrú.“
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við
partabrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur
skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er mikudagin hin 23. mars 2016.
Fundarskrá:
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til
góðkenningar og ársfrágreiðingin fyri 2015
3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi
fyri 2015
4. Val av nevnd
a. Nevndin mælir til val av fýra aðalfundarvaldum nevndarlimum
b. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá nevndini
a. Samsýningarpolitikkur
b. Keyp av egnum partabrøvum
7. Uppskot frá Samsýningarnevndini
a. Nevndarsamsýningar fyri 2016
8. Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 og nevndini
a. Uppskot um fráfall av quorum-kravinum sambært
grein 9.2. í viðtøkum bankans
b. Uppskot til broyting av grein 12.1. í viðtøkum bankans
c. Uppskot til broyting av grein 12.2. í viðtøkum bankans
9. Ymiskt
Viðv. punkti 1:
Nevndin greiðir frá virksemi bankans í undanfarna ári.
Viðv. punkti 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum
sambært ársfrágreiðingini fyri 2015. Nevndin skjýtur eisini upp, at
útgoldnar verða í alt kr. 20.000.000 í vinningsbýti, svarandi til kr. 2 fyri
partabrævið á kr. 20.
Viðv. punkti 4 a
Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina
nevnd við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á
innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 4 valevni uppstillað til nevnd
bankans.
Viðv. punkti 4 b
Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen, Jógvan Jespersen og Súsanna Poulsen
hava boðað frá, at tey taka við afturvali til nevnd bankans.
Nevndin mælir til afturval av Stine Bosse, Rúna Vang Poulsen, Jógvani
Jespersen og Súsonnu Poulsen.
Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar, undir
hesum førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heimasíðu bankans
www.banknordik.fo